Sunset liðið hjá VB verður óivað styrkt við tveimum serbiskum kvinnum, sum um mánaðarskiftið koma til Vágs at royndarvenja. Talan er um eina kvinnu, sum hevur spælt í Vestmannaoyggjum í Íslandi og eina kvinnu, sum hevur spælt í Serbia. Nú kreppa er í Europa, hevur VB fingið fleiri fyrispurningar frá útlendskum spælarum at koma til Føroyar at spæla, men vónleyst er at fáa arbeiði til spælararnar, sigur Egil Steintórsson formaður í VB.
Nú stundar til nýtt hondbóltsár, og feløg fyrireika seg sum best til kappingarárið. Damir Oros skal venja VB, og tað er hann, sum hevur fingið fatur í útlendsku spælarunum. Men tað er lættari sagt enn gjørt at fáa útlendingar til Føroya at spæla hondbólt, tí tað er blivið vónleyst hjá útlendingum at fáa arbeiði í Føroyum, sigur Egil Steintórsson.
– VB hevur fingið fyrispurningar frá spælarum úr Ungarn og Rumenia um at koma til Føroyar, men vit hava ongan møguleika at fáa teimum arbeiði. Útlendskir spælarar fáa eitt ítróttaloyvi, sum er kostnaðarmikið fyri feløgini, tí útlendingar kunnu bara arbeiða fáar tímar um vikuna, restina mugu feløgini gjalda.
– Arbeiðið er eitt, annað er, at tað kostar meira og meira at flyta spæliloyvini millum lond. Kemur tildømis serbiska kvinnan úr Vestmannaoyggjum til Vágs, kostar hetta nú einar 20.000 krónar bara at flyta spæliloyvið. Kreppa er í Europa, feløg hava tí færri pening, og í kjalavørrinum á hesum gerast nógvir spælarar arbeiðsleysir og royna at finna sær nýggjan arbeiðsgevara. Tí fær VB eisini fyrispurningar um at sleppa at spæla í Føroyum, sigur Egil úr Vági.
Fyri nøkrum vikum síðani tosaði eg við Egil um umstøðurnar hjá hondbóltinum í Vági, og tá segði hann soleiðis:
-VB hevur ógvuliga góðar venjingarumstøður, tí høllin er altíð tøk at brúka. Fleiri lið norðanfjørðs koma til Vágs á venjingarlegu, og hetta hevur eisini týdning fyri hondbóltin í Vági. Tá ið vit tosa um dreingja-og manshondbóltin, so er spell, at vit einki manslið hava í VB, tí yngru dreingirnir síggja ikki vaksnamannahondbólt.
-Tú spyrt, hvussu gongst fíggjarliga eisini at útvega útlendskar spælarar? Til hetta er at siga, at vit leggja eina fíggjarætlan, sum heldur. VB skyldar ikki pening. Sunset liðið hjá VB er væl umtókt í oynni, og hava vit havt fastar stuðlar í nógv ár, sigur Egil at enda.
Nú bíða vit eftir, um serbarnir verða verandi í Vági eftir royndarvenjingina, og hvussu VB liðið verður mannað í fyrsta landskappingardyrinum. (Vagnur)
.
