Una Olsen skal venja Stjørnuna restina av kappingarárinum

Una Olsen nummar 14 hevur nú ábyrgdina av Sunset-liðnum hjá Stjørnuni.
Una Olsen (nr. 14) hevur nú ábyrgdina av Sunset-liðnum hjá Stjørnuni.

Svein Rógvi er givin at venja Sunset-liðið hjá Stjørnuni, men leiðslan í felagnum var skjót at biðja Unu Olsen venja stjørnukvinnur, tað sum eftir er av kappingarárinum. Og Mortan Hust, sum vandi Stjørnuna í 2009, skal hjálpa Unu við venjingini. Eg havi tosað við Unu, sum sjálv spælir við Stjørnuni og spurt hana, hví júst hon hevur tikið við ábyrgdini at standa fyri venjingini? Og Una sigur. 

– Eftir at Svein Rógvi var givin sum venjari, og nevndin hevði fund við spælararnar, segði formaðurin: – Una, tú stendur fyri venjingin framyvir. Eg stúrsaði við, tí eg havi ongar royndir sum venjari, men eg hava spælt hondbólt frá ungum árum. Svarið var, at hetta mátti eg fara heim at hugsa um.

– Tá ið eg hevði hugsaði meg væl um, hugsaði eg sum so, at Stjørnan má enda hetta kappingarárið væl, og vit mugu hava skipaða venjing. Eg gjørdi av at taka við venjarastarvinum, men so ringdi eg til Morten Hust, sum vandi Stjørnuna í 2009, og bað hann hjálpa mær sum ein slaks hjálparvenjari, og tað vildi hann fegin. So eg eri takksom, at Mortan Hust eisini vil hjálpa stjørnukvinnum. Eg havi ikki nakrar royndir sum venjari, men eg havi spælt hondbólt í bestu deildini, síðani eg var heilt ung.

– Høvuðsorsøkin, at eg taki við venjaraábyrgdina, er, at eg eri góð við hondbóltin í Klaksvík og brenni fyri hondbóltspælinum. Eg vil við venjarastarvinum gera mítt til, at hondbólturin ikki fer fyri bakka. Og sum sagt er allar fyrsta uppgávan, at Stjørnan endar væl hetta kappingarárið. Tað gongur misjavnt hjá liðum kring landið at manna liðini, og tá ið vit í Stjørnuni byrjaðu seinasta heyst, vóru nógvar forðingar. Skaðar, og at spælarar vóru uttanlands. Soleiðis hevur tað altíð verið, sigur Una at enda.

Vit onnur á síðulinjuni ynskja Unu góða eydnu við venjarastarvinum. Una Olsen er nú tretivu ára gomul og hevur spælt í bestu deildini, síðani hon var fimtan, sekstan ár. Tá ið talan um stríðsvilja og spæligleði, slóðar Una altíð fyri. Eingin ivi er um, at hon er væl egnað sum venjari. Og eitt er púra vist, og tað er, at vit hava brúk fyri Stjørnuni í toppinum í føroyskum kvinnuhondbólti. Kvinnudeildin bleiv eitt lið færri, tá ið VÍF og Tjaldur løgdu saman í eitt Sunset-lið. Hondbóltsfamiljan má endiliga ikki minka. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply