Í gjár seinnapartin var undirritaði í truplari støðu, tí eg visti rætt og slætt ikki, hvat eg skuldi gera við mansdystin í Vestmanna millum VÍF og Kyndil. Meðan eg sat við telduna og savnaði tilfarið frá kvinnudystunum millum VÍF/Tjaldur og Kyndil í Vestmanna og Neistan og StÍF í Havn, tendraði eg fyri Rás2, sum sendi beinleiðis frá mansdystinum í Vestmanna. Og har var rok. “Nú eru bara tríggir VÍF-útispælarar á vøllinum, sum skulu spæla ímóti seks kyndilsspælarum”, segði frásøgumaðurin nakað ørkymlandi.
Eftir dystin fekk eg sum vanligt dómaraseðilin sendandi úr Vestmanna, og har stóð alt um útvísingar, og at frágreiðing frá dómararunum um reyð kort vera seinni at senda til HSF. Eg hugsaði mítt. Tað gjørdi ikki støðuna betri, tá ið eg ringdi til Vestmannar at fáa eina viðmerking. Tey, eg tosaði við, vóru í øðini. Eg bleiv so keddur og ørkymlaður um støðuna, at teldan bleiv sløkt, eg tímdi rætt ikki slætt ikki at skriva meira um hondbólt. Slíkar støður, sum tær í Vestmanna, kundi vit verið sloppin undan.
Og her er eingin umbering. Eg fari so langt og sigi, at kann HSF ikki finna tveir uttanveltaðar dómarar at døma dystin í Vestmanna, skuldi dysturin verið útsettur. Og kann HSF ikki fáa í lag meira uttanveltaða døming, sum gjørt verður í øðrum londum í altjóða hondbóltssamgonguni, má HSF fara uttanlands eftir dómarum. Núverandi støðan kann ikki halda fram. Vit kunnu ikki bjóða okkara hondbóltsspælarum slíka viðferð. Feløgini hava fyrst og fremst ábyrgdina og síðani HSF. Í míni verð er talan ikki um, um dómarar døma væl ella døma minni væl, og talan er slett ikki um at niðurgera dómarar. Alt snýr seg um uttanveltaða døming. So er tað sagt.
Støðan er í løtuni er, at vit hava alt ov fá A-dómarapør, tó so, nøkur nýggj andlit eru komin aftrat, men aðrir dómarar fella frá ella ikki klára kravdu rennuroyndina. Kyndil stendur hvørja ferð fyri skotum, tí felagið hevur flestar A-dómarar, men Neistin hevur einki A-dómarapar í løtuni, tað sama StÍF og Team Klaksvík. VÍF hevur nýtt A-dómarapar, KÍF hevur ein A-dómara og Heri Petersen, sum umboðar H71, dømdi sín næsta dyst í kappingini í gjár. Síðani døma Karstin Joensen og Kári Hansen úr Eysturoynni. Og hví dømdu hesir báðir ikki í Vestmanna?
Eg havi skrivað nógv um hondbóltsdøming, men havi ikki nevnt eitt orð um sjálva dømingina, men bert hetta, at vit eins og í øðrum londum mugu fáa uttanveltaðar A-dómarar at døma dystirnar. Og her mugu øll feløgini taka ábyrgd. Tú setir dómarar í ringa støðu, tú setir í hesum førum kyndilsspælarar í ringa støðu, og tú setir sanniliga VÍF-spælarar í ringa støðu. Hetta mugu fólk í HSF skilja, tí her er talan um nógvar kenslur.
Nú veit eg, at tá ið eg skrivi slíkt, fái eg keðiligar viðmerkingar frá ávísum persónum, men tað leggi eg einki í. Og fólk, eisini í hesum førinum Uni og Hannis, sum eg kenni, vita eisini, at talan er ikki í hesum føri um at niðurgera teir báðar. Dómaraavrikið hevur sum so ikki mín áhuga í skrivandi løtu, men kann eg vera við til tess at fáa føroyska hondbóltsdøming meira uttanveltað, er arbeiðið ikki burturspilt.
Og tað nyttar einki enn einaferð at skjóta meg í skógvarnar og siga, at nú er neistamaðurin Vagnur aftur eftir kyndilsdómarum. Eg skrivi ikki bara um Neistan, eg skrivi frá øllum hondbóltsdystum í bestu deildunum. Eg eri góður við hondbóltsspælið og havi nógv góð minni. Tí má eg hava loyvi at borðreiða við míni meining um uttanveltaða døming í Føroyum.
Sjálvur spældi eg í nógv ár á besta mansliðnum hjá Neistanum seinast í 60 árunum, øll 70 árini og nakað inn í 80-árini. Tað kom ikki upp á tal, at neistadómarar ella kyndilsdómarar dømdu dyst millum Neistan og Kyndil. Tó so, møguliga var okkurt einstakt undantak, tá ið ein dómari frá hvørjum felagi dømdu dyst. Spælarar høvdu slett ikki góðtikið slíkt. Hví skulu spælarar so góðtaka slíkt í 2012?
Tí eru míni innilig boð til HSF: Fáið skil á dømingina í bestu deildunum, og eydnast ikki at fáa uttanveltaða døming í føroyskan hondbólt, vendið kikaran so til Danmarkar ella Íslands og fáið A-dómarar har at døma nøkur vikuskifti í Føroyum. Núverandi støða kann ikki halda fram. (Vagnur)