Vit vóru í Danmark í 2009 og vitjaðu ein vinkonu, sum tíverri ikki er millum okkum longur. Eg var tá úti fyri serligari hending við kanalirnar í Keypmannahavn, tá fólk flokkaðust um tvær ungar gentur, sum høvdu eins litt yvirskegg og hárið. Eg fann fram myndatólið og spurdi genturnar, um eg kundi taka mynd av teimum. Jú, tað kundi eg gott, og eg fekk eisini søguna um yvirskeggini.
Tvær ógvuliga fyrikomandi ungar gentur. Eg spurdi tær, um yvirskeggið var natúrligt. Onnur gentan segði mær, at í miðbýnum í Keypmannahavn var stór altjóða stevna fyri samkynd. Í einum bási kundi tú fáa ymist gjørt millum annað tatoveringar og fáa ísett ringar allar staðir á kroppinum. Eisini var lítil básur, har tú fekst ásett yvirskegg, sum varð litað eins og títt egna hár.
Spurdi genturnar, um tær vóru samkyndar, men tað vóru tær ikki, søgdu tær við einum smíli. Tær vildu bara á henda hátt stuðla eini góðari sak um góðkenning. Vøkru yvirskeggini, sum riggaðu væl, fingu nógv fólk at steðga á og forvitnast, tí myndin var góð og løgin. Tað var, sum yvirskeggini fingu tankarnar hjá fólki at sveima. Eingi ivi um, at fyrireikararnir av altjóða stevnuni høvdu sett upp henda básin sjálvandi við einum endamálið. Og átakið eydnaðist, má eg siga.
Barak Obama og tey samkyndu
Vit hoyra dagliga um mótmælisgongur kring heimin til frama fyri teimum samkyndu, sum krevja sín rætt í samfelagnum. Í summum londum vera hesi fólk kúgað. Høvuðssøgan var herfyri úr USA, at amerikanski forsetin Barak Obama segði hesi orð í fjølmiðlunum: “Tað er týdningarmikið fyri meg at ganga á odda og vátta, at eg haldi, at tey samkyndu skulu hava loyvi at giftast”. Meiningakanningar i USA vísa, at helvtina av amerikanska fólkinum taka undir við forsetanum, meðan tey konservativu kristnu eru í øðini.
Í Danmark hava 70% av prestunum herfyri givið til kennar, at teir hava einki ímóti at gifta samkynd í teirra kirkjum. Tíðin flytir greinsirnar til frama fyri teimum samkyndu.
Greinsa at góðtaka tey samkyndu flytir skjótari í summum londum enn øðrum. Í Føroyum halta vit altíð nógv ár aftaná. Vit minnast orrustuna um 266b, málið, sum nú hevur lagt seg.
Eg kenni væl samkynda føroyska kvinnu, sum hevur verið gift við aðrari kvinnu í tíggju ár, og tey eiga eina smágentu. Tey búgva hjá okkum, tá ið tey eru í Føroyum, og eg má siga, at tú hugsar slett ikki, at tær eru samkyndar. Tær kundu tað sama bara verið tvær vinkonur.
Kona føroysku kvinnuna er útlendsk, og hon segði mær, at í heimlandinum góðtaka fólk nógv betur samkyndar gentur og kvinnur enn dreingir og menn. Tað er so vanligt frá ungum árum, at gentur ganga hond í hond, meðan fólk ikki rættliga góðtaka, tá ið tveir menn ganga hond í hond í gøtunum.
Eg kenni nógv samkynd, og samkynd vóru eisini í mínum grannalagi, tá ið eg var ungur. Havi altíð góðtikið tey samkyndu, tey skulu sum vit onnur sjálvandi eisini liva í friði í okkara samfelagi. Greinin er skrivað í 2012. (Vagnur)