Vesturbúgvin og Eysturbúgvin eru nú farnir um tey 25 árini

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa í Havn. Vakrir og vælhildnir trolarar. (Mynd Vagnur

Síðani barnaárini havi eg havt áhuga í fiskivinnuni, og mest sum hvønn dag leitar man oman á Vestarubryggju at hyggja, um okkurt áhugavert er at síggja. Í seinastu viku landaðu trolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum báðir er bygdir á Tórshavnar Skipasmiðju. Vesturbúgvin í 1991 og Eysturbúgvin í 1990. At síggja til eru trolararnir væl hildnir, men eitt er skrokkur, annað er m.a. motorur, spøl og annað í skipunum, sum nú eru farin um tey 25 árini. Reiðari á Vesturbúgvanum eitur Dánial í Skálum úr Vestmanna, og hann havi eg prátað við.

Fyrst spyrji eg Dánial, um Vesturbúgvin er í góðum standi, og hvussu gongst við veiðuni, nú vit hoyra í fjølmiðlunum, at upsafiskiskapurin í løtuni ikki hilnast nóg væl. Og Dánial sigur: – Vesturbúgvin er í góðum standi, og sjálvt um hann er frá 1991, so livur trolarin upp til krøvini til fiskiskapin, hann skal brúkast til. Trolarin er væl bygdur frá fyrsta degi á Tórshavnar Skipasmiðju, men í 2002 gekk høvuðsmotorin fyri og mátti skiftast. Ein ljósmotur er eisini skiftur, men øll spølini eru tey somu. Annars er alt í lagi.

– Tá tú spyrt um fiskiskapin, so hevur hesin skipabólkur tað tungt í løtuni. Vit fiska fyri tað mesta upsa og gulllaks, og upsafiskiskapurin í nýggja árinum hevur ikki hilnast nóg væl. Líka síðani í 1993 hava vit fiska gulllaks helvtina av árinum, tá er talan um summarmánaðirnar. Gulllaksur hevur verið heilt gott ískoytið hjá trolaranum, og vit hava síðani 1993 verið við at bygt upp hesa vinnu, har veiðan verður mest landað í Leirvík, har gulllaksurin verður frystur heilur ella malin til fars, sigur Dánial í stuttari viðmerking

Tað er partafelagið Vesturbúgvin í Vestmanna, sum eigur trolaran VN 459. Í partafelagnum eru Dánial og annar maður og so synirnir hjá Dániali, har ein er skipari á Vesturbúgvanum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *