Sjúrður Olsen er formaður í “FC Argir”, sum hevur ábyrgdina av besta mansliðnum hjá Argja Bóltfelag. AB ella Skála flyta upp í EFFO deildina saman 07 Vestur, og hetta verður óivað avgjørt 5. september, tá ið AB og Skála spæla á Argjum. Eg havi spurt Sjúrð Olsen, um AB hevur nóg góða manning at standa seg í EFFO deildini, um tað eydnaðast at flyta upp í bestu deildina.
– FC Argir hevur 22 ungar góðar spælarar í hópinum, og teir flestu eru uppvaksnir í felagnum. Tveir spælarar koma úr Sandoynni. Fáa vit møguleikan aftur at spæla í EFFO deildini, so meti eg, at vit mugu útvega liðnum einar tveir, tríggjar nakað eldri royndar spælarar. Vit hava eisini spælt ímóti EFFO liðum í summar og hava klárað okkum væl, men ein lang kapping í EFFO deildini krevur nakrar royndar spælarar á liðnum.
– Vit byrjaðu ótrúliga væl í vár og vunnu allar teir fyrstu dystirnar, men tað sýnist, sum spælarar ikki megna pressið, nú stundar ímóti endanum, og vit spæla avgerandi dystir um uppflyting. AB er eitt frálíkt lið, men vit hava í seinastuni verið í mótvindi.
– Tú spyrt meg, hvussu gongst við ungdómsarbeiðinum? Vit gjørdu eina seks ára ætlan at uppala okkara egnu spælarar. AB hevur góðar dreingjaspælarar í øllum deildum, og fáa vit, sum áður sagt, einar tveir, tríggjar royndar spælarar aftrat, um vit flyta upp, so standa vit okkum í EFFO deildini.
-Vit útvegaðu okkum á sinni nakrar kostnaðarmiklar spælarar, men sum tú veitst, fekk hetta bráðan enda miðskeiðis í kappingarárinum í 2010, tá vit boðaðu frá í góðari tíð, at felagið ikki longur megnaði at hava kostnaðarmiklu spælararnar á liðnum. Vit mistu nakrar av okkara stuðlum, og tá var einki annað at gera uttan at siga farvæl við hesar spælarar, sigur Sjúrður.
Tá ið AB uppalir ungar góðar spælarar, kann eg ímynda mær, at kanska B36 ella HB hava vakin eygu eftir hesum spælarum. Og kanska hava stóru feløgini í Havn betri tilboð til ungar spælarar í AB, enn AB sjálvt kann bjóða spælarunum.
– AB spælararnir fáa samsýning fyri at spæla, teir fáa samsýning fyri vunnan dyst, helvtina fyri javnleik og einki fyri taptan dyst. Eitt slaks bonuskipan. Sjálvandi fylgja feløg í EFFO deildini við spælarum hjá AB, og okkara spælarar fáa eisini tilboð at taka støðu til frá øðrum feløgum. Summir spælarar vilja ganga nýggjar leiðir, meðan aðrir heldur vilja spæla á Argjum, sigur Sjúrður at enda.
Liðini í 1. deild hava spælt 22 dystir, tað vil siga, at fimm dystir eru eftir at spæla. Eyguni verða serliga vend ímóti dystinum mikukvøldið 5.september, tá ið AB og Skála spæla á Argjum. O7 Vestur hevur 53 stig, Skála 48 stig og AB 46 stig. (Vagnur)

