Seinnapartin mikudagin kom eg fram við í SMS, har forvitnislig framsýning var í sambandi við, at tríggir rithøvundar um kvøldið skuldu siga frá bókum sínum um fiskivinnu. Mitt á gólvinum stóð gamal tríbekkur. Eg sat eina løtu á einum beinki og eygleiddi, um fólk høvdu áhuga fyri gamla bátinum, sum ikki longur sæst á vágunum kring landið. Eg legði til merkis, at serliga fleiri smádreingir steðgaðu við bátin, og onkur fór í bátinum. Sá onga gentu, sum sýndi bátinum áhuga. Eg hitti fittan smádrong.
Í mínum barna- og ungdómsárum vóru bara træbátar í Havn og eingir glastrevjabátar. Vit hildu mangan til niðri við sjóvarmálan og róðu við árabátum, sum vóru til taks. Onkuntíð spurdi vit ikki um loyvi. Tað sjáldsama við árabátinum í SMS er, at báturin var djúpur og breiður, sum tildømis slett ikki hevur sama snið sum kappróðrarbátarnir, sum eru meira flatbotnaðir. Árabáturin í SMS er heilt vist sjógóður og lastar nógv. Kundi báturin tosað, so hevði hann kunnu sagt frá nógvum ferðum á floti, tí báturin var nógv brúktur.
Bekkirnir vóru nógv slitnir og áraskeytar og tollar við. Bátaseymirnir rustaðir av elli, og málingin loysna manga staðni frá trænum, tí báturin hevur staðið so leingi turrur. Smádrongurin á myndini setti seg væl hýrdan á bekkin, og tá ið eg spurdi hana, hvussu honum líkaði bátin, segði hann: – Hetta her ein fittur bátur, og so fór hann úr bátinum og helt leiðina víðari í SMS. Gomlu arbeiðsamboðini hugdi hann ikki at, men báturin segði honum nógv. Eg haldi, at hann eina løtu fór í dreymaland, har hann ímyndaði seg á sjónum í “fitta” árabátinum.
Tá ið eg var í Rituvík fyri nøkrum vikum síðani, stóðu nógvir gamlir árabátar í høll í bygdini, sum eina ferð var Eggvirkið í Rituvík. Tá ið eg spurdi mann, hvør átti gomlu árabátarnar, segði hann, at Fornminnissavnið átti bátarnar, sum skuldu varðveitast. Millum bátarnar stóð eisini blátt 8-mannafar, sum Niclas í Koltri smíðaði. Hetta má vera Leirvíksingur, sum seinni bleiv til Postbáturin og síðani Knørrrur.
Um báturin í SMS er ein tristur ella ein tríbekkur veit eg ikki rættiliga, men óivað er báturin ein tristur. Ein tristur er árabátur við trimum bekkum og 18 føtur langur. Tríbekkur er árabátur eisini við trimum bekkum men nakað minni enn tristur. Í SMS vóru eisini gomul amboð at síggja, sum áður vóru brúkt í sambandi við fiskivinnu. Har vóru eisini gørn og rúsur. Áhugaverd framsýning. Tí verri er bátasmíð mest sum søga, og bara kappróðrarbátar verða smíðaðir. Á vágunum kring landið síggjast mest sum bara glastrevjabátar. (Vagnur)

Ikki løgið, at oljulampur vóru at síggja. Ravmagnið kom ikki í nógvum bygdum fyrr enn seinast í 50-árunum. (Mynd Vagnur)




