Í 2009 gjørdi Flogbóltssambandið og harvið feløgini av, at minkast skuldi um útlendingar í føroyskum flogbólti. Áður var loyvt at hava tveir útlendingar á liðnum, men nú kundi liðini bara hava ein útlending. Høvuðsorsøkin var, at føroysku landsliðini vantaðu góðar kantspælarar (smassjarar), tí útlendingar mannaðu flestu plássini í føroysku kappingini. – Tað var full undirtøka í 2009 at fremja hetta stigið, og serliga sæst hetta aftur á kvinnulandsliðnum, sigur Niclas Joensen næstformaðurin í Flogbóltssambandinum.
Nógvir útlendingar hava spælt á føroyskum fótbólt-, hondbólts- og flogbóltsliðum seinastu nógvu árini. Vit taka ikki munnin ov fullan, tá ið vit siga, at útlendingar í nógvum førum hava gjørt av, hvat lið vinnur FM-heitið. Í fótbólti kunnu fýra útlendingar spæla á liðnum, í hondbólti triggir útlendingar og í flogbólti ein útlendingur.
Í løtuni er verri at fáa útlendingar til Føroya vegna vantandi uppihaldsloyvi, men feløg kunnu útvega sær útlendingar, sum fáa ítróttaupphaldsloyvi, sum sigur, at viðkomandi bara kann arbeiða nakrar tímar um vikuna, restina av lønini mugu feløgini gjalda. Og hetta er kostnaðarmikið.
Eg havi spurt Niclas Joensen næstformann í Flogbóltssambandinum, hví tey í 2009 fóru frá tveimum niður í ein loyvdan útlending ?
– Vit kunnu siga, at tað vóru tvær høvuðsorsøkir. Vit vildu javnstilla feløgini, so tey ríkastu feløgini ikki høvdu fyrimun í kappingini. Og so sóu vit, at tað vóru útlendingar, sum mannaðu kantplássini á liðunum, tað vil siga, at “smassjararnir” vóru flestir útlendingar. Hetta kom at ganga út yvir landsliðini, sum komu at vanta góðar “smassjarar”.
– Støðan í løtuni er, at mest sum eingir útlendingar eru í føroyskum flogbólti vegna vantandi uppihaldsloyvi, tí torført er at fáa arbeiði til útlendingar. Tað var stór semja í 2009 at minka um útlendingarnar, og vit síggja serliga á kvinnulandsliðnum, at vit hava fingið betri kantspælarar.
– Tá ið hetta er sagt, so geva góðir útlendingar føroyskum flogbólti nakað, ella rættari sagt, teir hækka flogbóltsstøðið, men tað má ikki vera soleiðis, at hetta gongur út yvir landsliðini. Vit síggja tildømis í donskum kvinnuhondbólti, at danska landsliðið ikki hevur nóg góða bakspælarar, tí útlendingar mannað stóra partin av bakplássunum í donsku kappingini, sigur Niclas at enda.
Hyggja vit tildømis eftir føroyskum manshondbólti og kvinnuhondbólti, so hava útlendingar seinastu nógvu árini mest sum hvørt ár gjørt av, hvar FM-steypið endar. Í hondbólti hevur tú loyvi at hava triggjar spælarar á liðnum. Kanst tú útvega liðnum ein topp málverja og tveir góðar skjúttar, so hevur tú longu 75% av FM-liðnum.
Í fótbólti er støðan eitt sindur øðvísi, tí har hava útlendingar ikki so stóra ávirkan á úrslitini, sum tildømis í flogbólti og hondbólti, har færri spælarar eru á vøllinum. (Vagnur)

