Í 1985 skrivaði Esmar Fuglø bókina Okkurt á leið míni – gáva til vinir og kenningar

Esmar Fuglø (1910-1994) var føddur og uppvaksin á Viðareiði. (Mynd Vagnur)

Tá vit vóru unglingar við Landavegin, komu vit mangan oman á Vestaru bryggju, navn, sum vit ikki kendust við tá. Tí vit søgdu oman á Bacalao, Skipasmiðjuna, Saltsøluna, Tunnuvirkið, Ískaina, Fiskasentralin ella Álaker. Minnist væl Esmar Fuglø, sum var stjóri í Esso. Visti eisini, at hann var kendur vinnulívsmaður og sigldi øll árini undir seinna heimsbardaga, har hann forvann nógvan pening sum skipari við Leivi Øssursyni.

Esmar og konan Ragnhild vóru nærmastu grannar hjá okkum við Hoydalsvegin. Í 1985 skrivaði Esmar niður hendingar, sum fóru fram ígjøgnum lívið. Bókin, sum Marius Johannesen, greiddi til prentingar, eitur Okkurt á leið míni. Bóklingurin var ikki til keyps í bókhandlunum, men var givin vinum og kenningum hjá Esmari. Havi kagað í bókina, sum er áhugaverdur lesnaður.

Esmar Fuglø (1910-1994)

Esmar var føddur og uppvaksin á Viðareiði í 1910. Av teimum bygdunum, sum tóku við læruni, sum William Sloan kom við til Føroya, var Viðareiði ein tann fyrsta. Foreldur Esmar tóku við hesi læru, og Bíbliunnar meginreglur kom at vera tað, sum Esmar ynskti at liva upp til. Síggi fyri mær Esmar og Ragnhild fara sunnumorgnar vælklødd oman Hoydalsvegin á møti í Ebeneser.

Esmar fekk longu mótgang á ungum árum, tí longu sum fýra ára gamla misti hann pápan, sum doyði av fárasjúku bert 49 ára gamal. Eftir sat mamman við sjey børnum, har Esmar var yngstur. Mamman, sum var ættað úr Hòsvík, misti mannin, verpápan og elsta sonin innanfyri tíggju mánaðir. Beiggi Esmar doyði av tuberklum.

Áhugavert at lesa, hvussu Esmar og tey búleikaðust á Viðareiði. Veturin var ofta kargur og gav lítið. Einki vegasamband til grannabygdirnar, og fimm fjórðingar at ganga í Sund. Tað vil siga Hvannasund.

Tað hendi so nógv niðri á Helluni, tí har runnu bæði sorgar – og gleðistár. Tá hoyrdust ofta ófrættir, og ikki komu altíð aftur teir, sum fóru, og onkuntíð kom bara klædnaposin aftur ikki maðurin. Nógvir fiskimenn vóru á Víðareiði, minnist Esmar.

Fimtan ár gamal fóru Esmar til skips við sluppini Ekliptiku, men longu frá byrjan var Esmar ringur av sjóverki, sum hann mest sum ikki slapp av við øll árini á sjónum. Hetta nívdi hann. Esmar var lærdur fyrst stýrimaður og seinni skipsførari. Hann sigldi bæði við føroyskum og útlendskum skipum.

Flaggdagin í 1955 kom Fiskanes á Havnina úr Hull. Stórur dagur í Havn og stór mannfjøld tók ímóti.

Esmar var vorðin trúlovaður við Thurid elstu dóttir Christian Holm Jacobsen, og tey giftust í 1936. Men longu árið eftir misti Esmar konu sína av havhestasjúku, og hetta heystið doyðu nakrar og tretivu konur um landið av hesi sjúku. Esmar misti fótafestið og gekk einkjumaður í fýra ár, til hann fann sær konuna Ragnhild, sum var úr Hvalba.

Føroya Oljusøla, ESSO, Dagsbrún, Saltsølan og Havsbrún

Eftir at Esmar hevði siglt sum skipari undir øllum krínum, legðist hann upp á land og segði farvæl við sjólívið eftir 25 ár. Nú ætlaði hann at royna seg sum handlandi. Hann kom í samband við skotskt felag, sum handlaði við russar um olju. Eftir drúgvar samrøður stovnaði hann Føroya Oljusølu. Fór at seta upp oljutankar ymsastaðni í Føroyum millum annað í Vestmanna, Søldafirði, Klaksvík og í Vági. Menn komu úr Onglandi at sveisa og setu upp hesar tangar.

Áhugavert at síggja oljutangarnar, sum Esmar og teir settu upp kring landið. FO. Føroya Oljusøla.

Eftir fýra ár seldi Esmar Føroya Oljusølu til Esso í Danmark, og hann gjørdist stjóri í fyritøkuni í 22 ár, sum helt á Viðanesi. Tá hann gavst sum stjóri var hann vorðin 62 ára gamal.

Samstundis, sum Esmar var stjóri í Esso, fekst hann eisini við fiskivinnu saman við hvannasundsbrøðrunum. Vit eru stødd í 1955, og Kaj Johannesen kemur inn á gólvið at práta við Esmar. Kjølbro hevði sligið av at keypa trolaran ”Boston Fury” úr Hull. Kaj og Esmar blivu hesa løtu samdir um at keypa trolaran, sum kom at eita Fiskanes. Trolarin kom til Føroya flaggdagin 1955. Stór mannfjøld tók ímóti Fiskanes henda dagin.

Báturin Esso Søldafjørð við bryggju í Havn. Báturin sigldi við olju kring oyggjarnar.

Trolarin skuldi gerast góður fongur og útvegaði góðan vinning til eigarar og felagið Dagsbrún. Trolarin var av størstu trolarum, sum funnust í Bretlandi. Hans Pauli Johannesen og seinni Poli Johannesen førdu Fiskanes, sum var seldur av landinum tíggju ár seinni. Hildið var, at tíðin var farin frá síðutrolarum. Bretar og týskarar vóru farnir at byggja hekkutrolarar.

P/F Dagsbrún og P/F Havsild stovnaðu P/F Havsbrún, sum læt byggja sildaverksmiðju í Fuglafirði, har Esmar var ein av slóðarunum. Áhugavert at frætta, hví verksmiðjan júst endaði í Fuglafirði, tí møguleikarnir vóru fleiri eisini at byggja hana í Havn.

Saltsølan

Til seinast í hesum umfarinum kunnu við steðga við Saltsøluna og hvíta frálíka Ibiza saltið, sum eisini er áhugaverd søga. Saltsøla í Føroyum lá sum mangt annað í hondunum á útlendskum agentum. Skonnartir og seinni damparar komu við salti, og eisini føroysk skip vóru í Miðalhavinum eftir salti úr Spania og Tunis.

Stóru útlendsku skipini, sum komu við salti, ankraðu á ymiskum fjørðum, og vóru sluppirnar loystar frá teymi og koma upp á síðuna á saltdamparunum. Esmar sigur, at hann kom fram á gerðabók í  Ebiza, at longu í 1904 var Jens Mohr skipari í Ebiza eftir salti.

Nógv tunnuvirksemi á Vesturu bryggju. Hetta var fyri, at vit fingu nótabátar. Esmar slóðaði fyri at fáa selt sild til Pólands. Myndin er frá fyrst í 1950 – árunum.

Í tríatiárunum kemur franskt felag til Føroya og setir seg niður á Drelnesi, har teir bygdu stóran saltbygning. Esmar og teir høvdu keypt Fiskanes, og salt var keypt av Drellnesi, men teir hildu, at sjálvandi skuldu føroyingar sjálvir útvega salt, sum skuldi brúkast í Føroyum bæði á sjógvi og landi.

Fyrsta desember í 1956 stovna Esmar og hvannasundsbrøðirnir I/S Føroya Saltsølu. Petur Michelsen byggimeistari byggir Saltsøluna. Og nú var at fáa fatur í saltinum, og Esmar fer til Ebiza at royna at selja teimum salt beinleiðis til Føroyum. Minnist serliga Hans Pauli Jahannesen sum stjóri í Saltsøluni, hesin prátingarsami maður sum undir hatti var at síggja á bryggjuni.

Esmar tók skipføraraprógv í 1935 í Keypmannahavn og sama árið fór hann sum stýrimaður umborð á 5500 stóra skipið Ananu. P/f Uvak hevði keypt skipið, og í tvey ár sigdli skipið 27 útróðrarbátar og 160 mans til Grønlands at rógva út. P/f Uvak seldi Ananu aftur, sum var minisprongd í 1942. Tá átti týska stjórnin skipið.

Vit, sum eldru eru, minnast Saltsøluna og ikki minst stóra kranan, sum stóð á bryggjuni. Minnist serliga Klæmint Tausen, Hilmar Danielsen og Per Højgaard, sum stýrdu krananum. Kom saltdampari á Havnini, skuldi báturin tømast beinanvegin. Tá var arbeitt allar tímarnar á døgninum. Minnist væl syngjandi ljóðið frá krananum, sum hoyrdist um alla Havnina. Tá tú lesur bókina Okkurt á leið mína merkir tú hesa serligu drímegi hjá Esmari, sum altíð leitaði eftir nýggjum avbjóðingum. (Vagnur)

Esmar Fuglu niðri á Helluni á Viðareiði, sum var sjósambandið við umheimin. Mangan ringt at flota bát.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply