H71-Kyndil 24-18(12-9) Kyndil kemur ikki FM-finalurnar Team Klakvík-StÍF 24-25(14-13)

H71 er á finalukós.

H71 er á finalukós.

Éftir dystin seinnapartin millum H71 og Kyndil er greitt, at Kyndil nær ikki seinna FM-finaluplássið. Kyndil mátti vinna í dag til tess at varðveita møguleikan, men Kyndil tók ikki av í eina vánaligum spældum dystin, sigur Claus Rasmussen, sum sá dystin. – Eg hevði glett meg at farið í Hoyvíkshøllina at síggja henda toppdyst um at koma í FM-finalurnar, men vit sóu tann vánaligasta spælda dystin eftir nýggjar. Kanska var fjáltur á spælarum, tí liðini spældu seinan hondbólt ella rættari sagt til tíðir gangandi hondbólt við fáum skjótálopum og spæl tvørtur um vøllin.

– H71 vann dystin, tí nakrir ungir H71 spælarar veruligu tóku ábyrgd, og eg má nevna Rógva Sørensen. Alt ov lítið bit var í álopinum hjá Kyndli, og tað sigur nógv, at Kyndil bara skjýtur trý mál fyrstu seytjan minuttirnar. Og seinastu tólv minuttirnar í seinna hálvleiki skýtur Kyndil bara tvey mál, og tá kann man ikki vinna dystin. Har var alt ov lítið hugflog í álopsspælinum hjá Kyndli. Og skal H71 gera sær nakrar vónir um at fáa góð úrslit í møguligum FM-finalum ímóti KÍF,  má borðreiðast við heilt øðrum spæli og hugburði, sigur Claus at enda úr Hoyvíkshøllini.

Leikgongdin var henda: H71 leggur seg á odda 5-1 eftir tólv minuttir spæl, og eftir tjúgu minuttir er H71 á odda 8-4. Tað gongur striltið hjá báðum liðunum at fáa mál næstu minuttirnar, men tað er H71, sum hevur leiðsluna við hálvleik 12-9 eftir at støðan einaferð var 10-8 til H71.

Ì seinna hálvleiki byrjar Kyndil væl, tí eftir sjey minuttir er javnleikur 13-13. Eitt korter spælt, og H71 á odda 16-14 og løtu seinni 18-16, men so rennur Kyndil seg í veruligan málturk og fær bara tvey mál seinastu tólv minuttirnar, og H71 vinnur tí tryggan sigur 24-18 og liggur enn væl fyri at koma í FM-finalurnar. Ja, so mikið væl, at tapir VÍF í Kollafirði í morgin 10. mars, so er H71 mest sum í FM-finalunum.

Tá ið eg skrivi omanfyri, at Kyndil hevur mist møguleikan at koma í FM-finalurnar, so er orsøkin, at í løtuni er fýra stig millum H71 og Kyndil, og enda liðini jøvn í stigum, so er H71 er frammafyri, tí liðið hevur seks stig og Kyndil tvey stig í innanhýsis stigum. Vagnur)

Málskjúttar H71: Rógvi Sørensen 6, Bogi G. Davidsen 4, Rúni Højgaard 3, Hans Kári Hansen 3, Niels Viggo Niclasen 2, Bogdan Florea 2, Hallur Biskupstø 2, Sigmundur Dahl 1 og Tróndur Arge 1

Málskjúttar Kyndil: Rógvi Dahl Christiansen 4, Ludvík Súnason 4, Josef Abrahamsen 3, Birgir Poulsen 2, Finnur Hanson 2, Hans Áki Dal Christiansen 1, Frank Davidsen 1 og Thorvald Abrahamsen 1

Dómarar: Karsten Joensen og Thomas Juul Thomsen

Team Klaksvík – StÍF 24-25(14-13) Leivur Justinussen skeyt avgerandi málið

Mær dámar ótrúliga væl at fáa dómaraseðilin og síggja gongdini í hondbóltsdysti, sum eg ikki havi sæð. Dómaraseðilin sigur alt um sjálva gongdina í dystinum, men sjálvandi er allar best at síggja dystin ella tosa við onkran, sum hevur sæð dystin. Men hetta ber sjálvandi ikki til. Tað áhugaverda við dystinum millum Team Klaksvík og StÍF í Klaksvík fríggjakvøldið, var, at Sveinur Justinussen spældi ikki, men tað gjørdi beiggin Leivur Justinussen. Leivur er sjómaður og spælir, tá ið hann er heima. Og so er Zarko Pejovic komin aftrat hjá Team Klaksvík, og tað vóru teir báðir Leivur og Zarko, sum vóru toppskjúttar í dystinum.

StÍF skeyt avgerandi málið í seinasta minutti.

StÍF skeyt avgerandi málið í seinasta minutti.

StíF kom beinanvegin á odda 4-1, men Team Klaksvík kom skjótt fyri seg, og eftir korter spæl var javnleikur 7-7. Javnleikur er 11-11, tá ið 24 minuttir eru spældir, men tað er Team Klaksvík, sum endar hálvleikin best við 14-13 leiðslu. Í seinna hálvleiki fylgjast liðini, og eftir tíggju minuttir er javnleikur 18-18. Javnleikur er eisini 19-19, 21-21, 22-22, men so leggur StÍF seg á odda 24-22. Team Klakvík fær tvey mál í næstseinasta minutti, og støðan gerst javnleikur 24-24. Og so er tað, at Leivur Justinussen skjýtur avgerandi málið, so StÍF vinnur javna dystin 25-24.

Team Klaksvík er hamskift, síðani Zorko kom aftur til Team Klaksvík. Orsøkin er, at nú hevur liðið ein skjútta aftrat smala hópinum. Eingin ivi er um, at spældi Zorko alt kappingarárið, so stóð ikki null stig útfyri Team Klaksvík á stigtalvuni. Vónandi spælir Zarko eisini næsta kappingarár, og ger hann tað, so síggja vit aðrar hondbóltsmyndir úr Klaksvík. StÍF liðið vantar tað seinasta at koma upp á tindin, men liðið tolir ikki at missa Svein vegna skaða, og at spælari sum Leivur Justinussen bara spælir nakrar dystir í kappingarárinum. Annars StÍF eitt ótrúliga spennandi lið við góðum hondbóltsspæli og góðum hondbóltsspælarum. (Vagnur)

Málkjúttar Team Klaksvík: Zorko Pejovic 9, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Beinur Heðinsson 3, Dánjal Kjærbo 2, Vilhelm Vilhelmsen 2 og Andrias Ellingsgaard 1

Málskjúttar StÍF: Leivur Justinussen 7, Steinar Prestá 6, Pætur Joensen 5, Borgar Danielsen 2, Jógvan G. Joensen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Marius Joensen 1 og Jákup Berthelsen 1

Dómarar: Daniel Rapa og Heri Petersen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 18 538 405 133 29
2 H71 19 515 461 54 25
3 VÍF 18 515 451 64 22
4 Kyndil 19 489 483 6 21
5 StÍF 19 463 445 18 19
6 Neistin 18 428 460 -32 14
7 Team Klaksvík 19 373 616 -243 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *