KÍF-VÍF 29-21(14-10) Klassamunur og Jaspur sýndi meistaraspæl í KÍF málinum

KÍF var klárt betra liðið í Kollafirði og er besta liðið í landinum í løtuni.

KÍF var klárt betra liðið í Kollafirði og er besta liðið í landinum í løtuni.

KÌF sýndi meistaraspæl ímóti VÍF í Kollafirði, og KÍF staðfesti enn einaferð, at liðið er klárt besta liðið í landinum. Og tað skal vilja illa til, um KÍF ikki vinnur uppiborið meistaraheitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, tí hvørki H71 ella VÍF sýna í løtuni somu styrkju og KÍF. Men FM-finalurnar skulu ikki spælast í dag, og tí kann nógv henda seinastu vikurnar.

Eg ringdi til Kollafjarðar at hoyra um dystin og hoyrdi eisini  nakað av dystinum í Rás2, og í báðum støðum varð staðfest, at VÍF megnaði slett ikki at fylgja við. VÍF slapp ikki til skot, tí KÍF verjan var so góð, og KÍF málverjin Jaspur Joensen hevur ongantíð staðið betur. Meistarligt málmansavrik.

Støðan í bestu mansdeild er, at H71 er nógv best fyri at náa seinna finaluplássið, men H71 skal spæla ímóti KÍF, og dystur er eftir at spæla millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Enda liðini jøvn í stigum, kemur H71 í FM-finalurnar og ikki VÍF, tí H71 stendur seg betur í innanhýsisstigum. Tí rokni eg við, at seinna liðið í FM-finalunum eitur H71 og ikki VÍF. Men nú fáa vit at síggja.

Dystargongdin var í stuttum henda: Javnt gongur á fystu tíggju minuttirnar, og tá er javnleikur 4-4. Men VÍF steðgar upp næstu sjey minuttirnar, og KÍF kann leggja seg á odda 9-5. VÍF hevur torført at sleppa til skot og koma ígjøgnum KÍF verjuna, tí fer KÍF til hálvleiks við 14-10 leiðslu.

Dysturin verður mest um avgjørdur longu fyrst í seinna hálvleiki, tá ið KÍF leggur seg á odda 17-10 eftir fimm minuttir spæl. Tó kemur VÍF afturíaftur, og eftir trettan minuttir er KÍF á odda 18-16. Men so steðgar aftur upp hjá VÍF, og KÍF kann leggja seg á odda 25-14 eftir tjúgu minuttir spæl. Seinastu minuttirnar skiftir KÍF nógv út, og lítið broytist í málmuninum seinastu tíggju minuttirnar. KÍF vinnur tryggan uppibornan sigur á VÍF. Allar besti spælarin á vøllinum var KÍF málverjin Jaspur Joensen, sum stóð meistarliga, verður sagt úr Kollafirði. (Vagnur)

Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 10, Andrias Nielsen 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Tony Weihe 4 og Rúni Joensen 2

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 6, Sámal Joensen 3, Joan Pauli Høgnesen 3, Magnus Müller 3, Agnar Joensen 2, Rasmus Junkar 1, Regin Joensen 1, Sjúrður Nielsen 1 og Sámal Jákup Djurhuus 1

Dómarar: Kári Hansen og Karstin Joensen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 19 567 426 141 31
2 H71 19 515 461 54 25
3 VÍF 19 536 480 56 22
4 Kyndil 19 489 483 6 21
5 StÍF 19 463 445 18 19
6 Neistin 18 428 460 -32 14
7 Team Klaksvík 19 373 616 -243 0

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *