Úr myndasavninum – Nøkur serlig minni um róðrarmynd frá 1966

Ørvur 1966. Aftast frá vinstru Trygvi Bech, Einar Jacobsen, Jákup (á Lag) Jacobsen, Hjørleif Kürberg, Wilhelm Andreasen og Kristian Winthereig. Fremst frá vinstru: Zacharias Davidsen, Heðin Mortensen og Jóhan Carl Dam.

Árini 1965-1968 var Martin Kürberg formaðurin í Havnar Róðrarfelag, og tað var júst um tað mundið, tá eg kom nógv oman í neystið í Álakeri. Martin var bersøgin maður, tók mangan rívan til og hoyrdist, hvar hann var. Eg kendi væl Martin, tí hann hevði lastbil og koyrdi mangan seyð frá mjólkabátunum niðan í Smæruna, har pápi mín arbeiddi. Martin koyrdi eisini postsekkirnar frá bátunum og niðan á posthúsið á Vaglinum. Sum trettan ára gamal stýrdi eg Sílinum í 1963 og kom eisini at stýra Ørvi í nakrar mánaðir í 1966. Hugurin at stýra var ikki nakað serligur, tí nú var eg vorðin so bitin av hondbólti, sum tá var summarítróttur. Læs resten

Nólsoyar Páll er eingin trupulleiki niðri í Vágsbotni

Steinfóturin, sum Nólsoyar Páll stendur á, er 1,7 fermetrar til víddar. Tríggjar/fýra standmyndir av Nólsoyar Pálli kunnu standa á einum parkeringsplássi. So orðini hjá Boga Andreasen hanga slett ikki saman. Koma fleiri beinkir, so kunnu fleiri fólk sita har. (Mynd Vagnur)

Nógv við mær øtaðust herfyri at síggja býráðslimin Boga Andreasen í fjølmiðlunum siga, at hann kundi ynskt sær at flutt standmyndina av Nólsoyar Pálli, tí hon passar ikki inn í umhvørvið í Vágsbotni. Bogi sigur, at tá tiltøk og annað eru í Vágsbotni, tekur standmyndin ov nógv pláss, sum kundi verið brúkt til sitipláss, tjøld og annað, og sum kundi komið fólki til góðar. Orðini hjá Boga er beinleiðis skeiv, tí nú havi eg verið í Vágsbotni við tummastokkinum og mált, hvussu nógv økið standmyndin í veruleikanum tekur av plássinum. Nøkur fá prosent. Steinfóturin er ein tríkantur, og lætt er at rokna. Hálv hædd ferðir grundlinjuna, sum bleiv til 1,7 fermetrar, sum er púrt einki av økinum. Parkeringsplássini, sum vit síggja til vinstru í myndini, máta hvørt tíggju fermetrar. Vit nógvu kunnu vissa Boga um, at ætlar hann at flyta standmyndina, so fær hann mótspæl í Vágsbotni. Læs resten

Róðrarnir í Miðvági vóru væl avgreiddir – tríggir nýggir vinnarar

Drekin reyði gav Orminum skarpan gang fram ímóti málinum, men Ormurin helt tørn og vann róðurin. (Mynd Hvannrók)

Tá veðurgudarnir spáddu um eitt sindur av mótvindu á vestanstevnu í Miðvági, so gjørdust róðrarnir ikki endurtøka av róðrunum á fjarðastevnu, har summir manningar slett ikki dugdu at rógva í undanalduni. Fyri róðurin á vestanstevnu høvdu vit havt fimm róðrar við undanvindi, og fyri mær var púra greitt, at var mótvindur á vestanstevnu, fingu vit at síggja nøkur øðrvísi úrslit. Og so var. Tað sýnist, sum lættar manningar klára seg betur í undanvindi, meðan í mótvindi liggur meira eftir hjá teimum kropssterku rógvarunum við seigum tøkum, og hetta sást eisini á vestanstevnu. Men fyrst til Kringvarp Føroya, sum vegna tekniskt brek vístu okkum nakrar frálíkar mynd tiknar av landi. Læs resten

1. november í fjør yvirtók Landsverk asfaltverkið á Sundi

Betri karmarar til vinnuna, men tað skal valdast. Hvat við vøkru náttúruni á Sundi. Myndin er tað, sum borgarstjórin og hini á Vaglinum lovprísa og arbeiða fyri. (Mynd Vagnur)

Borgarstjórin í Havn er sperd í málinum um grótið á Sundi, tí í útvaprium á middegi hósdagin lovar hon nú kalbaksfólki gull og grønar skógir. Millum annað nevndi hon eina ítróttahøll í Kalbak og fleiri bústaðir, men trúgv mær, har kemur eingin ítróttahøll í Kalbak. Tá tað snýr seg um trúvirði og álit, so nyttar ikki skjóta fyrst og spyrja aftaná, tí borgarstjórin og harvið samgongan á Vaglinum hava so dyggiliga traðkað kalabaksfólk og onnur yvir tærnar um grótið á Sundi. Borgarstjórin eigur at vita, at slíkt djúpt sár verður ikki legt við fáum orðum í útvarpinum. Borgarstjórin hevði góðan møguleika at ganga kalbaksfólki á møti, men hon gjørdi tað ikki. Hon undirskrivaði sáttmálan um grótið 27. apríl. Kalbaksfólk mótmæltu eisini harðliga seinast í 1980-árunum, tá havnalagið var bygt á Sundi, men tey á Vaglinum lurtaðu heldur ikki tá. Hvussu skulu tá kalbaksfólk og onnur taka borgarstjóran fyri fult? Sagt var seinast í 1980-árunum, at Havnin skríggjaði eftir fleiri metrum av bryggikanti, so farmur av ymsu slag kundi uppskipast á Sundi. Men har kom eingin farmur upp á land í 35 ár, tí havnalagið, sum tá kostaði 50 milliónir krónur, kundi ikki brúkast vegna og nógvan súgv ið bryggikantin. Nú hevur Landsverk yvirtikið asfaltvirkið. Eg vildi meint, at tað er landið og ikki Tórshavnar kommuna, sum skal útvegað grundøkið til stórt asfaltvirkið, sum heldur átti at staðið í onkrum grótbroti. Slagorðið hjá borgarstjóranum og samgonguni á Vaglinum er “Vinnan betri karmar”, men tað skal valdast. Veikleikin hjá flestu býráðslimum er, at hjartað slett ikki er við í nógvum málum. Skansin var eitt dømi, Sund annað dømi og nú standmyndin av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni. (Vagnur)

Standmyndin av Nólsoyar Pálli skal ikki flytast úr Vágsbotni

Standmyndin í Vágsbotni er vøkur og sigur ótrúliga nógv. (Mynd Vagnur)

Standmyndin í Vágsbotni, sum er ímyndin av frælsistríðnum, er vøkur og sigur nógv. (Mynd Vagnur)

Stúrsaði við at síggja Boga Andreasen býráðslim í fjølmiðlunum siga, at hann kundi yngst sær at flutt standmyndina av Nólsoyar Pálli, tí hon tekur ov nógv pláss og passar ikki í umhvørvið. Plássið var betri farið til sitipláss, tjøld og annað, sigur Bogi. Vakra standmyndin, har Nólsoyar Páll starir spelkin suður í hav, meðan tjóðfuglur okkara omanfyri jakstrar rovfuglin, er væl úr hondum greidd og er frálíkt handverk frá listamanninum Hans Paula Olsen. Tíbetur hevur listamaðurin longu givið til kennar og sagt, at standmyndin stendur allar best í Vágsbotni. Tað kemur ovart á meg og onnur, um Bogi fær undirtøku í býráðnum at flyta standmyndina og serliga ímóti viljanum hjá sjálvum listamanninum. Trupulleikin í býráðnum er, at flestu býráðslimirnir eru ikki uppvaksnir í Havn, tí sýnast kenslurnar kaldar í fleira málum. Hjartað fylgir ikki við. Vit sóu tað í málinum um Skansan, oyðileggingina á Sundi og nú standmyndina av Nólsoyar Pálli. Hjá fleiri av hesum fólkum snýr alt seg um pengar og so upp á tindin við náttúruni og vøkrum umhvørvi. Sjálvandi skal standmyndin ikki flytast úr Vágsbotni. Nøkur orð um Nólsoyar Páll niðanfyri.  Læs resten

Umborð á Orminum skiftu teir bát og vunnu á fjarðastevnu

Ormurin vann tryggan róður á fjarðastevnu og vóru klárt á odda allan róðurin. (Mynd Hvannrók)

Fyrr í vikuni kom eg fram við gamla neystinum hjá Róðrarfelagnum Knørri á “Lágikai”, og har sá eg blátt 10-mannafar á bátavogni. Eg fór úr bilinum og yvirímóti 10-mannafarinum, og har stóð millum annað Svein Rógvi Nielsen, sum rør við Orminum, við stórum smíli. – Sært tú nakað serligt við hesum báti, segði Rógvi við meg, men eg sá einki undrunarvert uttan tað, at báturin var bláur, og at ein ár frá Klaksvíkingi var í bátinum. Báturin var tó illa hildin, áraskeytar og tollar slitnir, og báturin var skitin innan. So eg gav upp at gita, men síðani fekk eg søguna. Læs resten

Sjálvandi skal trygdin umborð á kappróðrarbátum vera í lagi

Sílið dreingir frá vinstru: Kristian Kürberg, Jákup H. Johannesen, Tórálvur Mohr, Niclas A. Poulsen, Alberg Lützen, Karstin T. Jacobsen og Jákup J. Clementsen. (Mynd Vagnur)

 

Síðani reglugerðin um trygd umborð á kappróðrarbátum kom í gildi  og var samtykt í løgtinginum í 2006, hava eg skrivað greinar og fylgt við kappróðrarbátum og tess trygd. Ætlaði ikki at skriva grein um trygd í summar, men tá eg i vikuni sá ungu garparnar umborð á Sílinum koma í dráttin í Álakeri smílandi og spentir til næsta FM-róður, gjørdist eg glaður. Allir dreingirnir róðu í vesti, og hetta gleðir mína trygdarsál, tí tað er so umráðandi, at vit læra tey ungu um álvaran á sjónum. Men hvussu gongst at halda trygdarreglugerðina, og eru tað summir rógvarar, sum fara lætt um trygdina. Her er at siga: Ein heilt stórur bati er at síggja seinnu árini, men enn eru rógvarar og feløg sum beinleiðis niðurgera trygdarreglugerðina. Tíverri. Læs resten

Áhugavert at síggja bingjuíbúðurnar við Marknagilsvegin

108 slíkar bingjuíbúður skulu setast upp á økinum. Í næstum skulu bingjurnar klæðast. (Mynd Vagnur)

Nógv virksemi er í løtuni í Havn, og tað líkist nógv 1980-árunum. Samfelagið sýnist upphitað, og úti Marknagili og við Landsvegin, skulu næstu árini fleiri túsund skúlaungdómar ganga í skúla. Tey ungu skríggja eftir staði at búgva, og tá tíðirnar eru góðar, koma hugskotini. Mánadagin spákaði eg mær niðan um brendu húsini, har Hans Hilmar Dam á sinni hevði verkstað og eisini framleiddi sniðhús. Og har kom eg í prát við tveir ungar handverkarar, sum arbeiddu í bingjuíbúðunum, sum skulu gerast klárar til skúlaárið. Prátið gjørdist ógvuliga áhugavert. Læs resten