Sunnudagin brúkti eg rúma tíð í millumbilum framman fyri telduskíggjanum til tess at finna útav, hvussu gongst við ungdómshondbóltinum í Føroyum. Eg kundi tað sama farið í høllina, men míni oyru er ikki til harða tónleikin. At stroyma finalurnar er frálíkt tiltak. Alt riggaði væl, tó var minni gott, at ljóðið var seinkað og passaði ikki til myndirnar, og vit sóu ikki máltalvuni og kundu fylgja við støðuni í dystunum. Sjálvur var eg fegin um, at so nógv ymisk feløg vóru umboðað í steypafinalunum, men so gjørdist mær eisini greitt, at nøkur feløg eru um at yvirhála ymsar deildir í serliga Kyndli og Neistanum, sum altíð hava vunnið heilt nógvar steypafinalur. Kyndil vann onga finalu, og Neistan vann tvær, meðan H71 vann fýra ungdómssteypafinalur. Men, hvat var so annað at síggja?
Skal sigast, at eg sá ikki dreingir 10 ár og gentur 10 ár spæla, men sá brot úr øllum hinum dystunum. Frálíkt, at VÍF gentur 10 ár og Tjaldur dreingir 10 ár vinna finalurnar tó við minsta málmuni, tí VÍF gentur vunnu 7-6 á Kyndli og Tjaldur drengir vunnu 7-6 á VÍF. Fara vit til gentur 12 ár, sóu vit A-liðið hjá Neistanum vinna 22-8 á Neistanum B. Neistin A spældi frálíkan hondbólt og skeyt nógv mál, tó skal sigast, at málverjin hjá Neistanum B skeiklaði fótin í upphitingini, so útspælari mátti í mál.
Finalan dreingir 12 ár stóð millum H71 og StíF, og her var sigursvanda H71 liðið ov stórur biti fyri strandingar. H71 vann dystin 25-12. Fá ár síðani, at H71 vann sjey steypafinalur, og hetta boðar frá, at uppi í Hoyvík verður gjørt frálíkt og mennandi ungdómsarbeiði. Ungdómsliðini øll verja frammi á vøllinum við nógvum tekniskum góðum spælarum. Á StÍF liðnum vóru eisini góðir spælarar, men eg kom at hugsa, um StíF liðið var mannað bæði við fyrsta og annað árs dreingjum, og her er mangan ógvuliga stórur munur
Sum mær dámdi væl at síggja trý lið úr Klaksvík spæla steypafinalurnar sunnudagin og serliga, at Team Klaksvík er við. H71 hevur altíð verið mett sum eitt mans-og dreingjafelag, men nú eru segl sett í Hoyvík at menna gentudeildirnar, og eg havi hoyrt, at H71 ætlar sær at spæla í bestu kvinnudeildini næsta ár. H71 gentur 14 ár vann 18-10 á Stjørnuni, men tá vit hugsa um, at Stjørnan er í nýggjari uppbyggingarstøðu, so skal Stjørnan vera heilt væl nøgd við silvurmerkini. Liðini spældu hampuliga góðan hondbólt, men eg havi áður sæð betri gentulið í hesum aldri.
Gott at síggja Team Klaksvík dreingir 14 ár, sum eg vóni spenna seg út og halda fram at spæla hondbólt. Fyri føroyskan hondbólt má Klaksvíkin vera við. Team Klaksvíks liðið møtti einum sigursvandum H71 liðið, sum er eitt frálíkt hondbóltslið og spælir á sama hátt sum besta liðið hjá felagnum. Verja frammi á vøllinum, spæla nógv skjótálop og so hetta serliga linjuspælið. H71 vann dystin 28-14, men eisini her skal Team Klaksvík vera nøgt við silvurmerkini, tí vit skulu minnast til, at stór hondbóltsfeløg megnaðu ikki at fáa sítt lið í steypafinaluna.
Hyggur tú í hagtølini bara nøkur ár aftur í tíðina, so sótu Kyndil og Neistin mest sum hvørt ár á deldunum gentum 14 ár og 16 ár, men nú er eisini her vent í holini. Tað vóru H71 og Stjørnan, sum spældu finaluna í gentum 14 ár, har H71 vann 18-10. Hugdi góða løtu eftir dystinum Stjørnan og H71 gentur 16 ár, og eg sá hampuliga gott hondbóltsspæl. Umdystur skuldi til til tess at finna steypavinnaran, sum gjørdist H71. At H71 og Stjørnan spælir steypafinalurnar bæði í gentum 14 og 16 ár sigur mær so mikið, at arbeiðið í serliga Kyndli og Neistanum ikki er nóg gott, tí hesi feløg hava jú vunnið so nógv FM-heitið og steypafinalur í gentum í heusm deildum. Gera Kyndil og Neistin ikki nakað munagott, so kanska endar H71 og Stjørnan ovast upp á rókini í bestu kvinnudeildini um ikki so nógv ár.
Neistin hevur eitt frálík dreingir 16 ár lið við Terja Mørk sum høvuðsvenjara. Liðið spælir frálíkan hondbólt, ja, og modernaðan hondbólt. VÍF er eisini gott, men eg helt meg síggja, at nakrir spælarar hungu ov nógv við nevinum og vóru serliga ov seinir aftur at verja. Tað sýntist, sum neistadreingirnir vildu meira, tí VÍF hevur jú vunnið á Neistnum í landskappingini. Eitt, sum eg legði merki til í mun til tíðina, eg sjálvur spældi, so sita eins nógvir spælarar á beinkinum, sum spæla á vøllinum. Sum vit plagdu at siga, at tú lærir ikki at spæla hondbólt við at sita á einum skiftngarbeinki stóran part av dystinum.

Má sigast at vera bragd av neistavenjarunum at Neistin A og Neistin B gentur 12 ár spældu steypafinaluna.
Steypavikuskiftið er hæddarpunktið á árinum, og spælararnir hava fingið hondbóltsminni fyri lívið. Síggi á Facebook, at nøkur fólk ilskast inn á, at fólk vála inni á vøllinum millum dystirnar. Nú er tað soleiðis, at eingin høll í Føroyum hevur altjóða mát, og eg haldi ikki, at tað ger nakað, at tey ungu, sum hava sitið still so leingi sleppa inn á vøllin millum dystirnar. Tá tað ljóðar í hoytalaranum, at nú byrjar næsti dystur, so fara tey ungu av vøllinum. Meira er ikki í hesum.
Jú, steypafinalurnar góvu nógvar ábendingar um framtíðina í føroyskum hondbólti. Í steypasamanhangi eru summi feløg og serlig Kyndil og Neistin følnaði í so máta, og onnur feløg sum H71 heldur somu kós nú eisini á gentusíðuni. Nú bíða vit eftir, hvat fer at henda úti á Argjum, tá nýggja útbygda høllin er liðug. Á Argjum búgva fleiri enn 2000 fólk, so treytirnar eru góðar til góð hondbóltsliðið. Skal leggja aftrat, at gott var at sígga A-dómarar døma steypafinalurnar, ja, og so sást eisini ein kvinna døma dyst. (Vagnur)



