Bróðursonur mín á Eirargarði hevur sama rætt í samfelagnum sum vit onnur

Bróðursonur mín hevur sama rætt í samfelagnum sum vit onnur. (Mynd Vagnur)

Meðan vit byggja undirsjóvartunlar fyri milliardir, byggja havn fyri hálva milliard og miðnámsskúla fyri 700 milliónir, ætlar landsstýriskvinnan í almannamálum at smoyggja eina lappaloysn yvir høvdið á neyðars menningartarnaðu fólkunum á Eirargarði. Hetta er átaluvert og langt úti. Tey menningartarnaðu í Føroyum hava sama rætt í samfelagnum sum vit onnur.

Eirargarður skal umvælast fyri 24. milliónir krónur. Tað syrgiliga í hesum máli er, at ikki fyrr enn umvælingin er fyrireikað og klár at bjóða út, vendir landsstýriskvinnan sær til tey avvarðandi, til starvfólkini í Eirargarði og Javna. Hetta eru alt fólk, sum vita, hvørjar umstøður tey menningartarnaðu skulu hava. Hetta er átaluvert og langt úti av eini landsstýriskvinnu, sum sigur seg verja tey veiku í samfelagnum.

Fjøruti ára gamli bygningurin er ótíðarhóskandi, og so hevur soppur eisini verið í bygninginum. (Mynd Vagnur)

Landsstýriskvinnan lurtar ikki eftir hesum fólkum, sum siga, at tað er skeivt at brúka 24 millónir krónur til ein ótíðarhóskandi bygning, sum er fjøruti ára gamal, og sum er fongdur við soppi. Tey menningartarnaðu fáa ikki betri umstøður og slett ikki nøktandi umstøður. Einasta loysning er at byggja nýtt.

Nú skulu vit minnast til, at núverandi samgonga fór til val til tess at betra um umstøðurnar hjá teimum veiku í Føroyum, og samgongan við Javnaðarflokkinum á odda er ikki meira enn komin til valdið, so smoyggir landsstýriskvinna í Javnaðaflokkinum hesa lappaloysn yvir høvdið á menningartarnaðu fólkunum uttan at spyrja seg fyri hjá teimum avvarandi, starvsfólkunum og Javna. Hetta er út yvir alt mark.

So kundi eg eisini spurt, hvar hini fólkini í samgonguni eru í hesum máli, sum fyri valið lovaðu gull og grønar skógir, so tey minnu mentu í samfelagnum komu til orðanna og fáa betri liviumstøður. Havi varhugan av, at nógv av hesum fólkum fara bara eftir teimum søtu bommunum í samfelagnum. Haldi eisini, at løgtingsfólk í Suðurstreymoy hava sovið í tímanum, tí meðan stovnar eru bygdir kring landið, er einki hent í Havn í nógv Harrans ár. Ùssaligt, má eg siga.

Sjálvur havi eg eitt sindur av innliti í málinum um Eirargarð, tí ein bróðursonur mín býr á Eirargarði og hevur búð har í nøkur ár. Og sjálvandi hevur hesin 25 ára gamli drongur sama rætt í samfelagnum sum vit onnur. Nú mugu fólk taka seg saman og fáa broytt ætlanina hjá landsstýriskvinnuni. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *