Leygardagin skulu bátarnir til fyrstu FM-próvtøku á árinum

8-mannafars róðrarnir í summar vera serligir, tí bátarnir eru fleiri. (Mynd Hans Højgaard)

8-mannafarsróðrarnir í summar vera serligir, tí bátarnir eru fleiri. Ódnartøk í Vestmanna. (Mynd Hans Højgaard)

Leygardagin er norðoyastevna, og tá skulu fyrstu FM-róðrar og fyrstu barnaróðrar rógvast. Norðoyastevnan er altíð serlig, tí einstaka manningin og einstaki rógvarin hevur vónirnar um góð úrslit, men sum vit plaga at siga: Eftir norðoyastevnu er nýggj tíð. Summir rógvarar eru fegnir um sigur, aðrar hampuliga væl nøgdir, og aðrir rógvarar beinleiðis vónbrotnir. Vit hava longu nakrar ábendingar, hvussu fer at gangast í Klaksvík leygardagin, men bátar leggjast aftrat, sum ikki hava roynt seg í teimum trimum óndnartøkunum.

Gentu- og kvinnubátarnir eru eisini fleirí í summar. (Mynd Hans Højgaard)

Gentu- og kvinnubátarnir eru eisini fleirí í summar, og tað fegnast vit um. (Mynd Hans Højgaard)

Fara vit til 10-mannaførini, so vita vit um fýra bátar. Eysturoying, Havnarbátin, Ormin og Drekan reyða. Sjálvur sá eg bara ódnartakið í Havn, og tá sá Drekin reyði at vera heilt væl fyri. Síðani havi eg sæð myndir av ódnartakinum í Runavík, og ferð var á Eysturoyingi henda dagin. Í Vestmanna róðu eingi 10-mannafør ódnartøk, og tú hevði varhugan, at skaðar og annað eru bara undanførslur. Manningarnar vilja ikki avdúka ov nógv, tí góvu manningar avboð. Leygardagin skulu 10-mannaførini so til próvtøku í Klaksvík.

Rádni og Sølmundur við kvinnu kappast á bátastevnuni í Vestmanna . (Mynd Hans Højgaard)

Rádni og Sølmundur við kvinnum kappast um fyrsta plássið á bátastevnuni í Vestmanna . (Mynd Hans Højgaard)

Eg fegnist um at síggja fimm 8-mannafør í ódnartøkunum. Nevið Reyða, Knørr, Argjabátin, Gullbrand og Miðving. Havi eina ábending, at slagið kemur at standa millum Nevið reyða og Miðving, men nú skulu vit minnast til, at teinurin í óndartøkunum er bara 140 metrar, og manningarnar skulu rógva 1000 metrar, so her kann alt henda.

Gevi einki boð um hinar bátarnar uttan 6-mannaførini við kvinnum. Tær umborð á Rádna eru øgiligar, so hinar manningarnar mugu veruliga spíla seg út, um Rádni skal fáa kapping. Vit á síðulinjuni gleða okkum at síggja róðrarnar í Klaksvík leygardagin. Hans Højgaard tók myndirnar omanfyri í Vestmanna, tá bátar róðu ódnartøk. So vil eg enn einaferð nýta høvið at takka øllum tykkum, sum skipa fyri ódnartøkunum. Tit eru øll ófør. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *