Vit fingu um endan á tunnuævintýrinum á Vestarubryggju

Mynd frá 1950-árunum á Vestarubryggju. Hetta var fyri, at eg sum smádrongur leitaði oman til sjóvarmálan. Saltsølan var ikki bygd og harvið einki tunnuvirki. (Mynd Lossingarmenn í Havn)

Í 1950 og 1960- árunum var rættiligt sildarok norðan fyri Føroyar, og á Vestarubryggju í Havn, sum var okkara spælipláss, kundu vit ungu fylgja nógva sildaarbeiðinum. Tí eins og vit síggja á myndini omanfyri, lógu tunnur allastaðni, ja, heilt niðan í Hornabø. Minnist væl, tá tey bygdu Saltsøluna og stóri kranin kom at standa á bryggjuni. Í Saltsøluni var tunnuvirki, har eini tíggju/fimtan mans arbeiddu. Vit ungu sluppu at síggja, hvussu ein tunna var gjørd úr tunnustavum. Sjálvur lossaði eg onkuntíð tunnustavar, sum oftast komu við farmaskipinum Hólmi. Tunnustavarnir lógu leysar í lastini, og so at leggja tær í stáplar á stropp, sum kranin so lyfti úr Hólmi og upp á hædd í Saltsøluni.

Henda mannin minnist eg væl. Minnist ikki navnið. (Mynd bókin Havnin)

Schønning Eysturoy var formaður á tunnuvirkinum, hesin fyrikomandi maðurin, sum einki hevði ímóti, at vit ungu fylgdu arbeiðinum. Vit komu at kenna allar menninar, sum arbeiddu har. Tað luktaði av brendu timbri á verksmiðjuni, tí tunnufjalarnar/tunnan skuldi hitast, so tunnustavirnir góvu seg. Har stóð eisini maður við stóra jarnrullu, har hann skuldi kappa til og nytta gjørðirnar til tunnurnar. Serligur høvil sást eisini, sum høvlaði kantarnar av tunnustavunum, tá tunnan var vorðin rund.

Vit komu eisini at kenna menn umborð á sildabátunum, har hjallur var gjørdur aftan stýrihúsið. Sum vit skiltu, var sildaarbeiðið umborð at bátunum strevið og tungt arbeiði, tí eitt var at avhøvdu sildina og salta hana í tunnurnar, annað var, at tunnurnar vóru tungar og ringar at stápla í mangan trongu lastini. Altíð áhugavert at koma oman á Vestarubryggja og síggja skip koma at bryggju og skipa upp sildatunnur, og síðani fáa tómar tunnur umborð.

Sildatunnurar skuldu ansast væl, áðrenn tær vóru avskipaðar, og dagliga gingu menn og unglingar og fyltu laka á tunnur gjøgnum hol við proppi á síðuni. Minnist, at Tummas Rubeksen, róptur Hyrdin skipaði hetta arbeiði. Tá vit nærkaðust 1970-árunum minkaði sildaarbeiði og tunnuvirkið steðgaði at framleiða tunnur. Tá vóru nótabátar eisini bygdir, sum fiskaðu sildina við nót. Henda veiða var við árunum útbygd og ment til stóru nýmótans uppsjóvarskipini, sum vit síggja í dag pumpa allan fongin úr nótini og í kølitangar.

Kann minnast, at vit fylgdu væl við í Útvarpinum, hvussu gekst við sildafiskiskapinum norðanfyri. Ùtvarpið segði frá, hvussu nógv sild var í hvørjum sildagarni hjá skipunum. Fjórðingstunna, hálvtunna ella meira í hvørjum garni var mangan at hoyra. Spennandi tíð, men so við eitt var sildin burtur norðanfyri í nógv ár. Hitin í sjónum broyttist uttan iva, og sildin flutti seg. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *