Ítróttahøllin á Sandi skuldi vera liðug fyrst í september mánað, men hetta er útsett til fyrst í november mánað. Men longu nú er kreftir á Sandi, sum vilja endurstovna hondbóltsfelagið Vípuna, sum varð stovnað í 1942. Men tá ið ungu kvinnurnar, sum vunnu FM-heitið í 1944 og í 1949, giftust og fingu børn, vóru ongar ungar kvinnur at taka við. Í morgun ringdi eg til Adu Kristinu Petersen, sum saman við Hjørdis Jensen, ætla at endurstovna Vípuna. Og hon sigur soleiðis í stuttum úr handli á Sandi, har hon arbeiðir.
-Vit hava hugsað um at endurstovnað Vípuna, sum varð stovnað í 1942, og ætlanin er at byrja við teimum heilt smáu U8 ár. Vit hava spurt okkum fyri í Hondbóltssambandinum, hvussu vit skulu fara fram til tess at endurstovna felagið. Og sum vit skilja á lagnum, ætlar HSF, at ein av vælumtóktu U8 kappingunum skal næsta kappingarár fara fram í nýggju høllini á Sandi. Vit fáa ikki byrjað venjingina í fimleikarhøll, tí í løtuni verður svimjihylurin brúktur, og tá kann fimleikarhøllin ikki brúkast, sigur Ada Kristina, sum er ommudóttir Adu Rasmussen, sum vann FM-heitið við Vípuni í 1949.
Vit onnur, sum fylgja hondbóltinum, ynskja so inniliga, at Vípan verður endurstovnað, og at hondbóltslið av Sandi sum frálíður aftur gerast partur av hondbóltsfamiljuni í Føroyum. Liðini í bestu deildini plaga at fara á venjingarlegu ymsastaðni í Føroyum, og eingin ivi er um, at lið eisini koma í Sandoynna á venjingarlegu.
Ì morgun gjørdi eg frálíkt hál, tí eg lándi tvær myndir frá 85 ára gomlu Torgerð Jensen, sum var við at vinna FM-heitið við Vípuni í 1944 og 1949. Eg festi á blað, tað hon fortaldi mær, tá ið spælarar úr Vípuni ferðaðust kring landið og spældu hondbólt. Í næstum kemur grein og myndir á heimasíðuna frá vitjanin heima hjá Torgerð Jensen. (Vagnur)

