Stjørnan-Kyndil 16-19(7-12) Anja og Tomma slóðaðu fyri Kyndilssigri VB-VÍF/Tjaldur 27-27(15-13) VÍF/Tjaldur fekk týdningarmikið stig

Anja Heinadóttir slóða fyri sigrnum Kyndilssigri í Klaksvík
Anja Heinadóttir slóðaði fyri Kyndilssigrinum í Klaksvík

Við sigrinum í Klaksvík hevur Kyndil lagt seg eitt stig framum VÍF/Tjaldur um at koma í FM-finalurnar, men liðini skulu spæla enn fýra dystir, áðrenn vit finna liðið, sum skal spæla ímóti Neistanum í FM-finalunum.

Í mínum eygum var týdningarmikið fyri spenningin, at VÍF/Tjaldur fekk eitt stig í Vági, tí hetta stigið kann gerast “stigið”, sum bjargaði VÍF/Tjaldri møguleikanum um at náa FM-finalunum.

Men allar fyrst má VÍF/Tjaldur vinna ímóti Kyndli í Vestmanna 27. mars. Eirikur Magnussen sá dystin í Klaksvík millum Stjørnuna og Kyndil.

– Vit sóu ein rótutan kvinnudyst við fáa málum, nógvum brendum uppløgdum møguleikum og nógvum villum. Serliga fóru nógv av skjótálopunum hjá báðum liðunum í “vaskið”, tí sendingarnar vóru ikki nóg góðar fram eftir vøllinum. Kyndil var á odda mest sum allan dystin, og tað vóru serliga Tomma í Kyndilsmálinum og Anja Heinadóttir, sum vunnu Kyndli dystin. Tær vóru klárt bestar hjá Kyndli.

– Seinast í seinna hálvleiki roynir Stjørnan at verja 4-2 og skeivan 5-1, og hetta eydnaðist so mikið væl, at Stjørnan fekk Kyndil aftur og bara eitt mál var á muni 15-14 til Kyndil. Í  hesi løtu brendi Stjørnan fýra upplagdar møguleikar. Men tvey týdningarmikil stig til Kyndil, sigur Eirikur úr Klaksvík.

Dystargongdin var henda: Tíggju minuttir spældir, og støðan 4-4, men Kyndil leggur seg á odda næstu tíggju minuttirnar til støðuna 9-6 til Kyndil. Stjørnan fær bara eitt mál seinastu tíggju minuttirnar, tí kann Kyndil fara til hálvleiks við tryggari 12-7 leiðslu.

Í seinna hálvleiki byrjar Stjørnan væl og vinnur fyrstu tíggju minuttirnar 5-2, og nú er støðan 14-12 til Kyndil. Og Stjørnan kemur enn nærri til støðuna 15-14 til Kyndil, men so skjýtur Stjørnan bara tvey mál seinastu tíggju minuttirnar, meðan Kyndil skjýtur fýra mál. Kyndil vinnur týdningarmikla dystin og er framvegis best fyri at náa seinna FM-finaluplássið. Ragnar Simonsen og Regin Petersen dømdu dystin.

Málskjúttar Stjørnan: Ema Bezanovic 7, Durita Christophersen 3, Ella Petersen 2, Lovisa Lassen 2, Mina Sirdal 1 og Bára S. Klakstein 1

Málskjúttar Kyndils: Anja Heinadóttir 7, Simona Petersen 3, Turið Arge 2, Annika Sigurðsdóttir 2, Randi Wardum 2, Jórun G. Ludvig 1, Anna Sofía Mohr 1 og Simona Iajob 1

VB-VÍF/Tjaldur 27-27 (15-13) VÍF/Tjaldur vann sær týdningarmikið stig

Eg ringdi til Vágs at fáa eitt sindur at vita um dystin millum VB-VÍF/Tjaldur, men fólk vóru fáorðað, tí viðkomandi helt, at VÍF/Tjaldur skuldi ikki fingið annað stigið seinast í dystinum. Annars vóru tey væl nøgd við spælið hjá VB, og tey iðrað seg, at VB ikki kann spæla eins væl í fyrra hálvu av kappingini, tá ið liðið bara fekk trý stig í seks heimadystum. Nú bleiv ov seint, tá ið talan er um at náa FM-finalurin. VB kundi fingið bæði stigini í dag, tí brotskast blev misnýtt í seinasta minutti. Taktikkurin hjá VÍF/Tjaldur var at spæla lang álop og spæla Adinu og Liljuna upp til skot, sum eisini skutu sjey mál hvør, verður sagt úr Vági.

VÍF/Tjaldur tryggjaði sær týdningarmikið stig,
VÍF/Tjaldur tryggjaði sær týdningarmikið stig,

Dystargongdin var i stuttum henda: VB er á odda alla fyrra hálvleik. Tíggju minuttir spældir og 8-4 til VB. Tjúgu minuttir spældir og 13-9 til VB, men tað er VÍF/Tjaldur sum minkar um munin niður í tvey mál beint fyri hálvleik, sum endar 15-13 til VB.

Ì seinna hálvleiki byrjar VÍF/Tjaldur sum eitt ódnarveður og eftir níggju minuttir, er VÍF/Tjaldur á odda 19-18, men nú er tað tað beru javnleiki 19-19, 20-20, 21-21, 22-22, 23-23, 24-24 og 25-25, men so leggur VB seg á odda 27-25, og bara fýra minuttir eftir at spæla. Men tá hevur VÍF/Tjaldur eitt skifti verið á odda 25-24. Seinastu fýra minuttirnar eydnast VÍF/Tjaldur at fáa javnleiki í hús, meðan VB kann iðra seg við brendum brotskasti í næstseinasta minutti. Frálíkur hondbóltsdystur, verður sagt úr Vági.

Málskjúttar VB: Tamara Radic 8, Helga Eyðunsdóttir 6, Bára Krosslá Mortensen 4, Gurið Mortesen 3, Rannvá Johannessen 2, Una Nolsøe 1, Rúna Midjord Jacobsen 1, Marijana Trbojevic 1 og Andrea Nielsen 1

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 7, Adina Petrea 7, Amanda Kristiansen 3, Ansy Sevdal 3, Eilin Hansen 2, Heidi Sevdal 2, Annika Patti 1, Tóra Seloy 1 og Barbar Nygaard 1

Dómarar: Arnar Dam og Tummas Juul Thomsen

 

 

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 15 475 351 124 30
2 Kyndil 16 356 354 2 18
3 VÍF/Tjaldur 16 392 408 -16 17
4 VB 16 382 411 -29 11
5 StÍF 14 350 395 -45 9
6 Stjørnan 15 340 376 -36 7

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply