Ódnartøkini í Miðvági vóru í góðveðrinum væl úr hondum avgreidd

Seks gentubátar róðu í Miðvági. Tær umborð á Drekanum, sum vunnu, eru ov gamlar at rógva genturóður næsta ár. (Mynd Hvannrók)

Miðvágur er væl egnaður til ódnartøkini.  Nógvir áskoðarar sóu róðrarnar. (Mynd Hvannrók)

Havi altíð skrivað, at manningar læra nógv at vera við í ódnartøkunum. Hetta havi eg eygleitt í hvørfall í Álakeri, tí tær ungdómsmanningar, sum eru við í ódnartøkunum bæði um várið og um heystið, mennast heilt skjótt. Ódnartøkini um várið og um heystið kunnu ikki beinleiðis sammetast, tí ódnartøkini um várið er fyrireiking til FM-róðrarnar, har bátarnir hava ta manning, sum skulu rógva fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu. Eftir ólavsøku er øðrvísi, tí tá eru summar manningar troyttar av kappróðri, rógvarar  eru longu byrjaður at venja annan ítrótt, og so er nátatíð. Eisini hava manningar slept báti, tí tær tildømis ikki longur kunnu rógva barnaróður ella við dreingja – ella gentubáti. Ódnartøkini eftir ólavsøku eru eisini at meta sum “sosial” róðrarátøk.  Læs resten

Úr myndasavninum – Nøkur av teimum heilt góðu hondbóltsminnunum eru úr Klaksvík

Meini tað er Eskild Norðbúð pápi Jógvan og Sjúrð Norðbúð, sum vit síggja spáka á fótbóltsvøllinum. (Mynd: Gamlar myndir úr Klaksvík)

Tá eg herfyri sá myndina omanfyri á Gamlar myndir úr Klaksvík, gjørdist góð hondbóltsminni á norðoyastevnu púra klár. Vit skulu heilt aftur til 1967 og nøkur ár fram. Manshondbóltur var lítið av í Klaksvík um tað mundið, meðan kvinnuhondbólturin blómaði. Tað var John Reid Bjartalíð, sum nakrar norðoyastevnur bað okkum neistamenn koma til Klaksvíkar at spæla hondbólt. Ikki ímóti Stjørnuni men ímóti VÍF ella øðrum liðum. Minnist serliga eina dystin ímóti VÍF á uttanduravøllinum. John Reid Bjartalíð útvegaðu okkum innivist á Bókasavninum. Nakrar bókahillar vóru fluttur, so pláss var fyri sovuposunum. Har var frálíkt at sova og halda til. Vit spældu á hondbóltsvøllinum, sum vit síggja á myndini, sum tá var asfalteraður. Góð hondbóltsminni úr Klaksvík, má sigast. Men allar størsta hondbóltsminnið úr Klaksvík var, tá mansliðini hjá Neistanum og Kyndli eitt hóskvøld í 1968 vóru boðin at koma til Klaksvíkar at spæla fyrsta mansdystin í bestu deildini í nýggju høllini. Upplivilsið av teimum heilt stóru, tí vit spældu ikki fyrsta dystin í høllin í Hálsi fyrr enn fram ímóti jólum í 1970. Fantastiskt at spæla hondbólt fyri fullsettari høll í Klaksvík, har so nógv fólk vóru komin í høllina, at børnini, sum sótu á gólvinum, stungu føturnar inn um síðulinjuna. Vit høvdu jú ikki áður spælt innandura, og vit vóru bornir á lógvum hetta kvøldið bæði so og so. Nú minnist eg ikki nógv úrslit nágreinliga, sum vit spældu hesi árini, Men dysturin ímóti Kyndil í Klaksvík í 1968 stendur púra klárur í minninum. Orsøkin er uttan iva, at vit taptu 24-28 fyri Kyndli, men sjálvur skeyt eg tíggju mál hetta kvøldið. Tað lá heilt væl fyri serliga frá veinginum at blaka seg inn um linjuni og skjóta málini og ikki skursla seg, eins og vit gjørdu á asfaltvøllunum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Havnarlagið í Havn er nógv broytt síðani myndina niðanfyri

Áhugaverd mynd, sum eisini sigur frá stóra framburðinum í Føroyum seinastu hundrað árini. (Mynd: Verjir fyri Havnarvág)

Molin í Havn hevur sína søgu, og vilt tú vita alla søguna um Molan, so finnur tú alt tilfarið í bókini “Verjir fyri Havnarvág”, sum Mikkjal Helmsdal sáli gav út í 1994. Á blaðsíðu 155 í bókini stendur at lesa, at 18. februar 1922 verður sáttmáli undirskrivaður, og søgan um Molan byrjar. Søgan um Molan, sum broytti Havnina frá einum brimplássi til eina góða skipahavn, har skip kunnu liggja í øllum veðri. Søgan um Molan er býtt upp í trý høvuðsbyggistig. Myndin omanfyri sýnir fyrsta byggistig, har partur av Molanum er gjørdur og havnarlagið gjørt nakað heimeftir, sum plagdu at siga. Við nýggja havnarlagnum komu fleiri fyritøkur undan kavi, har millum annað timburhandlarnir Baldslev og Havnar Timburhandil komu at húsast á havnarlagnum, sum vit síggja á myndini. Annað byggistig var at leingja Molan nakrar hundrað metrar, og miðskeiðis í 1970-árunum longdu teir Molan út í fulla longd. Síðani er havnarlagið víðkað suðureftir, og vit fingu “Nyhavn”, sum uttan iva kemur meira til sín rætt, tá nýggja havnarlagið er liðugt. Áhugaverd mynd, má sigast, og eisini áhugavert at síggja Argir um hetta mundið. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Sildaveiðan norðanfyri gav eisini nógv arbeiði á landi

Vøkur sjón at síggja allar sildatunnurnar, sum í míni tíð lógu á vegnum heilt niðan í Hornabø.

Sum myndin omanfyri vekir nógv minni frá barnaárunum, sjálvt um eg ikki minnist júst hesa myndina. Fyrsti partur av Saltsøluni var tikin í nýtslu í 1956, og á myndini síggja vit hvørki Saltsøluna ella Bacolao. Eftir bilinum nærmast at døma, er myndin frá fyrst í 1950 – árunum. Vit fingu um endan av sildatunnunum, tí í 1962 slóðaði Júst í Túni skipari á Bresti/Beini at fiska sildina norðanfyri við nót. Hann hevði verið í Norra og kunnað seg um henda veiðuhátt, sum seinni bleiv slóðbrótandi fyri allan uppisjóvarfiskiskap í Føroyum. Havi júst lisið bókina um Júst í Túni, sum Helgi Jacobsen skrivaði. Eisini frálíkar myndir í bókini frá tíðini, tá Júst í Túni og teir setttu nót við lítlum nótabáti, teir høvdu umborð. Teir høvdu stóran glúp at fáa sildina úr nótini og inn á dekkið. Sildin var tá framvegis avhøvdað og saltað í tunnur. Sildaarbeiðið gav eisini nógv arbeiði til nógvar hendur uppi á landi, tí eg minnist, tá nógvir menn sum á myndina umsaltaðu sildina. Haldi teir eisini í mongum førum máttu skilja hana av nýggjum. Ja, síðani kom Saltsølan í 1956 og harvið eisini Tunnuvirkið á Vestaru bryggju, har nógvir mans arbeiddu. Myndin sigur eisini so nógv annað millum annað skipini við bryggju við sildahjallunum. Eingir stórir glastrevjabátar men deksbátar og smærri útróðrarbátar. Frálík mynd. (Vagnur)

Norðuri á Strond í Klaksvík byggja tey heimsins størstu smoltstøð

Smoltstøðin kostar nógvar hundrað milliónir krónur. Sá onkrastaðni 600 milliónir. (Mynd Vagnur)

Tá eg í dag var ørindi í Klaksvík, vildi eg eisini síggja stóru smoltstøðina, Bakkafrost byggir Norðuri á Strond. Og hetta var serligt upplivilsi, tí ikki hevði eg ímyndað mær, at smoltstøðin fer at gerast so stór. Tríggir fótbóltsvallir til støddar, verður sagt, og enn er bert partur av støðini um at vera innilokað. Endamálið er, at smoltið skal vaksa seg størri á landi, áðrenn tað fer á sjógv. Upp til 400-500 gram, tí tá er minni vandi fyri sjúku, og harvið meira kemur undan. Eisini fer hetta at minka um nýtslu av heilivági. Annars er nógv virksemi í Klaksvík eins og aðrastaðni í landinum. Meðan eg stóð og eygleiddi ymist í býnum, kom eg at hugsa um nýggju fiskiveiðulóggávuna og ikki minst Klaksvíkar Sjúkrahús. Skilji væl, at klaksvíkingar verja borg í báðum hesum stórmálum, tí alt snýr seg jú um arbeiðspláss og harvið trivnað í býnum. Sjálvandi vil eingin missa. (Vagnur) Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverd fótbóltsmynd frá fyrst í 1940-árunum

KÍ er annað liðið, og so er spurningurin, um hitt liðið er HB ella eitt suðuroyarlið. Strípurnar á HB búnanum vóru myrkari enn tær á myndini.  

Áhugavert er altíð at royna at seta árstal á gamlar myndir, og serliga myndir fyri mína tíð. Skjótt er at síggja, at myndin omanfyri er uttan iva tikin undir krígnum. Hondbóltsvøllurin við síðuna av fótbóltsvøllinum og tennisvallirnir longri uppi boða frá hesum. Fara vit fyrst til tennisvallirnar, har annar var grúsvøllur og hin betongvøllur, so kundi spælast á vallunum í 1939. Neistin var stovnað í 1931 og fyrstu árini spældu tey hondbólt á uppstrikaðum vølli á fótbóltsvøllinum. Í 1936 var farið undir at gera hondbóltsvøll við síðuna av fótbóltsvøllinum, og í 1938/39 kundi spælast á vøllinum. Fara vit niðan um tennisvallirnar, so var nýggjur hondbóltsvøllur liðugur í 1946. Síggi í Ìtróttatíðindi, at arbeiðið at gera vøllin var boðið út í 1945, og longu árið eftir kundu tey spæla hondbólt á vøllinum. Vøllurin fór undir kav, tá tey bygdu svimjihøllina. Hetta var ein grúsvøllur, sum bleiv asfalteraður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár í 1964. Á myndini omanfyri er hesin hondbóltsvøllur ikki gjørdur. So myndin er tikin fyrst í 1940-árunum. Annað fótbóltsliðið á myndini er KÍ, og so er spurningurin, um hitt liðið er HB ella eitt suðuroyarlið. Uttan iva ein ólavsøkudystur við heilt nógvum áskoðarum. Nevnast kann , at fyrsti fótbóltsvøllurin í Gundadali var tikin í brúk 18. juni 1911, tá tvey HB lið spældu á vøllinum. (Vagnur)

Sum væntað er kjakið um hjúnarbandslógina tagnað

Tey samkyndu fingu dyggan stuðul frá fólkinum. (Mynd Vagnur)

1. juli í ár upprann dagurin, tá samkynd í Føroyum kunnu giftast borgaliga. Nógva kjakið um hjúnarbandslógina var drúgt og til tíðir ógvuliga hart bæði í tinginum og millum manna. Fólk tosaðu um, at var hjúnarbandslógin samtykt, var vandi fyri, at innaru múrarnir og kirkju og samfelag fóru at falla. Mangt var brúkt sum grundgevingar í hesum kensluborna máli, men sjálvandi fella ikki nakrir múrar, bara tí nøkur samkynd í Føroyum kunnu giftast borgarliga. Eitt hjúnarband er bara avtala millum tveir persónar, sum vilja liva saman. Fyri meg og stóra meirilutan av føroyingum var málið um hjúnarbandslógina bert eitt avgreiðslumál, og sum skuldi avgreiðast einaferð med alla, so tey samkyndu og vit onnur fingu frið. Samkynd hava altíð verið í Føroyum, og tey skulu sjálvandi hava somu rættindi í samfelagnum sum vit onnur. At hótta við, at kirkjan fer í tvíningar og samfelagið við, er heilt burturvið. Vit eru farin um hálvan august mánað, og vit hava ikki hoyrt um eitt samkynt par, sum er gift. Tíbetur vil eg siga, tí um so var, so kemur hetta ikki okkum øðrum við. Vit minnast jú orrustuna á sinni um § 266 b. Fólk hava fyri langari í tíð síðani gloymt alt um § 266 málið, soleiðis verður eisini við hjúnarbandslógini. Lívið gongur víðar, og kjakið um hjúnarbandslógina er so líðandi tagnað. Eg haldi tó, at tað var ógvuliga óheppið, at kirkjan var drigin inn í málið um hjúnarbandslógina, tí hetta ynskti LGBT ikki frá byrjan. Vit áttu eisini at sloppið undan kjakinum um signina í kirkjuni, og at kirkjan mátti taka óhepna avgerð hesum viðvíkjandi. Hetta var alt óneyðugt. (Vagnur)

Fýra fransmenn svumu eisini um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnuna

Til tess at raka bygdina í Nólsoy, mást tú leggju upp fyri steyminum. Plottaramynd av teinum Leivur svam.

Altíð spennandi í familjuni tá beiggi okkara Leivur Michelsen ætlar sær at svimja um Nólsoyarfjørð, sum hann eisini gjørdi fyri trimum árum síðani. Onkur okkara heldur, at hetta er ov stórur biti at taka, tí maðurin er ikki ungur longur. Men hann er í góðari venjing og hevur mangan áður svomið á sjónum. Hann er elsti svimjarin, sum hevur svomið um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnuna, sum hevur tjúgu ár á baki. Tjúgu svimjarar lupu á bláman Yviri við Strond seinasta leygardag, og millum svimjararnar vóru eisini fýra fransmenn. Tríggir svumu eisini um fjørðin í fjør. Læs resten

Úr myndasavninum – Havnin fyrst í 1900 – talinum

Fyrst í 1900 – talinum búðu í Havn tíggju prosent av fólktalinum í Føroyum. Nú er talið 41,9 prosent. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Áhugavert at síggja myndina tikna fyrst í 1900 – talinum. Tá táttaði fólkatalið í Havn í tvey túsund fólk, men umstøðurnar hjá fiskivinnuni vóru ikki góðar, tí Havnin var brimpláss, og eingir vóru bryggjukantarnir til skip og sluppir, sum vit síggja liggja fyri teymi. Havnin lá opin fyri havaldunum á lágættunum, og var óveður, máttu sluppirnar taka til rýmingar inn á Skálafjørðin. Tað var ikki fyrr enn í 1922, at farið var undir at byggja Molan, sum var bygdur í trimum byggistigum. Eisini áhugavert at síggja vatnbrunnin frá 1912, sum var ein av trimum vatnbrunnum í Havn. Myndin er tikin eftir 1916, tí vit síggja Realskúlan, sum mest sum var bygdur uttan fyri bøgarðarnar. Pápi min plagdi at síga, at fólk á Reyni og undir Pisavarða og har um leiðir vóru í øðini, at skúlin var bygdur so langt frá fólkinum. Alt ov langt hjá børnunum at ganga niðan í realskúlan. Nakrir stórir bygningar eru at síggja millum annað Havnar Kirkja frá 1788 og Føroya Banki frá 1904. Og Skansin er sjálvandi eisini har og bygningirnir úti í Tinganesi. Siti júst og hyggi í “Kommunan í tølum”, og til stuttleika kann nevnast, at í 1901 búðu 1656 fólk í Havn, í 1925 2.896 fólk, í 1950 5.607 fólk, í 1975 11.329 fólk, í 2000 17.777 fólk, í 2010 19.915 fólk og í 2017 er talin farið upp um 20.000 fólk í Tórshavnar kommunu. (Vagnur)

Vakurt at síggja suður í Nólsoyarfjørð eitt stilt leygarkvøld

Leygarkvøld og mánalýsi. Klokkan er um hálvgum ellivu, og tað er farið at skýma. (Mynd Vagnur)

Tað kemur meira enn so fyri, at fólk spyrja meg, um eg keði meg ella fái tíðina at gangu, nú man er vorðin eftirløntur lærari. Plagi at siga, at tað er bara ein tíma á døgninum, at eg kann keða meg, og tað er um tíggju/ellivu tíðina um kvøldið. Veit ikki rættiliga, um eg skal fara til songur og lesa í eini bók ella skal finnu uppá okkurt heilt annað. Uppi á loftinum hjá okkum er frálíkt útsýnið suður í Nólsoyarfjørð, og áhugavert er at síggja virksemið á Glyvursnesi, har stórir dumparar koyra grót úr grótbrotinum oman á lítlu bryggjuna. Grótið verður síðani siglt í tveimum grótbátum og søkt á botn, har nýggja havnarlagið skal gerast. Dýpið var um seytjan metrar, og nú er grótið komið hálva leið upp í sjógvin. Skip og størri bátar mugu tí sigla út um stóra boyu. Hvørt leygarkvøld og viðhvørt sunnukvøld koma fraktskip á Havnina, men eftir fáar tíma, fara skipini frá bryggjuni aftur. Leygarkvøldið var vøkur sjón at síggja suður í Nólsoyarfjør. Fullmáni og spegilsklárt á sjónum so langt eyguni sóu. Teir sigla grót av Glyvursnesi alt døgnið, og nú tað fer at myrkna, síggjast ljósini frá dumparum og grótbátum enn betur í kikaranum. Tá eg standi og hugleiði um nýggja havnarlagið, kemur mær mangan til hugs, um tað nú er rætt at kroysta alt virksemið á Eystarubryggju, tí frákoyringin frá havnarlagnum er ikki hin besta, og skipini gerast bara størri og størri, og bingjurnar fylla meira og meira. Men nú fáa vit at síggja, hvussu nýggja havnarlagið fer at betra um umstøðurnar har á leiðini. (Vagnur)