Eftir rokfiskiskap á Flemmich kap er Ågot á sleipistøð í Havn

Slættaberg og Ågot á sleipistøð í Havn. (Mynd Vagnur)

Fyri fáum árum síðani ringdi Kringvarpið til mín og spurdi, um eg vildi vera við í kaffipráti í sending, har eg kundi velja persón, sum eg yngsti at hitta, og sum eg ongantíð áður hevði hitt. Eg valdi tá Sonju Jógvansdóttir, tí eg helt hana klára seg so væl bæði í dagliga yrkinum og í arbeiðinum at betra um umstøðurnar hjá teimum samkyndu í Føroyum. Fekk eg møguleikan aftur, valdi eg skiparan á línubátinum Ågot úr Klaksvík. Skiparin eitur Hjaltur Poulsen. Havi í nøkur ár fylgt skiparanum við drívmegini og lívsneystanum, sjálvt um eg bara kenni mannin í fjølmiðlnum og ikki havi tosað við hann. Ágot stendur í løtuni á sleipistøð á skipasmiðjuni í Havn, og beint undir liðini stendur nótabáturin Slættaberg, sum í februar mánað í 2014 silgdi á Ågot við bryggjuna í Klaksvík. Ågot fekk stóran skaða.

Eg kenni eitt sindur til familjuna hjá Hjalturi Poulsen, tí langabbi hansara Hjalgrím Andreasen er ein av teimum fjúrtan systkjunum av Oyrabakka. Í Havn og á Argjum búðu fýra beiggjar hjá Hjalgrími, sum vóru skiparar: Kaysten, Thorvald, Wolfang og Tórhallur. Menn, sum eg kendi, men sum eru farnir. Pápi tey fjúrtan systkini æt Andreas, sum var Eiði, og mamman Anna Tórunn Jónsdóttir var úr Íslandi. Andreas fann sær íslendsku konuna, tá hann ungur fór til íslands at arbeiða. Hjalgrím búsetti seg í Klaksvík og giftist Turid Samuelsen. Ein av børnunum eitur Ågot, sum er mamma skiparan.

Fantastisk mynd. Hjaltur hyggur í eyguni á krabbanum. (Mynd Norðlýsið)

Navnið Ågot brendi seg fast í minnið, tá Hjaltur misti beiggja sín í syrgiligari vannlukku umborð á gamla Ågot. Báturin fekk sjógv, sum breyt seg inn í stýrihúsið, har beiggin var. Ja, so hendingina fyri trimum árum síðani, tá Slættaberg rendi í síðuna á Ågot, sum fekk stóran skaða, og sum var úr vinnu stóran part av árinum. Nú stendur Ågot aftur á sleipistøðini í Havn júst afturkomin av Flemmish kap. Eg fegnist um, at línubátarnir hava fiskað væl, og manningin og reiðarí fáa góða byrjan í fiskiárinum.

Áhugavert at síggja livandi myndir av Flemmish kap á Facebook, har fiskur er í hvørjum húki. So nógvur fiskur var, at teir seta bara helvtina av reiðsskapinum, tí teir megna ikki at arbeiða meira undan. Rokfiskiskapurin hjá øllum skipinum, har kvotan nú er uppfiskað. Eisini hevur myndin av skiparanum á Ågot brent seg í minnið, har hann hyggur í eyguni at stórum krabba, sum hann læt Sjósavninum á Argjum, og í greinini í Norðlýsinum stóð, at Hjaltur hevur verið stórur stuðul hjá Sjósavninum á Argjum.

Síggi upp til slíkar menn, sum hava drívmegi og áræði at reka fiskivinnu, sum mangan er tvørlig og serliga í hesum døgum hjá línubátunum undir Føroyum. Ágot var eisini seinasta summar í Grønlandi, har skipið tók ímótí fiski frá smábátum. Vøkur sjón at sígga Slættaberg og Ågot á sleipistøð í Havn. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *