So langt eg kann minnast sum smádrongur, vann besta manslið hjá TB einki FM-heiti í bestu fótbóltsdeildini. TB vann FM-heitið í 1951, men so vann TB ikki FM-heitið aftur fyrr enn í 1976. TB vann FM-heitið í 1976, 1977 og 1980, og TB liðið var eitt so væl spælandi lið, sum fólk enn tosa um. Øll hesi 25 árini vóru tað serliga KÍ og HB, sum vunnu FM-heitið, men í 1959 og 1962 vann B36 FM-heitið. Í einum myndablaði sá er omanfyri lýsingina frá Restorffs bryggjarí. Og lýsingin boðar frá nógvum góðum.
Restorffs bryggjarí gjørdi SISU lýsingina, eftir at TB vann FM-heitið í 1977. Spælarin á myndini er TB spælarin Petur Hammer, sum eg minnist sum skjótan og frálíkan álopsbakk. TB liðið varð hesi árini mannað við evnaríkum spælarum, og úr rúgvuni kunnu nevnast bóltsnillingurin Henrik Thomsen og Nolsøe tvíburarnir. Eisini hevði TB góðan málverja í Gordon Hofgaard.
Nú havi eg fingist nógv við lýsingar, og sálarfrøði er við í spælinum, tá ið lýsing verður gjørd. Tað ræður um at fanga keyparan. “Ein drikkur við drúusukri, ið strimbrar vøddar og heilan” er á lesa á lýsingini. TB spælarar lýstu við SISU á leikbúnanum, og so er spurningurin, hvussu nógv SISU spælararnir drukku, og hvussu drikkurin ávirkaði heilan í fótbóltsspælinum.
Óivað hava HB-spælararnir eisini drukkið SISU, sum jú varð framleitt í Havn, tí tað eyndaðist HB at vinna FM-heitið í 1978. Síðani vann ÍF FM-heitið í 1979, og TB aftur í 1980. Eg taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at fólk streymaðu í Gundadal at síggja TB spæla henda skjóta og undirhaldandi álopsfótbóltin, sum um tað mundið var nýtt í Føroyum. TB áskoðararnir høvdu við sær vælkendu sirenuna, sum ljóðaði um alla Havnina. Sverri Midjord átti sína æru, at TB spælararnir dugdu at spæla fótbólt.
Restoffs bryggjarí er søga, og nú er tað Føroya Bjór, sum framleiðir SISU, sum verður nógv drukkið kring landið. So er spurningurin, um SISU framvegis stimbrar vøddar og heila, tí tað gongur ikki so væl hjá KÍ í bestu mansdeild. Heldur eru tað KÍ kvinnurnar, sum drekka meira SISU, tí tær vinna FM-heitið ár um ár. (Vagnur)
