Tað kann tykjast løgið, at eg fyrst nevni VÍF kvinnurnar, men nú er vorðið so tætt í bestu kvinnudeldini, og vit nærkast jólum, at nú kunnu liðini skjótt missa fótafestið í kappingini. Neistin vann seinnapartin á StÍF 24-22 í tøttum dysti, og VB vann á Stjørnuni í Vági. Longu hóskvøldið skal VÍF til Havnar at spæla ímóti Neistanum, og sunnudagin skal VB á vitjan í Vestmanna. Eg fylgdi eitt sindur við dystinum millum StÌF og Neistan á hondbóltskjaki seinnapartin og havi fingið dómaraseðilin.
Ì dómaraseðlinum sæst, at StÍF er gott heimalið, tí StÍF hevði gott tak á Neistanum í fyrra hálvleiki, sum var ómetaliga javnur. Fimm minuttir farnir og javnleikur 3-3. Fimtan minuttir spældir, og Neistin á odda 9-8. Løtu seinni er bæði javnleikur 10-10, 11-11, 12-12, 13-13 og hálvleiksstøðan 14-14. í seinna hálvleiki gongur eisini javnt á, tí eftir tíggju minuttir spæl er javnleikur 17-17. Tíggju minuttir seinni er javnleikur 19-19.
Eftir eitt “time out” dregur Neistin knappliga frá við trimum málum til støðuna 23-20 til Neistan. StÍF tekur síðani “time out” sum eisini hjálpir og nærkast Neistanum til støðuna 23-22 til Neistan, sum fær eitt mál afturat í seinasta minuttinum, so dysturin enda 24-22 til Neistan. Í Vági greiddi VB sín setning við at vinna málríka dystin á Stjørnuni 36 – 25.
Kvinnuliðini fara í jólafrí 20. desember, men fyrst skulu avgerandi dystir fyrst spælast í næstu vikuna. Hósdagin spæla Neistan og VÍF í Havn og sunnudagin VÍF og VB í Vestmanna. Síðani er seinasta umfar fyri jól leygardagin 20. desember. Tá spæla VÍF-StÍF, Kyndil-VB og Stjørnan-Neistin. Tá eg sigi omanfyri, at VÍF kvinnur skulu til tvær sveinaroyndir í víkuni, so meini eg við, at VÍF má í hvørfall vinna annan dystin næstu dagarnar, um VÍF skal varðveita vónini um at náa FM-finalurinar. Tað er hetta við teimum innanhýsisdystunum og taptu stigunum. Spennandi, hvussu stigatalvan sær út um eina viku og eisini eftir dystirnar 20. desember. (Vagnur)
StÍF – Neistin kvinnur 22 – 24 (14-14) Dómarar: Gert Hansen og Agnar Dam
Málskjúttar StÍF: Irena Dam, 5, Rebekka Justinussen 4, Bára Berthelsen 4, Fríðrún Danielsen 3, Birna Tummasardóttir 3 og Paula Høgnesen 3
Máskjúttar Neistans: Birita Wardum 5, Jacklin Durhuus 5, Liljan Mohr 4, Bára Hansen 4, Eir Berg 3, Milicia Rankovic 2 og Nicoleta Hansen 1
VB – Stjørnan 36 – 25 (19-12) Dómarar: Helgi Hoydal og Sigmundur Dahl
Máskjúttar VB: Helga E. Kjærbo 12, Cintare Butkeviciute 10, Ingrida Kuadyte 9, Rannvá Johannessen 2, Una Nolsøe 2 og Laila Jespersen 1
Málsjúttar Stjørnan: Ella Petersen 6, Mina Sirdal 4, Anna Jacobsen 3, Jórun B. Nielsen 3, Simona Florea 3, Edith Hansen 3, Jensy Jacobsen 2 og Paula L. Joensen 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 12 | 353 | 248 | 105 | 19 |
| 2 | Kyndil | 11 | 287 | 221 | 66 | 16 |
| 3 | VB | 11 | 299 | 230 | 69 | 15 |
| 4 | VÍF | 11 | 316 | 234 | 82 | 14 |
| 5 | StÍF | 11 | 266 | 227 | 39 | 10 |
| 6 | Stjørnan | 11 | 196 | 306 | -110 | 4 |
| 7 | Søljan | 11 | 101 | 352 | -251 | 0 |
