
Áhugavert at sígga fimleikahøllina norðan fyri gamla realskúlan frá 1916. (Mynd – Havnin fólk og yrki)
Fleiri ferð á bólkinum Gamlar myndir úr Havn er spurt um gomlu fimleikahøllina, sum stóð norðan fyri gamla realskúlan. Havi ikki fyrr enn nú sæð góða mynd av umrøddu fimleikahøllini. Fleiri myndir av fimleikanæmingum havi eg sæð, men ikki sjálva fimleikahøllina. Gamli realskúlin var vígdur i 1916, men so er spurningurin, nær fimleikahøllin var bygd. Tá farið var undir at byggja Tórshavnar kommunuskúla í 1952, og sum var liðugur og vígdur 2. september 1956, mátti gamla fimleikahøllin víkja og var tikin niður. Tórshavnar skipasmiðja keypti høllina fyri 10.000 krónur, sum var sett upp á skipasmiðjuøkinum. Myndin omanfyri má vera tikin millum 1916 og 1926, tí realskúlin stendur har, men vit síggja ikki Sjónleikarhúsið, sum var tikið í nýtslu í 1926. Flestu sethúsini, vit síggja á myndini, standa har enn, men ikki handa vakra laðaða grótbrúgvin. Eisini áhugavert at síggja, at øll fólkini í fylginum eru í hatti ella húgvu, ja, so spæla børn í ánni. Leggi eisini merki til, at húsagrundirnar eru laðaðar. (Vagnur)