
Strandakvinnur í 1958.St.f.v: Oda Høj, Marjun Bethelsen, Hennebeth Poulsen og Kirstin Høj. Húkandi´f.v: Selma Johansen, Dora Poulsen, Joan Poulsen og Sólborg Johansen. (Úr myndasavni hjá Lassa Borðoy)
Í fyrru greinini um part av hondbóltssøguni hjá StÍF skrivaði eg, at StÍF varð stovnað 11. oktober 1942, og at nógv fólk var heima undir seinna heimsbardaga, men tá ið kríggið endaði í 1945, minkaði hondbólturin burtur í einki, tí menn fóru aftur til skips, og ungfólk bæði ungir menn og ungar kvinnur fóru av bygdini. Á Strondum kemur ikki gongd aftur á hondbóltin fyrr enn í 1958, og tað er júst í 1958, at frálíka myndin omanfyri av StÍF kvinnum er tikin. Eg havi tosað við Doru Poulsen, gift Jacobsen, sum er á myndini. Skipað hondbóltsvenjing var eingin, sigur Dora.
– Um tað mundið, tá ið myndin er tikin, var eingin skipað venjing á Strondum, vit fóru á vøllin at spæla, tá ið hugurin var har, og vit spældu bara um summarið. Vit høvdu ikki venjara og vandu tí sjálvar.
– Sum tú sært á myndini, eru vit í vøkrum búnum, sum vit sjálvar seymaðu. Allir útispælararnir eru í hvítum løriftskóm, sum eru tunnir undir botninum, og sjálvandi merktu vit smásteinarnar, men eingir aðrir skógvar vóru at fáa. Vit spældu mest ímóti Tjaldri úr Runavík, men vit vóru eisini í Havn, og eg kann minnast, at vit spældu ímóti Neistanum og suðuroyarliði. Eg haldi, at ferðasambandið gjørdi, at vit ikki ferðaðust so nógv.
– Myndin av okkum er óivað tikin í Havn av kønum myndafólki, tí myndin er so klár og ikki eins og myndir, sum vanlig fólk tóku tá í tíðini. Eg byrjaði spæla hondbólt sum seytjan ára gomul, og vit spældu ikki í nógv ár. Tað var systir mín Joan, sum stóð í málinum. Tú spyrt meg um Carl Andreasen, sum kom úr Danmark á Strendur við hondbóltsspælinum. Jú, eg minnist mannin væl. Frálíku myndina, sum er frá 1958, fingu vit allar.
– Stórur áhugi hevur altíð verið fyri hondbóltsspælinum á Strondum, men mínir eftirkomarar hava spælt lítið av hondbólti. Nógvir áskoðarar hugdu at hondbólti á Strondum, og eg minnist serliga nógv eldri fólk, sum komu niðan á vøllin at hyggja at okkum, sigur ein blíð Dora at enda, sum er fødd í 1939 og er 73 ára gomul. Til stuttleika kann nevnast, at Sólborg Johansen nú Sólborg Dulavík er á myndini, og hana kenna vit frá Neistanum. Hon er omma neistaspælara.
Hyggja vit í hondbóltshagtølini, hava kvinnurnar á Strondum staðið í skugganum á monnunum. Strandakvinnur hava ongantíð vunnið FM-heitið í bestu deildini, men vunnið næstbestu deildina í 1968, 1971,1972, 1999 og í 2001. Tað er at fegnast um, at kvinnurnar á Strondum og á Skála halda tørn, og tær spæla tíbetur framvegis hondbólt í bestu deildini, sjálvt um summi ár er trupulleiki við nóg stórum spælarahópi. (Vagnur)



