Úr myndasavninum – Sigmundur var í 1973 søktur millum Stong og Eystnes

Sigmundur komin úr Havn og leggur at við Sjógv í Kollafirði. (Mynd Fornminnissavnið)

Kom um dagarnar í blaðnum Birting frá 2000 fram á forvitnisliga mynd frá 1956 av “postbátinum” Sigmundi hjá Torshavns Mælkeforsyning og margarinefrabrik. Vit ungu søgdu Sigmundur hjá Meiarínum. Sigmundur er júst komin úr Havn og leggur at við Sjógv í Kollafirði. Fyri meg og onnur serlig mynd, tí ikki fyrr enn í juli mánað í 1966 var koyrandi eftir Oyggjarvegnum til Kollafjarðar og vestureftir. Jógvan Christiansen mammabeiggi var giftur til Kollafjarðar, og meg minnist ferðir við Sigmundi og eisini Reynir til Kollafjarðar. Og fyrstu ferð eg sum drongur spældi hondbólt í Vestmanna, fóru vit fyrst við postbátinum úr Havn til Kollafjarðar og víðari við bussi til Vestmannar.

Sigmundur var flaggskipið hjá Meiarínum smíðaður í Peterhead í 1942, og var tá framkomið ferðamannaskip góðkendur til 250 ferðafólk. Samfelagið broyttist skjótt í sjeytiárunum, og longu í 1973 hevði Sigmundur tænt fyri seg  og var søktur millum Stong og Eystnes, har mong slupp eisini var søkt. Hyggur tú nærri at myndini frá 1956, so kennist tú við fleiri andlit. Minnist meg rætt var Christian Martin Rubeksen skipari í mong ár umborð á Sigmundi. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply