“Bert útlendsk lúsin er” eisini í føroyskum hondbólti

Vit hava í Føroyum nógvar dugnaligar fysioterapeutar. Ikki neyðugt við danskari arbeiðskraft. (Mynd: Brot úr Sosialinum)

Tá eg var ungur, vóru orðini “bert útlendsk lúsin er” mangan at hoyra millum mannað. Tá sótu danir mest sum á øllum í Føroyum millum annað sjúkrahúsverkinum og skúlaverkinum. Ja, sjálvt postkassarnir vóru reyðir. Tað var, sum føroyingarnir bara dugdu at fiska, men at umsita landið, máttu danir taka sær av. Í 2017 eru vit komin nakað longur, tó at stórur útlendskur kapitalur er í fiskivinnuni, og at løgreglan og dómsstólurin framvegis eru donsk, og danskt verjuskip siglur kring oyggjarnar. Eg havi tað fatan, at enn liggur djúpt í føroyinginum orðini “bert útlendsk lúsin er”. Vit keypa útlendskar spælarar fyri stórar upphæddir, har nógvir av teimum ikki eru betri enn teir føroysku. Siti júst og lesi grein í Sosilalinum, at nú skal danska kvinnan Christina Krogshede ráðgeva U21 landsliðnum, sum skal til Algeria. Hví skal hon nú tað?

Tróndur Arge skrivar greinina, og hann skrivar tekstin soleiðis, at henda Christina Krogshede næsta kann ganga á vatninum. Nú kenni eg Krogshede sum spælara millum annað í Slagelse og danska landsliðsliðnum, men Tróndur tekur dekan í so rívan til um Krogshede. Hon var ongantíð ein høvuðsspælari á hvørki liðnum hjá Slagelse ella danska kvinnulandsliðnum. Hon var væl fyri tekniskt, og hennara stóra styrki var gjøgnumbrotsspæl, og hon sýntist tá sum ógvuliga fyrikomandi og fittur persónur. Um hon er góður fysioterapoetur vita hvørki Tróndur ella vit onnur.

Eg sigi, sum Geir Wardum segði so beinrakið í grein, at tá vit seta danska arbeiðskraft at taka sær av okkara landsliðnum, so missir føroyskur hondbóltur. Ein løtuvinningur. Haldi eisini, at tað er langt úti, at nú skal knappliga ein danskur fysioterapeutur við U21 landsliðnum til Algeria. Ì Føroyum eru nógvir dugnaligir fysioterapeutar, sum kundu gjørt hetta arbeiði minst líka væl og kanska betur enn henda Christina Kroghede. Tá eg lesi greinina um donsku kvinnuna, so merki eg aftur hesa kensluna “bert útlendsk lúsin er”. Hví kunnu vit føroyingar ikki sjálvir taka okkum av venjaraarbeiðinum og “vøddamýkingini” eisini í Hondbóltssambandinum?

Mær dámar heldur ikki, at Hondbóltssambandið ikki gekk Kára Nielsen á møti í sínum ynskjum í fyrireikingini til Algeria ferðina. Menn gakk, so fer HSF heldur inn í H71 eftir ungum venjara til U21 landsliðið og inn í Neistan eftir donskum venjara til kvinnulandsliðið. Hetta er tveir ungir danskir óroyndir venjarar, hvørs endamál er á fáa landsliðsstempul í síni venjarapappírir at fara víðari við. Hondbóltssambandið skuldi sjálvandi gingið Kára Nielsen á møti, tí tað var við honum á odda, at U21 landsliðið vann sær ferðina til Algeria.

Haldi, at alt hetta sigur nógv um okkum føroyingar og eisini um føroyskan hondbólt. Tað koma tveir ungir venjarar til Føroya, at so eftir stuttari tíð gerast teir landsliðsvenjarar. Lætt at sleppa framat, má eg siga. Haldi, at her vantar ein stoltleiki eisini í HSF. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *