Strandingar vunnu fyrstu FM-heitini í 1943, 1944 og 1945 (e)

Menninir vunnu fyrsta FM-heitið í 1943. Óivað einasta myndin av liðnum er úr savninum hjá Lassa Borðoy

Stranda ítróttafelag varð stovnað 11. oktober 1942, og fyrsti formaður í felagnum var Carl Andreasen, sum slóðaði fyri at spæla hondbólt á Strondum. Carl var snikkari og hevði verið í Danmark og lært til konstruktør. Í Danmark kom hann at kenna hondbóltsspælið, og komin aftur til Føroyar fór hann í holt við at læra strandingar at spæla hondbólt. Og væl bar til.

Í 1942 eru vit miðskeiðis í seinna heimsbardaga, týskurin hevði hertikið Danmark, og enskir hermenn komnir upp á land í Føroyum. Nógv fólk var heima, tí bara nakrar sluppir og skonnartir keyptu fiski í Íslandi og sigldu til Onglands at selja fiskin fyri nógvan pening. Men bara fáir fiskimenn sluppu við hesum skipum, og hættisligt var at fara til útróðrar.

Richard Johansen, sum spældi við besta liðnum hjá StÍF, hevur sagt mær frá um fyrstu hondbóltstíðina á Strondum, og sjálvur fekk eg um endan, tá ið vit leigaðu deksbátin Nólsoyar Páll at siglu okkum inn á Strendur at spæla dyst ímóti StÍF á grúsvøllinum í bygdini. Fyrsta nevndin í StÍF var mannað við Carl Andreasen sum formanni, Carl Olsen sum næstformanni og Hans Jacob Simonsen sum kassameistari.

Á stovnandi aðalfundinum vóru 42 mannfólk og ellivu konufólk. Limagjaldið var fimm krónur um árið, men harumframt skuldu menninir í felagnum binda seg til 30 tíma pliktarbeiði at gera vøll at spæla á.

Tey gjørdu fyrst hálvan vøll

Tey gjørdu fyrst ein hálvan hondbóltsvøll, sum vendi suður og norður, men síðani varð vøllurin gjørdur vil vanligan hondbóltsvøll, sum kom at venda eystur og vestur. Fyrsti landskappingardysturin varð spældur á Strondum 30. mai 1943. Tað var Havnar Fimleikarfelag, ið kom við einum mansliði, og varð úrslitið av dystinum javnleikur 5-5. Liðið úr Havn var óivað eitt neistalið, tí bæði kvinnur og menn úr Havnar Fimleikarfelag spældu hondbólt í Neistanum.

Tey gjørdu fyrst hálvan hondbóltsvøll, sum vendi suður og norður. (Myndin úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy)

Landskappingin í hondbólti byrjaði í 1943, og vann mansliðið hjá strandingum meistaraheitið í 1943, 1944 og 1945, og 2. manslið hjá Stranda Ítróttafelag vann eisini FM-heitið í 1943, 1944 og 1945, sum má sigast at vera frálíkt hondbóltsavrik á Strondum hesi árini.

Men so endaði seinni heimsbardagi, og menn og kvinnur kring landið kundu fara út aftur í vinnuna, og tí vóru eingi lið at spæla ímóti. Menninir fóru flestir aftur til skips, og kvinnnurnar fóru nógvar av bygdina at tæna ella at læra, og summar kvinnur fóru av landinum. Hetta førdi til, at tey knappliga um heystið í 1945 góvust at spæla hondbólts á Strondum.

Í 1946 og 1947 vóru sum sagt eingi manslið at spæla ímóti á Strondum, og tí datt hondbólturin meir ella minni niðurfyri. Og ikki fyrr enn í 1958 spældu strandingar aftur í landskappingini, og hevur StÍF spælt øll árini til dagin í dag í bestu deildini uttan árið 1973.

Gigga umborð á Nólsoyar Páll 

Tankarnir leita nú aftur til miðskeiðis í 60-árini, tá ið deksbáturin Nólsoyar Páll við Gigga sum skipara kom eftir neistaunglingum inni í Vágsbotni. Hetta var einasti møguleiki hjá okkum at koma inn á Strendur at spæla hondbólt og koma aftur sama dag. Oyggjarvegurin var um at vera liðugur, men hann var ikki enn samanbundin.

Minnist at hava siglt tvær ferðir við Nólsoyar Páll úr Vágvbotni inn á Strendur at spæla hondbólt. Vit vóru báðu ferðir meira enn eitt lið. 

Tað vóru neistaunglingar, sum longu fingu sjóverk, tá ið Nólsoyar Páll sigldi út um Molan. Eg kann minnast, at mangan var gjálvut við Hoyvíkshólm, og Gigga sigldi altíð millum Hoyvíkshólm og flesjuna. Komnir inn á Tangafjørð var mest sum altíð gott veður. Eg kann minnast, at við grúsvøllin á Strondum var lítið hús, har vit skiftu í spæliklæðini, men har var eingin brúsa.

Grúsvøllurin varð asfalteraður í 1968. Nógvir áskoðarar sóu dystirnar millum Neistan og StÍF, og eftir dystin vóru vit bjóðaðir heim til drekkamunn hjá StÍF spælara, áðrenn Nólsoyar Páll sigldu okkum aftur til Havnar. Seinni í 60 árunum varð Oyggjarvegurin samanbundin, og Sundaferjan fór at sigldi millum Hósvík og Selatrað, og tá gjørdust møguleikarnir hjá okkum betri at koma inn á Stendur.

Vit vóru ótrúliga væl móttiknir á Strondum, og minnini eru góð. (Myndin er úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy)

Tíðirnar broytast, og hondbólturin broytist frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl. Høllin í Klaksvík kemur í 1968, høllin í Havn kemur í 1970, og høllin á Skála verður bygd í 1980/1981, har StÍF nú heldur til. Tað er  soleiðis, at Skála tekur sær av fótbóltinum, og Strendur tekur sær av hondbóltinum.

Standingar byrjaðu at spæla hondbólt í 1942, tað vil siga fyri 70 árum síðani, og ikki kann sigast annað, at tey hava verið ófør á Stondum og á Skála, tá ið hugsað verður um, at barnatalið í skúlunum er minkað seinastu árini. Hondbólturin hevur djúpar røtur á vestara armi á Skálafjørðinum, og strandingar hava altíð staðið fyri skjótum og góðum álopsspæli. Kanska er Carl Andreasen komin úr Danmark við góða spælistílinum.

Í seinni grein fari eg at skriva eitt sindur um kvinnuhondbóltin á Strondum, har eg havi útvegað góða mynd av StíF kvinnum frá 1958. Eg havi fingið loyvi at brúka myndir úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy, og tað takki eg honum fyri. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *