Úr myndasavninum – 53 ára gomul mynd av neistadreingjum

Neistin dreingir 1964. Aftast f.v: Niels Símun Johannesen, FinnBjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Tummas Joensen og Tønnis Wardum. Húkandi f.v: Kristjan á Neystabø, Echardt Persson, Bjarni Samuelsen, Eyðfinn Lamhauge og Sverri Wang.

Neistin dreingir 1964. Aftast f.v: Niels Símun Johannesen, FinnBjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Tummas Joensen og Tønnis Wardum. Húkandi f.v: Kristjan á Neystabø, Echardt Persson, Bjarni Samuelsen, Eyðfinn Lamhauge og Sverri Wang.

Í 1963 varð fyrstu ferð kappast um FM-heitið í dreingjadeildini og gentudeildini. VÍF vann fyrsta FM-heitið fyri dreingir, meðan Neistin vann fyrsta FM-heitið fyri gentur. Neistahúsið varð bygt í 1963/64, og tá kom verulig ferð á ungdómsarbeiðið í Neistanum. Og longu í 1964 bar hetta ávøkst, tí bæði genturnar og dreingirnir hjá Neistanum vunnu FM-heitið. Og tað var í 1964, at bæði liðini fóru tríggjar vikur langa hondbóltsferð til Noregs. Myndin omanfyri av dreingjaliðnum er tikin í Noregi. Sum tit síggja, komu nógvir av dreingjaliðsspælarunum at manna besta liðið hjá felagnum nøkur ár seinni. Børn hjá tveimum av spælaranum eiga børn sum spæla ella hava spælt á bestu liðunum hjá felagnum. Vanligt var í 1964, at dreingir høvdu brylcreme í hárinum. Ein teirra segði undirritaða, at tað ráddi um, at hárið sat væl, tí nógvar norskar gentur stóðu mangan og eygleiddu føroysku dreingirnar, tá ið teir spældu dyst. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *