StÍF-KÍF 26-24(15-10) Seinastu minuttirnir avgjørdu dystin

Allan Norðberg, StÍF spældi ikki ímóti KÍF. Hann var uttanlands.

Allan Norðberg, StÍF, spældi ikki ímóti KÍF. Hann var uttanlands.

Í gjárkvøldið var eg í 65 ára føðingardegi í Kirkjubø, so lítið vísti eg um áhugaverda mansdystin á Skála millum StÍF og KÍF, sum var útvarpaður í Rás2. Men nú liggur dómaraseðilin á borðinum, og eg havi spurt Jústenes Justinussen, sum sá dystin, hví StÍF vann dystin og ikki KÍF.

– Dysturin kundi fara báðar vegir seinast í dystinum, men eingin ivi er um, at StÍF verjan var ótrúliga góð, og at tað ikki eydnaðist KÍF at mansverja Svein. StÍF liðið dugur nú betur og betur at spæla fimm ímóti fimm, sigur Jústenes, og hann heldur fram:

– Frálíki málverjin hjá StÍF Levi Nybo stóð ótrúliga væl, liðið vardi væl, og gjøgnumbrotsspælið eydnaðist væl, tá ið Sveinur varð mansvardur. Í øðrum dystum hevur StÍF misbrúkt nógvar upplagdar málmøguleikar, men í gjárkvøldið gekk betur at fáa mál, og fleiri vóru málskjúttarnir. Nevni Pætur Joensen, sum var óførur og skjeyt sjey mál, hann er bara átjan ára gamal. StÍF verjan hevur í øðrum dystum hildið mótstøðuliðið niðri á góðtiknum málum, men StÍF hevur skotið ov fá mál.

– Tá ið tað ikki eydnaði KÍF at mansverja, fóru teir fyrst í seinna hálvleiki aftur til vanligu verjuna, og fekk KÍF tá nógv meira burturúr og spældi seg til javnleik 18-18 tíðliga í seinna hálvleiki. StÍF vann dystin, men dysturin kundi fara báðar vegir seinast í dystinum, tí eftir at StÍF var á odda 23-18, fekk KÍF fimm mál í fimm minuttir, og nú var støðan knappliga 23-23, men síðan var tað StÍF, sum endaði dystin best og vann 26-24, sigur Jústenes at enda.

Dystargongdin var henda: Fimm minuttir spældir, og StÍF er á odda 4-2, og fimm minuttir seinni 6-4. Eftir tíggju minuttir spæl 10-7 til StÍF. Seinastu tíggju minuttirnar í fyrra hálvleiki dregur StÍF veruliga frá, og KÍF hevur trupulleikar at fáa mál. Hálvleikstøðan 15-10 til StÍF.

KÍF byrjar seinna hálvleik nógv best, og eftir tíggju minuttir er støðan 18-17 til StÍF og løtu seinni 18-18. KÍF steðgar upp, og StÍF dregur aftur frá, tí næstu tíggju minuttirnar leggur StÍF seg á odda 23-19. StÍF fær útvísingar, og hetta ger KÍF sær dælt av, og nú er støðan knappliga 23-23 fimm minuttir fyri leiklok, og dysturin kann fara báðar vegir. Men StÍF dregur longra stráið og vinnur frálíka dystin 26-24.

Seinastu mansdystir í hesum árinum eru leygardagin, og tá spæla Kyndil og Neistin, KÍF og Team Klaksvík og H71 og VÍF. Miðspælarin hjá Neistanum Teitur Magnusson hevur leikbann, tí verður trupult hjá Neistanum, men í Hoyvík er spenandi dystur millum H71 og VÍF. KÍF vinnur óivað á Team Klaksvík. (Vagnur)

Málskjúttar StÍF: Marius Joensen 8, Pætur Joensen 7, Borgar Danielsen 4, Jógvan G. Joensen 4, Steinar Prestá 2 og Sveinur Justinussen 1

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Gert Hansen 4, Nicklas Selvig 3, Ási Dam 3, Teitur Joensen 2, Rógvi Weihe 2, Tony Weihe 1 og Rúni Joensen 1

Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen (Frálík døming verður sagt av Skála)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 11 314 250 64 17
2 VÍF 11 300 256 44 15
3 H71 11 306 274 32 14
4 StÍF 12 307 275 32 13
5 Kyndil 11 284 276 8 12
6 Neistin 11 254 276 -22 7
7 Team Klaksvík 11 213 371 -158 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *