Úr myndasavninum – Landsliðsmyndin er óivað frá 1975

Frá vinstru: Vagnur Olsen, Torbjørn Mikkelsen, Finn Bærentsen, Kyndil, Sverri Jacobsen, Kyndil, Echardt Persson, Neistin, Finnur Helmsdal, Kyndil, Karl Johansen, Stjørnan, Kristin Johansen, VÍF, Bjarni Samuelsen, Neistin, Johnny Joensen, VÍF, Niels Nattestad, Kyndil, Hilmar Joensen, Kyndil, Hans Mortensen, venjari og Erhardt Næs.

Tú fekst landsliðsmyndina sendandi frá vinmanni úr Danmark. Ikki lætt at finna útav, nær myndin nágreiniliga er frá, men man hon ikki vera frá 1975. Meti meg eftir landsliðsvenjaranum Hansi Mortensen og Karli Johansen úr Stjørnuni. Karl spældi fimtan landsdystir fyri Føroyar, og fyrsti dysturin var ímóti Onglandi á útivølli fyrsta novembur í 1975, sum Føroyar vunnu 21-3. Dagin eftir spældu Føroyar ímóti Skotlandi í Cumbernauld, sum Føroyar vunnu 39-14. Árið eftir í 1976 spældu Føroyar minniligu HM-dystirnar í C-bólkinum í Portugal. Føroyar fingu góð úrslit, og liðið tapti millum annað bara við einum máli ímóti Sveits. (21-20). Kári Mortensen og Eyðfinn Egholm, sum spældu í Danmark, komu aftrat manningini úr Føroyum. Fýra persónar á myndini eru ikki millum okkum longur. Vagnar Olsen, Torbjørn Mikkelsen, Finnur Helmsdal og Sverri Jacobsen. Erhard Næs umboðaði ÍSF og Vagnur Olsen og Torbjørn Mikkelsen vóru limir í hondbóltsdeildini í ÍSF. Hondbóltssamband Føroya varð stovnað 19. apríl 1980. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *