
Neistakvinnur 1989. St.f.h: Axel Axelsson, venjari, Ása Hansen, Marjun Christiansen, Svanna Hanusardóttir, Sigrun Mikkelseln og Mildrið Jacobsen. Húkandi f.v: Rannvá Hanusardóttir, Helle Heine(donsk), Anita Rasmussen, Harriet Rasmussen, Inga Dahl og Inga Danberg. (Mynd Vagnur)
Stutt eftir ólavsøku í 1988 kom kendi íslendingurin Axel Axelsson, konan Kristbjørg Magnusdóttir og dótturin til Føroya. Axel koma venja neistamenn og neistakvinnur. Axel er og var kent íslendskt hondbóltsandlit, tí hann var ein av fyrstu íslendingum, sum gjørdist yrkisspælari uttanlands. Axel spældi í nógv ár í Týsklandi og var ein at stuðlunum á íslendska landsliðnum.
Axel var bara venjari, meðan Kristbjørg spældi seinna árið. Gamaní, Axel kundi havt spælt, tí hann plagdi undir venjing at vísa síni evni, men hann hevði nú so vánalig knø. Íslendska húskið var í Føroyum í tvey ár. Sum vit skilja, búgva tey framvegis í Mosfeltsbæ, býur stutt uttanfyri Reykjavík.
Eg hevði nógv samband við Axel, tí hann búði í húsum mínum við Heygsvegin. Vit prátaðu mangan um at vera yrkisspælari í Týsklandi og at spæla á íslendska landsliðnum. Eg minnist, hann segði mær, at tað fyrsta hann legði til merkis hjá neistaspælarum bæði kvinnum og monnum var, at summir spælarar bara vandu við hálvari megi. Teir løgdu ikki tað í venjingina, sum skuldi til til tess at gerast góður áhaldin spælari.
Axel segði, at um spælari ikki orkar at fylgja venjingini við fullari megi, so var betur at seta seg á áskoðaraplássini at hvíla seg eina løtu. Venur tú bara við hálvari megi, so spælir tú eisini dystin við hálvari megi. Spælarin sparir seg.
Eisini segði hann mær, at í føroyskum hondbólti vóru alt ov nógv “bóltflytarar”. Í staðin fyri at herja á málið og spæla fyri sínum møguleika, so spældu summir spælarar bóltin víðari til annan spælara, sum teir hildu kundu skjóta mál. Teir blaka ábyrgdina frá sær til ein annan spælara. Vit mugu fáa spælarar at broyta hugburð undir venjing og í dystum, segði Axel.
Kvinnuliðið á myndini mann óivað vera eitt tað besta kvinnuliði, sum nakrantíð hevur spælt í Føroyum. Liðið hevði góðar spælarar á øllum plássum, og so var liðið mannað við royndum góðum kropsterkum spælarum og ungum evnaríkum spælarum. Spældu tær ímóti liðunum í dag, lógu tær klárt á odda í landskappingini. (Vagnur)