Samarbeiðið millum Rás2 og feløgini kostar 20.000 krónur

KÍF hevur tikið av tilboðnum frá Rás2.

KÍF hevur tikið av tilboðnum frá Rás2.

Fyri vikum síðani skrivaði eg á heimasíðuni, at Rás2 vildi fegið útvarpa hondbóltsbóltsdystir beinleiðis, men so máttu feløgini hjálpa at fíggja átakið. Rás2 gav síðani hondbóltsfeløgum í bestu mansdeild tilboð, at guldu feløgini Rás2 hvørt 20.000 krónur, blivu heimadystir hjá feløgunum útvarpaðir beinleiðis. 20.000 krónur er stór upphædd hjá fleiri feløgum, men í tilboðnum frá Rás2 fylgir við, at feløgini kunnu útvega lýsingar frá fyritøkum til sendingina, og tað hava trý feløg gjørt. KÍF, VÍF og StÍF hava tikið av tilboðnum frá Rás2. Havi hitt Eyðun Samuelsen, sum arbeiðir við lýsingum í Miðlahúsinum, og hann sigur:

-Vit sendu øllum felølgunum í bestu mansdeild skriv um átakið, og vit hoyrdu bara positivt aftur frá trimum feløgum. Team Klaksvík fekk ikki tilboðið, tí í løtuni er alt so óvist við Badmintonhøllini í Klaksvík, sum ikki kann spælast í, tí takið lekur. H71 var um at taka av, men sagt var úr Hoyvík, at við átakinum missur H71 áskoðarar. Men hetta er ikki rætt, tí allar kanningar uttanlands vísa, at verða dystir útvarpaðir, verður meira ljós varpað á hondbóltin og harvið dystirnar. Rás2 hevur fingið fleira góðar afturmeldingar um dystin í Vestmanna. Rás2 frætti einki aftur frá Kyndli og Neistanum, sigur Eyðun í stuttari viðmerking.

Eitt er púra greitt, og nógv dømi eru um hetta. Verða dystir útvarpaðir beinleiðis, so fækkast áskoðararnir ikki. Eg hoyrdi eitt dømi í Miðlahúsinum, at einaferð útvarpaðu tey kvinnudyst í Rúnavík. Tá ið dysturin byrjaði vóru fáir áskoðarar, men tá ið fólk hoyrdu dystin í Rás2, steymaðu fólk í høllina, tí kvinnudysturin var spennandi. Beint fyri hálvleik var høllin hálv við áskoðarum, og ímóti dystarenda vóru høllin fullsett.

Kringvarp Føroya hevur spart burtur nógv av ítróttinum, og tá er frálíkt, at Rás2 tekur um endan. Havi frætt, at samarbeiðið millum tey trý hondbóltsfeløgini KÍF, VÍF og StÍF og Rás2 er so mikið gott, at eitt av feløgunum hevur longu útvegað lýsingar fyri meira enn 20.000 krónur til sendingarnar. So har er yvirskot í kassanum.

Eitt, sum eg havi sæð á míni heimasíðu, er, at heilt nógvir føroyingar uttanlands fylgja við ítróttinum í Føroyum. Og hundrað tals føroyingar er uttanlands í lestrarørindum, og nógvir av teimum fylgja heilt vist við Rás2, tá rásin útvarpar hondbóltsdystirnar. (Vagnur)

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá dystunum

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá dystunum

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *