Standmyndin ongan góðan havt í mong, mong ár. Nú hómast ein glotti

Gleði meg aftur at síggja umvældu standmyndina í Havnará. Brotin gløs mugu skiftast, nýggj ljós í ánna, ja, og pumpiverkið skamt frá vegnum má høvuðsumvælast. Vit síggja ljósini í ánni og rørini, har vatnið verður sproytað upp á standmyndina. (Mynd Vagnur)

Vit eru so heppin at hava Plantasjuna og harvið Havnará sum nærmasti granni. Gangi fram við ánni mest sum hvønn dag og fegnist um trø, dunnur og serligu standmyndina í ánni. Í 1992 evnaði listamaðurin Tróndur Patursson standmyndina, sum myndar hest við Sjúrði á bakinum og ormin Frænir, sum kemur úr ánni. Hugskotið hevur listamaðurin funnið í Sjúrðarkvæðnum – Regin smiði. .

Vøkur standmynd úr stáli við vøkrum litgløsum, sum fingu ljós frá lyktum í ánni. Nógv fólk sóust fyrstu árini standa við áarbakkan hyggjandi at standmyndini og uttan iva lótu tankarnar reika. Men seinastu nógvu árini hevur standmyndin ongan góðan havt. Dittaði mær at kanna málið, hví so var. Spell, tí meg minnist vakra samspælið millum vatnið, litgløsini, hestin, Sjúrð og ormin Frænir.

Standmyndin stendur í varðveittum brandhyljum. Hyljarnir eru søguligir, tí teir vóru gjørdir til tess at savna vatn, tá eldur kom í hús. Tá var eingin brandbilur men einans brandpumpur, sum vóru drignar millum húsini í Havn. Vakurt umhvørvið má sigast. (Mynd Vagnur)

Leitaði mær inn í urtagarðin fram við ánni, og skamt við Hoydalsvegin sást lítil betongskúrur, har pumpuverkið til standmyndina stendur. Ikki góð sjón, tí har sást, at verkið hevði ikki verið virkið í mong ár. Hugdi eisini nærri at standmyndini, har gløs vóru broytin. Mær er sagt, at unglingar fyri nógvum árum síðani brutu nøkur gløs við jarnstong.

Tróndur Patursson evnaði í 1992 standmyndina, men tað er Tórshavnar kommuna sum eigur standmyndini og harvið má røkja ymsu listarverkini í býnum. Nýggja áin á Vaglinum sá dagsins ljós herfyri, sum fólk eru fegin um. Haldi meg síggja onkrastaðni, at Tróndur Patursson skal fríðka enn meira um ánna á Vaglinum..

Pláta er skrúvað í betongveggin fram við ánni. Gleðiligt at frætta, at kommunan tekur sær um reiggj og fær standmyndina at virka aftur. (Mynd Vagnur)

Havi hitt listarmannin og hann sigur, at ætlanin er eisini at fáa umvælt standmyndina frá 1992. Nú fáast eisini nógv betri ljós enn í 1992. Havi ta áskoðan, at megnar kommunan ikki at røkja nógvu listaverkini í kommununi, so eiga illa røkt listaverk at takast burtur. Gott dømi er listaverikið frá 1992 í Havnará. Nú fáa vit so at síggja. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply