Eg var 100% vísur í, at VÍF/Tjaldur fór at tapa í Klaksvík, og serliga, tí Simona er aftur á stjørnuliðnum, og at VÍF/Tjaldur tapti stórt fyri Kyndli í Vestmanna sunnudagin.
Men aftur ein serliga løgin kvinnudystur. Úr Klaksvík frætti eg, at verjan hjá Stjørnuni var alt annað enn góð í seinna hálvleiki, og tá ið VÍF/Tjaldur í seinna hálvleiki fóru fram at verja Simonu og Emu, steðgaði álopið hjá Stjørnuni upp.
Stjørnan royndi at mansverja Liljuna part av seinna hálvleiki, men kanska ov seint, sigur klaksvíkingur, sum eisini helt, at VÍF/Tjaldur var betri, tá ið veruliga stóð á.
Tað løgna í dystinum var serliga, at Stjørnan einaferð í fyrra hálvleiki var á odda 11-5, og fimm minuttir fyri leiklok á odda 26-22, men tapti dystin 27-26. Sig so tað. Dystargongdin var henda: Javnt gekk á fyrst í dystinum, tí tá ið átta minuttir vóru farnir, var Stjørnan á odda 5-3. Næstu tíggju minuttirnar hevði Stjørnan frálíka løtu, tí nú var støðan 11-5 til Stjørnuna. VÍF/Tjaldur mentist seinast í fyrra hálvleiki og stíddist til hálvleiksstøðuna 13-12 til Stjørnuna.
VÍF/Tjaldur fekk góða byrjan fyrst í seinna hálvleiki, og tá ið tíggju minuttir vóru spældir, var javnleikur 17-17. Tjúgu minuttir spældir 23-22 til Stjørnuna, og fimmogtjúgu minuttir spældir 26-22 til Stjørnuna, og tú skuldi hildið, at Stjørnan vann dystin, men so var ikki. Seinastu fimm minuttirnar fekk VÍF/Tjaldur fimm mál og vann dystin 27-26. Ótrúligt.
Eg komi at hugsa um dystin í Vestmanna, har Kyndil vant burturúr VÍF/Tjaldri, og at Stjørnan herfyri basti Kyndli í Klaksvík. Tú kanst ikki rokna út hesi kvinnuliðini. Úr Klaksvík verður sagt, at Adina Petrea var ikki við VÍF/Tjaldur, og at Liljan Djurhuus spældi ein frálíkan dyst. Og so nevndi heimmildarmaðurin Saruh Hansen, sum fekk nøkur frálík skjótálop seinast í dystinum, sum ávirkaði endaúrslitið.
Løgið at hyggja í stigtalvuni. Bara Neistin hevur pluss málmun, øll hini liðini minus málmun. Kyndil er nummar tvey í kappingini, men hevur tapt nýggju av teimum tjúgu stigunum. Spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer næstu dystirnar, men hetta verður ikki fyrr enn 5. januar. Í jólasteðginum kunnu lið mennast nógv, men vit hava eisini sæð, at lið kunnu fara aftur eftir hali og einki fáa burturúr eftir nýggjár. Livst so spyrt. (Vagnur)
Málskjúttar Stjørnan: Ella Petersen 7, Simona Petersen 6, Lovisa Lassen 4, Una Olsen 4, Ema Bezanovic 3, Eyðvør Klakstein 1 og Durita Thomsen 1
Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 9, Sarah Hansen 5, Heidi Sevdal 5, Eilin Hansen 4, Tóra Seloy 3 og Amanda Kristiansen 1
Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 10 | 318 | 226 | 92 | 20 |
| 2 | Kyndil | 10 | 231 | 232 | -1 | 11 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 9 | 217 | 237 | -20 | 8 |
| 4 | VB | 9 | 219 | 229 | -10 | 7 |
| 5 | Stjørnan | 9 | 204 | 218 | -14 | 6 |
| 6 | StÍF | 9 | 217 | 264 | -47 | 4 |
