Myndin omanfyri er frá 1968, og fólkini hyggja ikki at kappróðri, tí tað var ikki fyrr enn í 1972, at Molin var longdur so mikið nógv, at ikki longur kundi rógvast 2000 metrar av Gulanum og inn í Vágsbotn. Hyggur tú nærri at myndini, so siga serliga bilarnir mær frá, at myndin er frá 1960-árunum. Har er ein Volvo Amazon og ein Rambler bilur, eg kennist við. Tvær gentur standa fremst við stabban í stuttum jakka og nylonsokkum, sum var mótin tá. Myndin kundi eisini verið dagin 20. oktober 1967, tá ferðamannaskipið Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum fór seinastu ferð úr Føroyum, men tað er myndin ikki. Fólkini á myndini siga sluppini Westward Ho farvæl, sum skal á vitjan í Esbjerg. Serliga við hesi ferð var, at sluppin í 1968 ikki hevði motor, og bara seglini vóru til at taka. Minnist væl, at veðrið var so mikið gott, at sluppin mest sum ikki kom úr stað fyrstu døgnini og var tí sleipað út um Nólsoynna.. Útvarp Føroya segði dagliga frá, hvar sluppin var stødd á ferðini. Westward Ho fekk næstan kongaliga móttøku, tá sluppin loksins kom til Esbjerg. Ólukksáligt at vit mistu Molan, tí Molin var nakað heilt serligt fyri okkum øll. Kanska nýggja havnabygging suður í Nólsoyarfjørð gevur okkum Molan aftur, men tað gerst neyvan veruleiki. Nógvir mussar mugu vera givnir úti á Molanum eftir dansin í 1960-árunum, tí nógv ungfólk fóru “kajtúr” út á Molan eftir dansin, sum tá endaði á midnátt. (Vagnur)
Úr myndasavninum – “Navigatiónsskúlin” veturin 1936/1937

Kenni bara tríggjar mans á myndini. Debes Christiansen fremst uttast til vinstru. Í miðjuni í hvítari skjúrtu og slipsi lærarin Dánjal á Dul og Torstein ella Thomas Askham til høgru í miðjuni aftan fyri Dánjal á Dul.
Kom fram á myndina omanfyri í myndabók hjá familjuni. Áhugaverd mynd í nógvar mátar, tí næmingarnir standa í garðinum í Sjómansskúlanum, sum var bygdur í 1904/1905, har kontórið hjá Mest nú heldur til. Í 1904 komu tveir danir Viggo Ryving-Jensen cand phil og Andreas Nielsen fyrrverandi stýrimaður hjá ØK til Havnar at búgva. Hesir tóku stig at byggja stórar skúlan, sum var heilt stórur bygningur tá í tíðini. Læs resten
Úr myndasavninum – Mansdeildin hjá Stjørnuni var niðurløgd í ár 2000

Stjørnan vinnur 2. deild í 1988 og flytir í bestu deildina. St.f.v: Poul Mikkelsen, Atli Hansen, Egil Johansen, Hans Arni Bertholsen og Eyðbjørn Høgnesen. Húkandi f.v: Lars Dalhoff, Jóhannus Ziska, FinnBjørn Grettursson, Jógvan Leivur Nolsøe, Olgar Danielsen, Jarvin Feilberg Hansen og Kristoffur Ragnarsson. (Mynd Vagnur)
Í mínari gomlu myndagoymslu kom eg ein dagin fram á forvitnisliga mynd av mansliði hjá Stjørnuni. Fór at kanna hetta nærri, og er myndin frá 1988. Myndin er tikin, tá ið greitt er, at Stjørnan vinnur 2. deild og flytir upp í 1. deild, sum var besta deildin tá. Læs resten
Trýss ára gomul lýsing frá luktilsishandlinum Sýruni
Tá eg í Kvinnutíðindum frá 1956 leitaði eftir grein um abbasystir mína Mariu Mikkelsen, steðgaði eg við áhugaverda og skemtiliga lýsing frá luktilshandilinum Sýruni. Handilin var ein av fleiri handlum, sum hildu til í niðastu hædd á Hotel Hafnia út ímóti Áarvegnum. Tá var lív í miðbýnum, og í 1956 búðu bara um 6000 fólk í Havn. So skjótt, sum eg sá lýsingina, merkti eg serliga luktin í nasagluggunum, tí at koma inn í Sýruna var nakað heilt serligt. Tað var nærmasti granni okkara við Hoydalsvegin Djóni í Geil, sum átti handilin. Djóni doyði á ungum árum í 1970 bara 41 ára gamal. Læs resten
Úr myndasavninum – Hesir vóru okkara stjørnur í kappróðri

10-mannafarið Studenturin frá 1959. Standandi f.v: Arni Clementsen, Poul Stein Poulsen, Martin Rørsvig, Sørin Pram Sørensen og Gorm Justinussen. Miðjan f.v: Sigmund Arge Gregoriussen, Høgni Danielsen og Jógvan Højsted. Fremst f.v: Groth Nolsøe og Hans Ludvig. Har vantar ein maður, hvør er so tað? (Mynd: Lützens foto)
Nú stundar til FM-róðrarnar í kappróðri. Tvey av trimum ódnartøkum eru avgreidd í Havn og Runavík, og triðja ódnatakið skal rógvast á bátastevnuni í Vestmanna. Ódnartøkini boða frá fleiri manningum enn undanfarin ár, so vit á síðulinju bíða spent. So langt aftur eg kann minnast, hevur kappróður altíð havt mín heilt stóra áhuga, sjálvt um eg ongantíð havi róð sjálvur. Stýrdi sum smádrongur Sílinum og eitt ár Ørvi, tað var tað. Tá eg kom fram á myndina omanfyri, leitaðu tankarnar aftur til hesar menninar, sum róðu við 10-mannafarinum Studentinum. Læs resten
Úr myndasavninum – Tók fyrstu litmyndirnar á “ískaiini” í 2003
Altíð áhugavert at hyggja at gomlum kappróðrarmyndum, tí manningar og harvið bátar, sum rógva FM-róðrarnar, er knappliga burtur úr kappróðrinum. Myndirnar tala fyri seg. Eg tók mínar fyrstu svarthvítu róðrarmyndir í 80-árunum, tá ið eg skrivaði ítrótt á blaðnum 14. september og seinni mánadagsblaðnum Alt um ítrótt. Tá var man ungur og bjóðaði seg til at sleppa umborð á útvarpsbátin, so bestu róðrarmyndir kundu takast. Hetta gjørdi myndamaðurin á Sosialinum eisini. Áhugavert og stuttligt at vera í útvaprsbátinum, tí tá sást tú kappróðurin á annan hátt, og ongar vóru sjónvarpsmyndir. Læs resten
HSF skal bretta upp um armar og fáa loyst dómaratrotið

Heri Petersen og Hannis Wardum hava júst dømt seinna FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil. (Mynd Vagnur)
Landskappingin í hondbólti er endað á hesum sinni, og nú fara spælarar í summarfrí. Men leiðslurnar í ymsu feløgunum kring landið fara uttan iva ikki í summarfrí, tí nógv skal fáast á pláss til næsta kappingarár. Venjarar, og kanska onkur útlendskur spælari. HSF er ikki farið í summarfrí, og tað fingið vit váttað í vikuni, tí HSF hevur sett Petur Mittún sum hondbóltsmennara. Hondbólturin skal lyftast upp á altjóða støði, verður sagt, og alt gott um tað. Nú bíði eg við spenningi eftir útspæli frá HSF, har hondbóltsdømingin í Føroyum eisini skal lyftast upp á altjóða støði, men her enn heilt langt eftir á mál. Læs resten
Hví hava vit ikki varðveitt meira av gomlu vøkru Havnini?

Óskiljandi, at tey fingið loyvi at byggja henda kassan aftrat gamla vakra Klubban. Tey oyðiløgdu økið.
Í 2011 kom út forvitnislig bók “Endurminningar – Heri Mohr”. Heri var stjóri á Gjaldstovuni í nógv ár, og umframt at bókin snýr seg um lívið hjá Hera, so skrivar hann nógv um tíðina á Gjaldstovuni. Í bókini eru nógvar familiumyndir, men eisini aðrar myndir. Heri Mohr, sum eg kenni væl, er bersøgin maður. Hann hevur skrivað nógvar greinar í bløðini, og er ikki bangin at siga sína hjartans meining um ymist í samfelagnum. Frálíkt, at vit hava slík fólk. Á síðu 179 í bókini er áhugaverd mynd, og Heri sigur eisini sína meining um myndina. Ovara myndin av Klubbanum frá 1908 far gott skoðsmál frá Hera, har hann skrivar: Ein arkitektonisk perla. Niðara myndin fær annað skoðsmál frá Hera: Arkitektonisk afturstig. Og rætt hevur Heri. Guð viti, hvat arkitektarnir og býráðið hava hugsað, tá tey á sinni góvu byggjuloyvi til hesar kassar í miðbýnum. Einki hugflog og nógv akritektonisk afturstig í okkara tá vakra miðbýi. Sum ovara myndin er góð við vøkrum skipaðu húsum við nógvum laðaðu garðum í góðum føroyskum stíli. Niðara myndin er beinleiðis syrgilig. (Vagnur)
Komið øll við inn í ævintýrheimin í Plantasjuni
Úr køksvindeyganum hjá okkum hava vit gott útsýni yvir í Plantajuna, sum vit frá barnaárunum hava rópt hetta stað. Orðið Viðarlundin kom seinni. Seinastu dagarnar hevur heilt nógv virksemi verið sunnast í Plantasjuni nær Havnará og inni ímillum trøini. Á skelti úti ímóti Hoydalsvegnum stendur at lesa: Kom inn í ein ævintýrheim við tónleiki, dansi og endurnýtslu. Hetta havi eg gjørt, og eg má siga, at tað er ótrúligt, hvussu nógv tey hava skapað og fingið burturúr. Ikki hevur skortað við hugflogi. Eitt upplivilsi at síggja allan ævintýrheimin. Eg ringdi til ein av høvuðsfyrireikarunum Biritu Arge og spurdi hana, hvussu leingi tey hava fyrireikað tiltakið, og hvørji eru partur í áhugaverda ævintýrheiminum: Læs resten
Úr myndasavninum – Fýra smábørn og tvey søgulig hús við Landavegin

Børnini frá vinstru: Chirstin Dahl Plate, síðani systkini Christian, Vilhjálmur (Lill) og Gunnvør Christiansen.
Myndin omanfyri er tikin í grannalagnum hjá okkum beint eftir kríggi. Vit síggja niðan í Grønland, har lítið og einki er bygt. Nógvu húsini í Grønlandi vóru bygd seinast í 1940-árunum og fyrst í 1950-árunum, og seinni í mínari tíð kom býlingurin upp í Líðunum. Børnini á myndini eru frá vinstru systir mín Chirstin Dahl Plate, síðani systkinabørnini Christian, Vilhjálmur (Lill) og Gunnvør Cristiansen. Debes Chistiansen pápi tey trý systkini og mamma eru systkin. Børnini sita í garðinum hjá Torgerd og Dagny Mohr, sum vóru ógvuliga barnavinaligar. Tær vóru ógiftar og arbeiddu báðar í Føroya Banka. Bæði nærmastu húsini á myndini eru áhugaverd og søgulig í okkara hugaheimi. Læs resten


