Altíð áhugavert og spennandi at fáa eldri mynd í hondina, sum tú ikki hevur sæð áður. Herfyri fekk eg mynd av fimleikarum frá 1956. Fimleikararnir eru í dag um áttati ára aldur pluss og minus eitt ár. Fleiri eru farnir. Ja, so at royna at finna fram øll nøvnini, og við hjálp frá Finn Bjørn mín góða vini á Fjóni finna vit 33 av 36 nøvnum. Summi andlit kennir tú beinanvegin men onnur ikki. So at leita ymsastaðni.
1956 var serligt skúlaár, tí tá var Tórshavnar kommunuskúli tikin í nýtslu. Ætlanin var at byggja skúlan sunnanfyri Plantasjuna, men ætlanin var slept, og í 1952 var grivið út og grundin liðug í 1953. Steðgur kom tá í til seinast í 1954, men logsins 3. septembur 1956 fóru 440 næmingar í 19 flokkum í nýggja skúlan. Pláss var fyri 700 næmingum, sum seinni kundi víðkast 1000 næmingar. Myndin er tikin í nýggju fimleikahøllini í Kommunuskúlanum, tí fimleikahøllin, sum var knýtt at Realskúlan var tikin niður og sett upp aftur úti á Tórshavnar skipasmiðju. Kanska onkur kennist við fimleikararnar nummar 2, 9 og 15 (Vagnur)

Næstovasta frá vinstru: Ásmundur Johannessen, venjari 9?, 10 Bjarni Johansen, 11 Johann Kjeld, 12 Kaj Aage Troest, 13, Heri Mørkere, 14 Kári Slættanes, 15?, 16 Ímund Hansen.
Triðovasta rað : 17 Bjarni Hammer, 18 Sven Erik Knudsen, 19 Jóannes Samuelsen, 20 Pauli Karbeck Mouritsen, 21 Kári Karbeck Mouritsen, 22 Óli Hammer, 23 Magnus Holm Petersen, 24 Eyðbjørn Hansen og 25 Árni Joensen.
Fremsta rað frá vinstru 26 Torkil Skála, 27 Árni Nielsen, 28 Eiler Egholm, 29 Høgni Debes Joensen, 30 Karl Johansen, 31 Sverri Jacobsen, 32 Trygvi Beck, 33 Eyðun Andreasen, 34 Bjarni Rubek Nielsen og Ívar Hansen