VÍF-H71 22-22(11-9) Neistin-Kyndil 22-29(7-11) Team Klaksvík-KÍF 19-36(11-18)

Verjurnar vóru báðar góðar í Vestmanna. Agnar Joensen við bóltinum er veruliga farin at bíta frá sær seinastu dystirnar.

Verjurnar vóru báðar góðar í Vestmanna. Agnar Joensen við bóltinum er veruliga farin at bíta frá sær seinastu dystirnar.

Ótrúliga spennandi at lurta eftir dystinum ímillum VÍF og H71, sum Tróndur Arge frá Rás 2 segði so væl frá. Eg kann bara leggja aftrat, at spenningurin um, hvat lið skal møta KÍF í FM-finalunum er ikki blivin minni eftir dystirnar um vikuskiftið. VÍF skal vera nøgt við annað stigið ímóti H71, tí tá ið fimm minuttir vóru eftir at spæla, var H71 á odda 22-20, men H71 fekk einki mál seinastu minuttirnar. Ùr Vestmanna verður sagt, at dysturin var ótrúliga spennandi við tveimum góðum verjum. Javnt gekk á frá byrjan, og allan fyrra hálvleik var bara eitt, tvey mál á muni.

Tíggju minuttir spældir, og javnleikur 3-3. Tjúgu minuttir spældir og 7-6 til H71, og løgið tað ljóðar, so fær H71 bara eitt mál seinastu níggju minuttirnar í fyrra hálvleiki. Hálvleikstøðan 11-9 til VÍF.

Ellivu minuttir eru nú spældir í seinna hálvleiki, og báðar verjurnar eru framvegis ótrúliga góðar, tí koma heldur fá mál í dystinum higartil. Næstu tíggju minuttirnar leggur H71 seg á odda 21-18, men nú steðgar upp hjá H71, sum ikki finnur vegin til VÍF málið. VÍF vinnur seinastu níggju minuttirnar 4-1, ti endaði hesin spennandi dysturin við javnleiki 22-22. VÌF spælir í Kollafirði næsta sunnudag, og H71 spælir ímóti Kyndli í Hoyvíkshøllini. (Vagnur)

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 9, Agnar Joensen 5, Sámal Joensen 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Magnus Müller 1, Jákup Suni Andreasen 1, Høgni W. Høgnesen 1 og Sámal Jákup Djurhuus 1

Málskjúttar H71: Bogdan Florea 7, Hallur Biskopstø 3, Rógvi Sørensen 2, Rúni Højgaard 2, Høgni Olafsson 2, Sigmundur Dahl 2, Tróndur Arge 2, Ári J. Olsen 1, Hans Kára Hansen 1

Neistin-Kyndil 22-29(7-11) Kyndil er framvegis væl við um at náa FM-finalurnar

Fólk høvdu roknað við jøvnum dysti millum mansliðini hjá Neistanum og Kyndli, men stríðsandin og spæligleðin, sum hava verið vørumerkið hjá neistamonnum í allan vetur, var ikki rættiliga hin sami ímóti Kyndli. Neistaverjan er hampulig, men tað gongur ótrúliga illa hjá neistamonnum at fáa mál takkað verið góðari kyndilsverju. Kyndilliðið er væl mannað í dag, tí Hans Áki Dal Christiansen er heima úr Noregi og er við, sigur Eirikur Magnussen úr høllini á Hálsi.

Kyndil spælir sunnudagin týdningarmiklan dyst ímóti H71 í Hoyvíkshøllini.

Kyndil spælir sunnudagin týdningarmiklan dyst ímóti H71 í Hoyvíkshøllini.

Fá mál vóru í dystinum fystu minuttirnar, tí eftir tíggju minuttir var Neistin á odda 3-2. Men so fær Neistin bara fýra mál restina av hálvleikinum, og Kyndil fer frá at vera aftanfyri 3-4 til at vera á odda 9-5, tá ið 25 minuttir eru spældir. Hálvleikstøðan 11-7 til Kyndil,

Í seinna hálvleiki vinnur Kyndil fyrstu tíggju minuttirnar 7-2 og er nú á odda 18-8. Tjúgu minuttir spældir, og Kyndil á odda 25-13. Við hesa støðu er torført at meta um, hvussu styrkjan er á báðum liðunum, tí útskiftingar fara fram, men neistamenn vinna seinastu tíggju minuttirnar 9-3, men tá er dysturin longu av gjørdur, og Kyndil vinnur tryggan sigur 29-22.

Kyndil hevur seinastu dystirnar verið nakað trilvandi, men liðið vinnur í dag og hevur 21 stig og er framvegis við í kappingini um at náa FM-finalurnar. Næsta sunnudag er spennandi bæði fyri Kyndil, VÍF og H71, tí H71 og Kyndil spæla í Hoyvíkshøllini, og KÍF og VÍF spæla í Kollafirði. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Teitur Magnusson 7, Rógvi Nolsøe 3, Ári Rouch 3, Jugoslav Djumic 3, Andras Joensen 2, Torstein Balle 2, Beinur Davidsen 1 og Herbjørn Lava 1

Málskjúttar Kyndils: Ludvík Súnason 6, Birgir Poulsen 4, Thorvald Abrahamsen 4, Høgni Klein 3, Høgni Klein Olsen 3, Frank Askildsen 3, Hans Áki Dal Christiansen 2, Josef Abrahamsen 2, Rógvi Dal Christiansen 1 og Finnur Hansson 1

Team Klaksvík – KÍF 19-36(11-18) Team Klaksvík megnaði ikki at fylgja KÍF

Fríggjakvøldið spældu Team Klaksvík og KÍF í Klaksvík, og tá ið eg í seinna hálvleiki ringdi til KÍF áskoðara og spurdi hann, hvat hann helt um dystin, svaraði einfalt: – Team Klaksvík megnar slett ikki at fylgja leikferðini hjá KÍF, segði áskoðarin.

Einigin ivi er um, at KÍF er í løtuni besta mansliðið í landinum.

Einigin ivi er um, at KÍF er í løtuni besta mansliðið í landinum.

KÍF legði seg á oddan 5-1 longu tá ið seks minuttir vóru spældir, og eftir tjúgu minuttir var KÍF á odda 12-4. Besta løtan hjá Team Klaksvík í fyrra hálvleiki vóru sekst teir seinastu minuttirnir, tá ið liðið skeyt seks mál.

Í seinna hálvleiki fekk Team Klaksvík góða byrjan, og tá ið trettan minuttir vóru spældir, var KÍF á odda 23-17, men so fekk Team Klaksvík einki mál í tólv minuttir, so eftir 25 minuttir spæl var KÍF á odda 32-18. KÍF vann tryggan stórsigur 36-19. (Vagnur)

Málskjúttar Team Klaksvík: Beinur Heðinsson 8, Zarko Dejovic 3, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 2, Dánjal Kjærbo 2, Vilheilm Vilhelmsen 2, Heri Johnson 1 og Andrias Ellingsgaard 1

Málskjúttar KÍF: Rógvi Weihe 7, Hans Eli Sigurdbjørnsson 5, Nicklas Selvig 5, Teitur Joensen 4, Andrias Nielsen 3, Rúni Joensen 3, Poul Finnur Egholm 2, Tony Weihe 2, Jákup Trygvason 2, Regin Petersen 1, Búgvi Johannesen 1 og Fríði Weihe 1

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Tummas Juul Thomsen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 18 538 405 133 29
2 H71 18 491 443 48 23
3 VÍF 18 515 451 64 22
4 Kyndil 18 471 459 12 21
5 StÍF 18 438 421 17 17
6 Neistin 18 428 460 -32 14
7 Team Klaksvík 18 349 591 -242 0

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *