Herfyri lá Norðlýsið í postkassanum, og í blaðnum var forvitnislig grein, har stjórin á Nema og harvið Prentmiðstøðini Christian Nagata umrøður grein í Dimmu í sambandi við, at Dimmalætting má prentast í Danmark, tí tvídráttur er millum Prentmiðstøðina og Dimmalætting. Eg stúrsaði við, tá í greinini stóð, at BankNordik, leiðslan á Sosialinum og Prentsmiðjuni høvdu ætlanir um, at Dimmalætting í framtíðini skuldi vera partur av Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hetta má ikki henda, hugsaði eg.
Eg havi stóran á huga í fjølmiðlaheiminum og fylgi væl við, hvussu gongur við bløðunum her heima, portalum og Kringvarpi Føroya. Eisini hyggi eg at sendingini “presselogen” í tv2 í Danmark, har leiðarar í stóru fjølmiðlunum tosa um ymist innan fjølmiðlaheimin. Áhugaverd sending.
Bløðini um allan heim hava tað ikki gott, tí miðlarnir broytast við fullari ferð, og serliga bløðini fáa harða kapping frá portalum og heimasíðum.
Í Føroyum eru bløðini fíggjarliga sperd. Einferð vóru bløðini nógv í tali, Oyggjatíðindi, Dagblaðið, 14. september og Tingakrossur bara at nevna nøkur av bløðunum.
Dimmalætting og Sosialurin er tvey gomul bløð, har Dimmalætting er nógv tað elsta blaðið. Tá ið eg las í Norðlýsinum, at BankNordik, leiðslan í Sosialinum og Prentmiðstøðin høvdu ætlanir um at flyta Dimmalætting oman í Miðlahúsið í Vágsvotn, hugsaði eg: Hetta má ikki henda.
Orsøkin er, at verður hetta gjørt, fáa vit eina monopolstøðu og kunnu siga farvæl til neyðuga kapping í blaðheiminum. Dimmalætting og Sosialurin sigast nú at vera óheft tíðindabløð, men hetta ivist eg í. Dimmalætting var knýtt at Sambandsflokkinum og Sosialurin at Javnaðarflokkinum. Eg haldi, at Dimmalætting er vorðin óheft, men Sosialurin er ikki enn 100% leysur av Javnaðarflokkinum. Blaðið má fyrst skifta navn, skal eg trúgva hesum.
Dimmalætting og Sosialurin eru tvey ymsik bløð. Styrkjan hjá Dimmalætting er, at á blaðnum arbeiða blaðfólk, sum eru før at skriva djúptgangandi greinar. Besta dømi var, tá ið EIK fór av knóranum. Dimmalætting gjørdi hesa tíðina dygdargott fjølmiðlaarbeiði.
Sosialurin er meira eitt lætt blað, sum vendir sær nógv til ungdómin, og tað tykist ikki, sum blaðfólkini á blaðnum hava eins førleika at skriva djúptgangandi og uppsøkjandi greinar sum tey á Dimmalætting. Men kanska er politikkurin hjá Sosialinum, tá ið tað snýr seg um lesaran, ikki eins og hann á Dimmalætting.
Eg haldi, at tað er dáragerð, um Dimmalætting av fíggjarligum áðum verður kroyst at leggja saman við Sosialin, tí so fáa vit onga fjølmiðlakapping í Føroyum, men eitt monopol, sum er til skaða fyri tíðindaflutningin. Fyrst Úvarpið og Sjónvarpið, so kanska Dimmalætting og Sosialurin. Ikki gott.
Føroyska samfelagið er lítið, og lýsingamarknaðurin tí eisini lítil. Fáa vit eitt blaðmonopol í Vágsbotni, stúri eg fyri, at tað í framtíðini ikki vera bløðini, sum stýra tíðindaflutninginum í Føroyum, men fyritøkur og politikarar. Hetta má ikki henda.
Tá eg sigi, at fyritøkur stýra tíðindaflutninginum, meini eg við, at bløðini liva av lýsingum, og tað er tildømis torført at biðja Atlantic Airways um at lýsa í blaðnum, og samstundis kanska í somu viku skriva atfinningargrein um eitthvørt í fyritøkuna.
Nú fáa vit at síggja, men vónandi hendir ikki, at Dimmalætting endar niðri í Vágsbotni. Og sjálvandi skal Dimmalætting prenta blaðið í Danmark, um blaðið har kann prentast fyri helvtar kostna. Alt snýr seg um pening í blaðheiminum. (Vagnur)
