Fekk forvitnisliga mynd frá 1961 sendandi frá vinmanni. Kenni allar tónleikararnar á myndini Simma Jacobsen, Regin Jacobsen, sála og Haldin Joensen, sála. Dittaði mær at ringja til Simma, sum nú er 91 ára gamla. Spurdi, um hann minnist hesa mynd. Jú, tað gjørdi hann. Hetta skuldi gerast áhugaverd samrøða. Og Simmi sigur:
– Vit spældu vanliga til dans í Tórshøll, sum var dansistað í Niels Finsensgøtu. Eit kvøldið frættist, at mynd skuldi takast av okkum í sambandi við serligan føroyafilm, sum skuldi gerast um gerandisdagin hjá føroyingum, og hvussu vit lívbjargaðu okkum. Eisini, hvussu samfelagið mentist nógv um hetta mundið. Myndin er tikin í Tórshøll. Tá vit spældu til dans, brúdleyp ella veitslur, so hendi, at steðgur var í dansinum, og fólk fóru upp á gólv. Og soleiðis var eisini gjørt hetta kvøldið í Tórshøll, sigur Simme og heldur fram.
– Livandi myndir vóru tiknar av okkum og við eitt, steðgaði dansurin og fólk at dansa føroyskan dans. Á myndini spælir Regin harmoniku, Halden guitar og eg trummur. Haldin spældi vanliga trummur, men hetta kvøldið spældi eg trummur, tí har skuldi okkurt serligt spælast á trummunum, sigur Simme at enda.
Áhugaverd mynd, tí eg fekk akkurát um dansin í Tórshøll, sum gavst nakað seinni sum dansistað. Síðani komu vit í dans í Losjuni, Sjónleikarhúsinum ella Klubbanum. Kenni/kendi teir tríggjar Simma, Regin og Haldin. Simme er uppvaskin við Landavegin sonur Jógvan og Ninnu Jacobsen. Regin Jacobsen, sum spældi í fleiri tónleikarabólkum var sonur Niels í Stórustovu úr Havn og Olivu í Horni gift Jacobsen. Minnist serliga Regin frá Gogguni, Rúnum og Flamingo. Haldin var uppvaksin í Hornabø sonur Albert og Ingrid Joensen. Seinnu árini arbeiddi Haldin á Forngripasavninum, har hann “skannaði” túsundtals gamlar svart/hvítar myndir. Plagdi onkuntíð at vitja hann á arbeiðsplássinum, har eg leitaði eftir onkrari eldri mynd. (Vagnur)