H71 og VÍF eru framvegis besta boðið at spæla FM-finalurnar

Spennandi at fylgja við, um VÍF kann fóta sær aftur eftir dystirnar ímóti H71 í steypakappingini.

Tann gloymda landskappingin í bestu mansdeild er so spakuliga farin á rull aftur. Vit kunnu øll vera samd um, at ikki síðani Hondbóltssambandið var stovnað í 1980, hava vit sæð eina so illa lagda landskapping í bestu mansdeild. Havi áður skrivað um støðuna hjá Kyndlaliðnum, sum ikki hevur spælt landskappingardyst síðani 17. desember og skal spæla fyrsta dystin aftur 5. mars ímóti Neistanum. Slíkt havi eg ongantíð sæð áður. Men hvat kunnu vit vænta okkum av liðnum og millum annað kyndilsliðnum, sum hevur fingið Andreas F. Hansen í venjaratoymið. Hetta skuldi boða frá góðum.

Eg havi frætt, at kyndilsmenn hava vant hart, og eftir dystarsteðg í landskappingini í næstan tríggjar mánaðir, skal liðið spæla tríggjar dystir í eina viku. Ìmóti Neistanum 5. mars, ímóti VÍF 8. mars og ímóti KÍF 12. mars allir dystir í høllini á Hálsi. Slíka leikaskrá mugu vit bara flenna at, má eg siga. Nú eru vit komin so mikið langt í grundspælinum, at mest sum allir dystir eru “vind og forsvind” serliga hjá Neistanum, Kyndli og KÍF, tí VÍF og serliga H71, sum verður annað liðið í FM-finalunum, er framman fyri í taptum stigum. Stigatalvan omanfyri er áhugaverd.

Sjálvur eri eg ikki sørt spentur, hvat venjaraskiftið í Kyndli kann bjóða okkum, og um VÍF kann reisa seg aftur eftir tapini fyri H71 í hálvfinalunum í steypakappingini. Tað, sum eg sá á skíggjanum, so var VÍF liðið í djúpum aldudali báðar dystirnar hálvfinalunum. Nógvir spælarar sýntist ikki uppsettir, og serliga verjutaktikkurin sveik. Ja, so skulu vit minnast til, at KÌF hevur júst vunnið á H71, so nógvir spennandi og tættir dystir eru fyri framman.

Lætt er at sita á síðulinjuni og gita, men eg rokni heilt vist við, at Kyndil fer at gera rimmar vørr í mars mánað, og at KÍF eisini er við í kappingini. Mín ivi er VÍF, men her havi eg bara hagtølini og báðar dystirnar ímóti H71 í steypakappingini at halda meg til. Serliga spennandi, hvussu fer at gangast í dystinum í Havn 8. mars millum Kyndil og VÍF. Her fer Kyndil uttan iva at leggja nógv fyri, tí dysturin er veruligur lagnudystur fyri liðið.

Eg havi framvegis H71 og VÍF at spæla FM-finalurnar í apríl mánað, har VÍF fær kapping frá bæði KÍF og Kyndli til allar seinastu dystirnar í grundspælinum. Við í telvingini er eisini, um Neistin, StíF og Team Klaksvík kunnu taka stig frá ovaru liðunum. Hyggja vit í stigatalvuna, so er liðini viðbrekin og mangan ógvuliga skiftandi í avriki. Ùrslitini boða frá hesum.(Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *