Úr myndasavninum – Gundadalur í 1967/1968

Áhugavert at síggja øll bilsniðini, sum nú eru ellisakfør. (Mynd Havn – fólk og yrki)

Haldi, at myndin omanfyri er góð. Myndin er frá 1967/68, tí vit síggja grundina stoypta til nýggju ítróttahøllina á Nabb, sum vit tá róptu økið. Minnist, at tað tók hálvtannað ár at byggja høllina, sum var tikin í nýtslu í desember mánað 1970. Nú hoyra vit, at ov fáir áskoðarar koma í Gundadal at hyggja at fótbólti, men vit síggja á myndini, at er ørgrynna av áskoðarum eru til dyst. Tá fór familja frá húsum at hyggja at fótbólti. Kanska øll ikki høvdu so stóran áhuga í sjálvum spælinum, men tey hittust í Gundadali til fótbólt og gott prát. Tá var einki sjónvarp, og liðini í bestu deildini vóru ikki meira enn fýra lið, sum spældu seks landskappingardystir, nú spæla liðini 27 dystir. Vit síggja nýggja neistahúsið frá 1964, B36 barakkina, sum kom úr Mjørkadali, og har eru eisini kyndilshúsið og gamla neistahúsið. Áhugavert at síggja ymsu bilsniðini, sum eg minnist øll væl. Ja, og elsteyrarnir, sum høvdu tað ringt í óveðri, har leidningar mangan slerdu saman ella lógu á vegnum, tá steyrarnir brotnaðu. Nú eru allir leidningar grivnir í vegirnar. Svarta barakkin var umvæld til dansistað í 1967, men longu í 1969 var barakkin niðurtikin, tí hon egnaði seg ikki til dansivirksemi. Húsini hjá Daniellu Olsen standa har enn, og tey mugu ikki takast burtur, fyrr enn Daniella er farin. Hon býr á Boðanesheiminum, og Daniella fyllir 104 ár 7. juni komandi. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply