Ein dag í seinastu viku hitti eg 90 ára gomlu Solveig Dam í havnargøtum, og vit komu at tosa um hondbólt, tí eg visti, at hon sum ung spældi hondbólt í Neistanum. Tá ið hon segði mær, at hon átti myndir frá hondbóltsferð í Vestmanna í 1940-árunum, gjørdist eg forvitin. – Tú ert altíð vælkomin at síggja og lána myndirnar, segði Solveig. (Greinin skrivað 23. janurar 2014)
Solveig Dam býr í Blákollugøtu, sum er síðuvegur til Villingardalsvegin. Solveig og maðurin Jóan Petur Dam bygdu á trøðni hjá pápa Solveig Jóan Jakku Joensen, sum hevði skóbúð í Vágsbotni. Jóan Jakku var av Viðareiði, og Poulina mamma Solveig var úr Havn. Solveig var gift Jóan Peturi, sum var úr Húsavík, og tá ið pápin Jóan Jakki gavst sum keypmaður í Vágsbotni, yvirtóku Solveig og Jóan Petur skóbúðina.
Solveig og Jóan Petur eiga sonin Ega Dam, sum vit kenna frá sjónleikinum. Sonur Ega og Biritu Mohr er Ári Egason Dam, sum var málverji í Neistanum, og sum nú er málverji í H71. Egi spældi hondbólt í Neistanum sum ungur, áðrenn hann av álvara fór at spæla sjónleik.
Solveig og eg seta okkum við køksborðið at hyggja at myndunum, men eyguni bila hjá Solveig, og tí hevur hon tól, sum kann vaksa um myndirnar. Myndir tá á døgum vóru smáar, og tær koma veruliga ikki til sín rætt, fyrr enn tú veksur um tær í telduni. Solveig sigur mær síðani frá áhugverdari hondbóltsferð til Vestmannar í 1940-árunum.

VÍF kvinnur nærmast við VÌF merki í bringuni. Tað skortar við nøvnum, men aftast eru neistakvinnurnar Elsa Horn, Rúna Kamban, Solveig Dam og Jacobina Jacobsen. Kanska fái eg fatur í øllum nøvnunum.
– Tá var eingin Oyggjarvegur, og tí máttu vit fyrsta sigla úr Vágsbotni við postbátinum til Kollafjarðar. Vit vóru ógvuliga spentar, tá ið Reynir henda leygarmorgun legði frá landi í Vágsbotni, tí vit skuldu liggja nátt í Vestmanna og búgva hjá VÍF-spælarum. Hetta var uppliving í sjálvum sær, tí vit koma eisini at kenna foreldrini hjá spælarunum, sum vóru ómetaliga blíð og góð við okkum.
– Komnar til Kollafjarðar gekk leiðin við bili til Vestmannar, har allar vestmannagenturnar stóðu klárar at taka ímóti okkum. Hvør neistaspælari fór so heim við einari VíF-gentu, har vit beinanvegin fingu ein drekkamunn og vístar, hvar vit skuldu sova. Eg haldi meg minnast, at vit spældu dyst bæði leygardag og sunnudag. Vit lógu nátt, tí vit sluppu ikki heimaftur leygarkvøld, sigur Solveig.
– Sum tú sært á myndunum, so var Vestmanna ein minni bygd í 1940-árunum, enn hon er í dag. Umframt at spæla hondbólt, hugdu vit okkum um í bygdini og gingu eisini nakað niðan í hagan. Vit komu á henda hátt at kenna VÍF-spælararnar ógvuliga væl, og alt sambandið okkara millum var í góðum positivum anda, sjálvt um vit royndu at vinna hvør á øðrum á vøllinum.

Vit høvdu eisini stundir at ganga í haganum. Til vinstru neistakvinnurnar Helena Dal Christiansen og Elsa Horn
– Sunnudagin skulu vit so aftur til Havnar, men eingin fartur var henda dagin, og tá bjóðaði Kristoffur Kristoffersen, sum er pápi Òla Jákup Kristoffersen, og ein vinmaður, at sigla okkum á Oyragjógv, har vit í lastbili vórðu koyrdar til Miðvágs. B36 var komið úr Havn í báti, sum felagið hevði leigað, at spæla fótbólt ímóti miðvingum. Hetta visti Kristoffer, og soleiðis sluppu vit aftur til Havnar, sigur Solveig.
– Eg spældi hondbólt í eini fimm ár frá tí eg var fimtan, sekstan ára gomul til eg var um tjúgu ára aldur. Vit spældu hondbólt í Gundadali á grúsvølli, men eg var eisini fleiri góðar hondbóltsferðir á bygd. Spældi í Klaksvík, á Sandi, á Strondum, í Vági og so í Vestmanna.
– Hetta eru minniligar hondbóltsferðir at minnast aftur á. Eg kann minnast, at vit seinni sum old girls kvinnur vórðu bjóðaðar til Vágs at spæla, og tá spældu vágskvinnur í niðurdeilunum, sum tær spældu í sum ungar. Vágbingar vóru altíð so blíðir og fyrikomandi, og tí gleddu vit okkum altíð at fara longu ferðina til Vágs, sigur Solveig at enda.
Altíð er áhugavert at práta við eldri neistaspælarar, tí tú sært í andlitsbragdinum, hvussu góðu upplivingarnar sita djúpt í sálini, sjálvt um tað er meira enn sjeyti ári síðani, tey spældu hondbólt. Myndirnar í greinini siga júst frá tí sama. Og gott at neistakvinnur høvdu myndatólið við sær til Vestmannar. (Vagnur)






