VÍF-H71 26-30 (15-11) VÍF fánaði og Bogdan tók seg um reiggj í seinna hálvleiki

Bogdan Florea, H71, fær nógv rós úr Vestmanna. (Mynd Álvur)

Eg ringdi til Vestmannar at fáa at vita eitt sindur um tapið fyri H71 seinnapartin, men menn vóru fáorðaðir og ikki sørt vónsviknir, tí VÍF spældi væl í fyrra hálvleiki og sýntist at hava taka á støðunum. Úr Vestmanna verður sagt, at í seinna hálvleiki vendi gongdin, tí vestmenningar gjørdu alt ov nógvar villur, og hetta dugdi H71 ógvuliga væl at revsa. Og Bogdan hjá H71 var ikki at kenna aftur á vøllinum og var besti spælarin í seinna hálvleiki, og hann var munurin á liðunum hesa løtuna. Samanlagt mugu vit siga, at VÍF spældi fínan fyrra hálvleika og vánaligan seinna hálvleik við nógvum villum, tí hevði H71 uppiborið sigurin í seinna hálvleiki og serliga seinastu minuttirnar.  H71 dugdi eisini væl at verja Filip Jojic í seinna hálvleik, sum er í flokki fyri seg, verður sagt út Vestmanna. Dystargongdin var henda.

Javnt gekk á frá byrjan, og tá ið tíggju minuttir eru spældir er javnleikur 4-4. Miðskeiðis í hálvleikinum er javnleikur 6-6, og tað eru eisini støðan, tá  ið 25 minuttir eru farnir, tí tá var javnleikur er 11-11. Men so tekur VÍF dik á seg við fýra skjótum málum, meðan H71 fær eitt mál. Hálvleikstøðan 15-11 til VÍF.

Ì seinna hálvleiki fær H71 øgiliga góða byrjan, sum um nýggj ætlan er løgd í hálvleikinum. Miðskeiðis í hálvleikinum er H71 nú knappliga á odda 19-18, og H71 er á odda við einum málið heilt fram til tríggir minuttir eru eftir at spæla, men so javnar VÍF til 26-26. Hvat hendir so? H71 fær fýra mál seinastu tríggjar minuttirnar, meðan VÍF einki fær, tí endar dysturin við sigri til H71 30-26. Skal eg vera heilt erligur, so hevði eg ikki roknað við, at H71 fór at vinna í Vestmanna seinnapartin. Men eg havi ikki sæð H71 spælt, síðan vinstrahenti spælarin Poul Kjartan Dam er komin aftur á liðið. Hann skeyt fimm mál í dag.

Eg taki orðini í meg aftur, tí ført er áður fram, at H71 er ikki nóg sterkt í løtuni at koma heilt upp á tindin. H71 er sjálvandi eitt av liðnum, sum vit kunnu rokna við er eitt av liðunum í FM-finalunum. Men enn er langt á mál í kappingini. Regin Mittún Petersen og Ragnar Simonsen dømdu dystin.(Vagnur)

Málskjúttar VÍF: Filip Jojvic 10, Martin Ritto 4, Holgar Durhuus 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Andrias Eriksen 2, Sámal Jákup Djurhuus 1, Bárður Brimvík 1 og Magnus Müller 1

Málskjúttar H71: Bogdan Florea 9, Rúni Højgaard 6, Poul Kjartan Dam 5, Bogi Davidsen 3, Sigmund Dahl 2, Hallur Biskopstø 2, Rógvi Sørensen 2 og Sigmundur Nolseø 1

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *