1. juli í ár upprann dagurin, tá samkynd í Føroyum kunnu giftast borgaliga. Nógva kjakið um hjúnarbandslógina var drúgt og til tíðir ógvuliga hart bæði í tinginum og millum manna. Fólk tosaðu um, at var hjúnarbandslógin samtykt, var vandi fyri, at innaru múrarnir og kirkju og samfelag fóru at falla. Mangt var brúkt sum grundgevingar í hesum kensluborna máli, men sjálvandi fella ikki nakrir múrar, bara tí nøkur samkynd í Føroyum kunnu giftast borgarliga. Eitt hjúnarband er bara avtala millum tveir persónar, sum vilja liva saman. Fyri meg og stóra meirilutan av føroyingum var málið um hjúnarbandslógina bert eitt avgreiðslumál, og sum skuldi avgreiðast einaferð med alla, so tey samkyndu og vit onnur fingu frið. Samkynd hava altíð verið í Føroyum, og tey skulu sjálvandi hava somu rættindi í samfelagnum sum vit onnur. At hótta við, at kirkjan fer í tvíningar og samfelagið við, er heilt burturvið. Vit eru farin um hálvan august mánað, og vit hava ikki hoyrt um eitt samkynt par, sum er gift. Tíbetur vil eg siga, tí um so var, so kemur hetta ikki okkum øðrum við. Vit minnast jú orrustuna á sinni um § 266 b. Fólk hava fyri langari í tíð síðani gloymt alt um § 266 málið, soleiðis verður eisini við hjúnarbandslógini. Lívið gongur víðar, og kjakið um hjúnarbandslógina er so líðandi tagnað. Eg haldi tó, at tað var ógvuliga óheppið, at kirkjan var drigin inn í málið um hjúnarbandslógina, tí hetta ynskti LGBT ikki frá byrjan. Vit áttu eisini at sloppið undan kjakinum um signina í kirkjuni, og at kirkjan mátti taka óhepna avgerð hesum viðvíkjandi. Hetta var alt óneyðugt. (Vagnur)
Fýra fransmenn svumu eisini um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnuna

Til tess at raka bygdina í Nólsoy, mást tú leggju upp fyri steyminum. Plottaramynd av teinum Leivur svam.
Altíð spennandi í familjuni tá beiggi okkara Leivur Michelsen ætlar sær at svimja um Nólsoyarfjørð, sum hann eisini gjørdi fyri trimum árum síðani. Onkur okkara heldur, at hetta er ov stórur biti at taka, tí maðurin er ikki ungur longur. Men hann er í góðari venjing og hevur mangan áður svomið á sjónum. Hann er elsti svimjarin, sum hevur svomið um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnuna, sum hevur tjúgu ár á baki. Tjúgu svimjarar lupu á bláman Yviri við Strond seinasta leygardag, og millum svimjararnar vóru eisini fýra fransmenn. Tríggir svumu eisini um fjørðin í fjør. Læs resten
Úr myndasavninum – Havnin fyrst í 1900 – talinum

Fyrst í 1900 – talinum búðu í Havn tíggju prosent av fólktalinum í Føroyum. Nú er talið 41,9 prosent. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Áhugavert at síggja myndina tikna fyrst í 1900 – talinum. Tá táttaði fólkatalið í Havn í tvey túsund fólk, men umstøðurnar hjá fiskivinnuni vóru ikki góðar, tí Havnin var brimpláss, og eingir vóru bryggjukantarnir til skip og sluppir, sum vit síggja liggja fyri teymi. Havnin lá opin fyri havaldunum á lágættunum, og var óveður, máttu sluppirnar taka til rýmingar inn á Skálafjørðin. Tað var ikki fyrr enn í 1922, at farið var undir at byggja Molan, sum var bygdur í trimum byggistigum. Eisini áhugavert at síggja vatnbrunnin frá 1912, sum var ein av trimum vatnbrunnum í Havn. Myndin er tikin eftir 1916, tí vit síggja Realskúlan, sum mest sum var bygdur uttan fyri bøgarðarnar. Pápi min plagdi at síga, at fólk á Reyni og undir Pisavarða og har um leiðir vóru í øðini, at skúlin var bygdur so langt frá fólkinum. Alt ov langt hjá børnunum at ganga niðan í realskúlan. Nakrir stórir bygningar eru at síggja millum annað Havnar Kirkja frá 1788 og Føroya Banki frá 1904. Og Skansin er sjálvandi eisini har og bygningirnir úti í Tinganesi. Siti júst og hyggi í “Kommunan í tølum”, og til stuttleika kann nevnast, at í 1901 búðu 1656 fólk í Havn, í 1925 2.896 fólk, í 1950 5.607 fólk, í 1975 11.329 fólk, í 2000 17.777 fólk, í 2010 19.915 fólk og í 2017 er talin farið upp um 20.000 fólk í Tórshavnar kommunu. (Vagnur)
Vakurt at síggja suður í Nólsoyarfjørð eitt stilt leygarkvøld
Tað kemur meira enn so fyri, at fólk spyrja meg, um eg keði meg ella fái tíðina at gangu, nú man er vorðin eftirløntur lærari. Plagi at siga, at tað er bara ein tíma á døgninum, at eg kann keða meg, og tað er um tíggju/ellivu tíðina um kvøldið. Veit ikki rættiliga, um eg skal fara til songur og lesa í eini bók ella skal finnu uppá okkurt heilt annað. Uppi á loftinum hjá okkum er frálíkt útsýnið suður í Nólsoyarfjørð, og áhugavert er at síggja virksemið á Glyvursnesi, har stórir dumparar koyra grót úr grótbrotinum oman á lítlu bryggjuna. Grótið verður síðani siglt í tveimum grótbátum og søkt á botn, har nýggja havnarlagið skal gerast. Dýpið var um seytjan metrar, og nú er grótið komið hálva leið upp í sjógvin. Skip og størri bátar mugu tí sigla út um stóra boyu. Hvørt leygarkvøld og viðhvørt sunnukvøld koma fraktskip á Havnina, men eftir fáar tíma, fara skipini frá bryggjuni aftur. Leygarkvøldið var vøkur sjón at síggja suður í Nólsoyarfjør. Fullmáni og spegilsklárt á sjónum so langt eyguni sóu. Teir sigla grót av Glyvursnesi alt døgnið, og nú tað fer at myrkna, síggjast ljósini frá dumparum og grótbátum enn betur í kikaranum. Tá eg standi og hugleiði um nýggja havnarlagið, kemur mær mangan til hugs, um tað nú er rætt at kroysta alt virksemið á Eystarubryggju, tí frákoyringin frá havnarlagnum er ikki hin besta, og skipini gerast bara størri og størri, og bingjurnar fylla meira og meira. Men nú fáa vit at síggja, hvussu nýggja havnarlagið fer at betra um umstøðurnar har á leiðini. (Vagnur)
Úr myndasavninum – Fólk streymaðu í Gundadal at hyggja at svimjikappingum

Nógv fólk komu altíð í Gundadal at hyggja at svimjikappingum. Tað var nakað serligt at svimja uttandura.
Fekk hesa mynd sendandi í vikuni, og sum eitt skot komu góðu minnini fram í hugaheiminum, tí vit høvdu so nógvar góðar løtur í uttandurasvimjihylinum í Gundadali. Sum smádrongur minnist eg leivdirnar av gamla svimjingarhylinum, sum varð gjørdur í Gundadali í 1930 og stongdur í 1949. Einki vatn var í hylinum, og skiftingarrúmini, sum líktust arbeiðsskúrum, stóðu har nakin og vóru um at detta niður. Men so komu tíðindini frá kommununi, at nýtíðar 25 metrar langur uttandura svimjingarhylur skuldi gerast í Gundadali. Vit høvdu tá lært okkum at svimja í hyljum í Sandá, har vit skiftu aftanfyri onkran stein við Mylluhylin. Havnarfólk fylgdu væl við, meðan hylurin varð bygdur, og so upprann dagurin í 1959, at nýggi svimjingarhylurin læt upp. “Øll við gulum bondum skulu upp nú”, rungaði um allan Gundadal, tá svimjitíðin var liðug, og tú skuldi upp og onnur í hylin. Beinanvegin, svimjihylurin lat upp, fór Havnar Svimjifelag at skipa fyri svimjikappingum, og fólk vístu kappingunum stóran áhuga. Eitt av hæddarpunktunum tá vóru svimjikappingarnar á ólavsøku og eisini skemtið í hylinum. Nýggja svimjihøllin í Gundadali var tikin í nýtslu í 1982, men nú vit skriva 2017, eru svimjiumstøðurnar ikki broyttar, sjálvt um 9000 fólk búgva fleiri í kommununi. Næsta stóra ætlanin er hálvtrýss metur langi altjóða hylurin. Eg kennist við fleiri andlit á myndini, og ein beiggi mín er eisini har. (Vagnur)
Nólsoyar Páll hevði frálíka ólavsøku – eisini fegin, tí hann ikki skal flytast út á Skinnarasker
Ikki allir føroyingar upplivdu so nógv á ólavsøku, sum Nólsoyar Páll í Vágsbotni. Eitt var ólavsøkan og undirhaldið frá Miðlahúsinunum, men hann fegnaðast eisini um bryggidansin fyri ólavsøku, og tá stór mannfjøld fylgdu á stórskíggja U21 landsliðnum, sum spældi altjóða dystir á høgum støði í Algeria. Men Nólsoyar Páll er eisini fegin, at hann ikki skal flytast út á Skinnarasker, sum býráðslimur ynskir. – Eg standi væl og havi tað gott, skal eg heilsa og siga. Mær dámar væl, tá lív er í býnum heldur at standa einamallur á Skinnaraskeri, meðan ættirnar herja á Eystaruvág. Tá er meira fjálgt í Vágsbótni. Skinnarasker er ikki meira hóskiligt til mansliv og søgu, har Skinnarasker og havið renna saman. Eg fekk stóra ólavsøkugávu, tá eg hoyrdi, at Skinnarasker er friðað, og at Fornminnissavnið og Yvirfriðingarnevndin geva ikki loyvi at flyta meg út á Skinnarasker. Er ætlanin at flyta meg til Nólsoyar ella Klaksvíkar, so forkomið eg mær heldur í Nólsoyarfirði. Mær dámdi eisini væl at hoyra, at sjálvur listamaðurin sigur, at eg standi best í Vágsbotni og eri evnaður at standa júst har. Tað er eisini æra fyri meg at standa so nær Steinpakkhúsinum, Vektarbúðini og húsinum, har einahandilin einaferð helt til. (Vagnur)
Villdunnan hevur nógvar fíggindar í plantasjuni í Havn
Nógvar dunnur halda til í Plantasjuni í Havn, men tað gongst heilt illa hjá villdunnunum á fáa ungarnar undan. Orsøkin er, at dunnan hevur so nógvar fíggindar. Likkur, fiskimásar, kettur, rottur og serliga krákur, sum eru so snildar. Tað er bara hendinga dunna, sum megnar at fáa nakrar ungar undan. Havi okkurt árið sæð dunnu við tíggju ungum, og eftir fáum døgum er eingin ungi eftir. Bøgan er einsamøll at ansa ungunum, og er ikki sum gásin, har bæði bøgan og steggin ansa ungunum. Dunnan á myndini hevði seks ungar, fyrstu ferð eg sá hana, men nú eru ungarnir tríggir. Teir vaksa skjótt og eru nú so mikið stórir, at teir vónandi klára skerini. Læs resten
Vit fáa uttan iva ongantíð aftur so góðan U21 hondbóltsárgang
Nú haldi eg, at føroyingarnir eiga at fáa armarnar niðuraftur, tí tað kemur aftur ein hondbóltsdagur í morgin. Hondbóltsferðin hjá U21 landsliðnum var fantastisk, og vit fáa uttan iva ongantíð aftur slíkt U21 landslið, har so góðir spælarar eru á øllum plássum á liðnum. Tí tað var lykilin til hesa fantastisku hondbóltsferð. Vit skulu kanska heilt aftur til 1976 í Portugal, at øll plássini á føroyskum hondbóltslandsliði vóru so væl mannað. Læs resten
Tríggjar serligar hendingar sita eftir í minninum frá ólavsøkuróðrunum
1. At Royndin Fríða dreingir hekk føst í startinum, men gjørdi tó tað bragd at vinna bronsuheiðursmerki. 2. At sílakvinnur tóku øll á bóli og vunnu krúsandi sigur 3. Og at kringvarpskvinna gjørdi stórt mistak at rópa út Argjabátin sum meistara, sum ikki var rætt. Hóast ikki góð róðrarlíkindi undir Argjalandi, vóru róðrarnir væl avgreiddir. Vit sóu eins og á fjarðastevnu, at summar manningar duga betri enn aðrar at rógva í gjálvutum sjógvi. Kringvarp Føroya framleiddi frálíka sending í tríggjar tímar, men tað haltaði eitt sindur í samskiftinum millum Sortudíki, málbilin, kringvarpsbátin og steypahandanina. Læs resten






