Fekk um dagarnar sendandi mynd frá dóttir Jens Guttesen sála. Myndin er av næmingum/fimleikarum í gamla Realskúla. Ása mamma mín gekk í sama flokki sum fleiri á myndini, og meg minnist, at tey hittust á gamalsaldrinum til samkomu á Hotel Hafnia. Hetta var mamma ógvuliga fegin um.
Realskúlin var vígdur í 1916 júst um tað mundið, tá næmingarnir á myndini vóru føddir. Við síðuna av Realskúlanum var bygd fimleikahøll, men tá Tórshavnar kommunuskúli var bygdur, var høllin tikin niður og latin Tórshavnar skipasmiðju. Pápin mín, sum var føddur í Tórsgøtu í 1913, segði, at fólk vóru ikki serliga fegin, at Realskúlin var bygdur so langt frá býin ella rættari sagt uppi í haganum.
Hvørjir eru so næmingarnir á myndini, sum tú fleiri kennist við? Frá vinstru stendur fyrst Leivur Jóhannesarson úr Funningi, næstur honum Poul Joensen (1916-1968) bróðir John Joensen. Teri høvdu handil í Jónas Bronsckgøtu. Brøðirnir við familju búðu eisini í húsunum, og meg minnist, at torført var finna út av, hvørji børn John og Poul áttu. Mangan hoyrdi tú, at tann og tann unglingi í húsunum var sonur ella dóttir John og Poul. Síðani stendur Ejler Michelsen pápabeiggi (1917-1998), Jens Guttesen (1916-1996), Johannes Jacobsen (1916-1987) og danskur lærari. Síðani koma Esbern Simonsen úr Hoyvík (1917-1996), Ebbe Müller (1917-1968), Regin Dahl (1918-2007) og uttast til høgru ókendur næmingur.
Mamma segði mangan, at í Realskúlanum var stórur dentur lagdur á serliga fimleikin, so næmingarnir vóru væl fyri kropsliga. (Vagnur)