Svein Rógvi er givin at venja Sunset-liðið hjá Stjørnuni

Svein Rógvi fer aftur at rógva við Klaksvíkingi í summar
Svein Rógvi fer aftur at rógva við Klaksvíkingi í summar. (Mynd Vagnur)

Eftir dystin í Runavík sunnudagin millum VÍF/Tjaldur og Stjørnuna bórust tíðindini, at Svein Rógvi gavst at venja stjørnukvinnur. Ì morgun havi eg so kannað tíðindini og kann bara staðfesta, at Svein Rógvi venur ikki longur Sunset-liðið hjá Stjørnuni. Eg havi hitt bæði venjaran Svein Rógva og formannin í Stjørnuni og báðir siga, at tað eru fíggjarliga støðan hjá Stjørnuni, sum ger, at samstarvið endar í góðum ítróttaanda. Tað er einki dulsmál, at tað gongur striltið hjá feløgum kring landið at fáa fíggjarligar stuðlar, tí fyritøkur og stovnar spara. Og soleiðis er eisini hjá Stjørnuni. Kristoffur Ragnarsson formaður í Stjørnuni sigur soleiðis um fíggjarstøðuna hjá Stjørnuni.

– Tað eri eg, sum siti við fíggjarligu ábyrgdini í felagnum, og eg havi valt at binda um heilan fingur beint nú, so fíggjarstøðan ikki gerst verri í felagnum. Torført er at fáa inn stuðulspening og lýsingapening, tí hevur nevndin valt at steðga samarbeiðinum við venjaran Svein Rógva. So einfalt er tað. Vit skylda nakað av peningi, sum skal gjaldast fyrst, áðrenn vit brúka meira pening og leggja nýggjar framtíðarætlanir, sigur Kristoffur í stuttari viðmerking.

Kristoffur er fomaður í Stjørnuni.
Kristoffur er fomaður í Stjørnuni.

Eg fekk eisini orðið á Svein Rógva, og hann váttar, at hann er givin at venja Sunset-liðið hjá Stjørnuni, og at hetta er av fíggjarligum áðum. Men Svein Rógvi leggur aftrat, at hann framvegis hevur ótrúliga stóran áhuga í hondbóltinum í Klaksvík, og at hann framhaldandi fer at venja ungdómslið hjá felagnum uttan samsýning.

Tá ið eg hoyri slíka søgu um støðuna hjá Stjørnuna, so minnir hetta um fíggjarstøðuna hjá Argja Bóltfelag, sum miðskeiðis í einum kappingarári fyri fáum árum síðani, fór út í fjølmiðlarnar og segði, at nú má hálsast um fíggjarliga, tí felagið hevði mist tveir stórar fíggjarligar stuðlar. Felagið mátti tí sleppa sær av við spælarar, sum kostaðu felagnum ov nógv. Eg haldi, at tað var skilagott hjá AB á sinni at fara erligt út í fjølmiðlarnar at boða frá fíggjarstøðuni. AB kom skjótt fyri seg aftur og spælir nú í EFFO deildini.

Eisini er rætt av Stjørnuni altment at boða frá, at nú má hálsast um fíggjarliga, tí peningur er ikki í løtuni til løntan venjara og kanska eisini spælarar. Tað hevur ikki gingið væl í vetur hjá Stjørnuni í Sunset-deildini. Ov fáir spælarar hava verið at tikið av hjá venjaranum, og Stjørnan hevur tapt fleiri dystir við fáum málum. Tað er tó at fegnast um, at einir 140 ungdómar spælar hondbólt í Stjørnuni, og at tað eru kreftir í býnum, sum vilja slóða fyri, at Stjørnan framhaldandi er at síggja í bestu deildini. Tí hondbóltur hevur djúpar, djúpar røtur í Klaksvík. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply