Tey ungu hava ikki eins góðar dansimøguleikar og vit høvdu

Faroe Boys spældi í Sjónleikarhúsinum mikukvøld. Frá vinstru Tummas, Robert, Bjarni, Milson, Trygvi og Atli. 

Tá ið eg dagliga gangi fram við Sjónleikarhúsinum í Havn, hugsi eg mangan, hvussu góðar dansimøguleikar vit høvdu, tá ið vit vóru ung í 60-árunum. Tríggjar ferðir um vikuna vóru møguleikar at fara í dans. Mikukvøld og Sunnukvøld í Sjónleikarhúsinum og leygarkvøld í klubbanum og eitt skifti í Losjuni. Vildu tú hava gott pláss at dansa, fórt tú í dans klokkan hálvgum tiggju, og dansurin endaði á miðnátt. Í Sjónleikarhúsinum spældi Faroe Boys mikukvøld og Goggan sunnukvøld. Í klubbanum spældu ymsir tónleikarbólkar Simme og tey, Tey av Kamarinum og onnur. Men hvar blivu dansuviðurskiftini av hjá teimum ungu? Læs resten

Ódnartøkini í Runavík vóru sum altíð væl avgreidd – og blíðskapurin var góður

Jallurin, sum er fremst, vann tveir av dreingjaróðrunum. Nærmast Báran, síðani Jallurin, Sílið, Drekin og Ørnin. (Mynd Hvannrók)

Tá eg leygarmorgunin í Álakeri sá rógvarar gera klárt at fara til Runavíkar at rógva ódnartøk, reikaðu tankarnir eina løtu, hvussu nógv føroyskur kappróður er broyttur, síðan eg fyrstu ferð fyri 55 árum síðani kom oman í gamla neystið Álaker. Og her hugsi eg eisini um flutningin av bátum. í 1962 var einki Argja Róðrarfelag ella Róðrarfelagið Knørrur, og koyrast kundi ikki til Vestmannar ella Kollafjarðar, tí Oyggjarvegurin var ikki bundin saman fyrr enn 6. juni 1966. Tað vil siga, at tú slapst bara sjóvegis á jóansøku, vestanstevnu, eystanstevnu og norðoyastevnu. Havnar Róðrarfelag átti tá bara tríggjar bátar Havnarbátin, Ørv og Sílið. Læs resten

Úr myndasavninum – 60 ára gomul mynd av tónleikabólkinum “Skiffle baljan”

Bólkurin Shiffle baljan” avmyndað í 1957. Frá vinstru: Magnus Pauli Magnussen, sáli, Kaj Åge Troest, Tórur Debes Joensen, Páll Johansen,, Finn Jacobsen og Kári Mouritsen. (Mynd Havnin – fólk og yrki. )

Unglingarnir á myndini eru skótar úr Skótaliði Sigmunds Brestissonur, sum í 1957 vóru á jambouree í Onglandi á 100 ára degi Baden Powells og 50 ára degnum hjá skótarøðsluni. Í Onglandi komu hesir ungu í sambandi við Skiffletónleikin, sum hevði sín uppruna frá trælunum í Amerika Trælirnir høvdu ikki talufrælsi, men brúktu tónleikin við heimagjørdu ljóðførum at siga frá. Í 1950-árunum vann hesin tónleikur fram, og nógvir tónleikabólkar, sum seinni gjørdust verðinskendir bólkar, byrjaða sum shifflebólkar. The Beatles er ein av bólkunum, sum hevði sín uppruna úr bólkinum The Quarrymen. Skiffleboard/washboard merkir vaksibretti, og tað vóru hesi húsahaldsljóðførini, sum komu at seta sín dám á tónleikin, sum var grein av jazz og bluestónleiki. Hesi heimagjørdu amboðini vóru at hoyra í tónleikinum, og serliga ljóðið frá vaskibrettinum eru kent frá nógvum kendum løgum. Hyggja vit nærri at myndini, so stendur Ceylon Tea á kassanum, og eg minnist væl hesar kassar frá Smæruni, har pápi mín arbeiddi. Tá keyptu tú te í leysari vekt. Eisini sígga vit vaskibrettið, tunnuna og blikkdósirnar. Tónleikararnir frá vinstru eru Magnus Pauli Magnussen, sáli, Kaj Åge Troest, Tórur Debes Joensen, Páll Johansen “á Lag, Finn Jacobsen, sáli og Kári Mouritsen. Á myndini eru teir millum fimtan og seytjan ára gamlir. Heimaftir úr Onglandi skipaði skótaliði fyri einum “Gang Show” í Sjónleikarahúsinum. Skifflebólkurin á myndini varð stovnaður til hesa framførslu. Minnist væl sum skóti, at til ymiskt undirhald og veitslur, vóru hesi heimagjørdu ljóðførini at síggja. (Vagnur)

Sílaveiðufelagið hevur umvælt sílatrappurnar við Mylluhylin

Teir mugu leiða vatnið burtur frá sílatrappuni, áðrenn umvælingin fer fram. (Mynd Vagnur)

Tá eg í summar kom fram við Mylluhylin í Sandá, sá eg fleiri menn í ánni. Skjótt gjørdist mær greitt, at átakið við rørum og betong hevði nakað við sílatrappurnar at gera. Vit lærdu at svimja í Myllluhylinum og í minni hyli longri uppi í ánna. Nógvur ungdómur svam í Sandá og í Sandagerði, og  fólk sóust bæði fiska og fanga síl í ánni. Í Sandagerði síggjast framvegis fólk vassa upp undir miðju við sílatráðu í hond. Tvær sílatrappur eru í Sandá, og eru tær við Mylluhylin og fram við fossinum í Sandagerði. Við Sandá henda dagin hitti eg Óla Petersen, sum er skrivari í Sílaveiðufelagnum, og Óli sigur: Læs resten

Úr myndasavninum – Menn koyrdu vanliga ikki barnavogn fyri 75 árum síðani

Mynd frá 1943 av pápa, mammu og systir okkara.

Myndin omanfyri er av pápa okkara Helga Michelsen, sála, og mammu okkara Ásu Michelsen, sum fylti 99 ár 16. juni og býr á Ellisheiminum. Myndin er tikin í 1943, tí smágentan er systir okkara Chirstin, sum her má vera eitt ára gomul. Hon var fødd 8. juni 1942. Nógv áhugavert er knýtt at hesi myndini, tí eitt eru fólkini, annað er barnavognurin, sum hevur annað snið enn barnavognarnir í dag. Mamma sigur, at tey keyptu barnavognin brúktan, tí nýggjur barnavognur kostaði nógv. Vit tosa mangan um býar- og bygdarsøvn. Tá vit goyma ellisakfør, sum er partur av føroysku bilsøguni, so eru barnavognar eisini søga. Tú skuldi kunna sæð slíkan barnavogn á onkrum býarsavni. Annars havi eg altíð hoyrt, at pápa okkara var fyrsti maðurin við Landavegin ella kanska yvirhøvur, sum fór í barnburðarfarloyvi. Tey høvdu heldur ongantíð áður sæð mann koyra barnavogn, tá pápi okkara koyrdi barnavogn í gøtunum. Hetta gjørdu menn ikki tá, havi eg fingið at vita frá fleiri eldri fólkum. Í Smærurni, har pápi okkara arbeiddi, flentu tey eitt sindur at, at nú fór Michelsen í barnburðafarloyvi. Hann fekk sær frí í fjúrtan dagar, tí konan skuldi eiga fyrsta dagin. Trupulleikin var, at mamman gekk yvir tíðina, og teir fjúrtan dagarnir vóru um ganga undan. Men so kom barnið. Áhugavert at síggja pápa okkara í vesti, tí tað gjørdi hann altíð, tá hann skuldi í betri klæði. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Heilivágurin, tuberklasjúklingarnir fingu, var góður matur og frísk luft.

Minna Michelsen til vinstru og Guðrun Lützen rópt Gutte. Hon var systir Esther Djurhuus, sum arbeiddi sum tannlækni her í húsinum. .

Tað kom ikki óvart á fólk, at heili trýss stovnar, feløg og áhugabólkur vilja sleppa niðan í Hoydalar, tá Studentarskúlin flytir út í Marknagil. Økið er bæði søguligt og vakurt, tó so, at hasin betongkassin og bingjurnar eru alt annað enn vakurt og skuldi verið burturbeint, so vakra økið kemur til sín rætt aftur. Sanatoriið fyllir 110 ár í ár, og tað var ikki av tilvild, at Sanatoriið, sum skuldi hýsa sjúklingum smittaðir við tuberklum, var bygt so langt frá bygdum øki. Her spældi inn smittivandin. Pápasystir mín Minna Michelsen fekk tuberklar sum tjúgu ára gomul og búði á Sanatoriinum í fleiri tíðarskeiðum. Átta ár seinni mátti hon lúta fyri herviligu sjúkuni. Ùr myndabók hjá Einari Michelsen systkinabarni, havi eg avmyndað nakrar myndir tiknar í Hoydølum, tá Minna var innløgd har. Niðanfyri orðini skrivaði eg fyri tveimum árum síðani, og eg hava lagt nakað aftrat. Læs resten

Ódnartøkini í Miðvági vóru í góðveðrinum væl úr hondum avgreidd

Seks gentubátar róðu í Miðvági. Tær umborð á Drekanum, sum vunnu, eru ov gamlar at rógva genturóður næsta ár. (Mynd Hvannrók)

Miðvágur er væl egnaður til ódnartøkini.  Nógvir áskoðarar sóu róðrarnar. (Mynd Hvannrók)

Havi altíð skrivað, at manningar læra nógv at vera við í ódnartøkunum. Hetta havi eg eygleitt í hvørfall í Álakeri, tí tær ungdómsmanningar, sum eru við í ódnartøkunum bæði um várið og um heystið, mennast heilt skjótt. Ódnartøkini um várið og um heystið kunnu ikki beinleiðis sammetast, tí ódnartøkini um várið er fyrireiking til FM-róðrarnar, har bátarnir hava ta manning, sum skulu rógva fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu. Eftir ólavsøku er øðrvísi, tí tá eru summar manningar troyttar av kappróðri, rógvarar  eru longu byrjaður at venja annan ítrótt, og so er nátatíð. Eisini hava manningar slept báti, tí tær tildømis ikki longur kunnu rógva barnaróður ella við dreingja – ella gentubáti. Ódnartøkini eftir ólavsøku eru eisini at meta sum “sosial” róðrarátøk.  Læs resten

Úr myndasavninum – Nøkur av teimum heilt góðu hondbóltsminnunum eru úr Klaksvík

Meini tað er Eskild Norðbúð pápi Jógvan og Sjúrð Norðbúð, sum vit síggja spáka á fótbóltsvøllinum. (Mynd: Gamlar myndir úr Klaksvík)

Tá eg herfyri sá myndina omanfyri á Gamlar myndir úr Klaksvík, gjørdist góð hondbóltsminni á norðoyastevnu púra klár. Vit skulu heilt aftur til 1967 og nøkur ár fram. Manshondbóltur var lítið av í Klaksvík um tað mundið, meðan kvinnuhondbólturin blómaði. Tað var John Reid Bjartalíð, sum nakrar norðoyastevnur bað okkum neistamenn koma til Klaksvíkar at spæla hondbólt. Ikki ímóti Stjørnuni men ímóti VÍF ella øðrum liðum. Minnist serliga eina dystin ímóti VÍF á uttanduravøllinum. John Reid Bjartalíð útvegaðu okkum innivist á Bókasavninum. Nakrar bókahillar vóru fluttur, so pláss var fyri sovuposunum. Har var frálíkt at sova og halda til. Vit spældu á hondbóltsvøllinum, sum vit síggja á myndini, sum tá var asfalteraður. Góð hondbóltsminni úr Klaksvík, má sigast. Men allar størsta hondbóltsminnið úr Klaksvík var, tá mansliðini hjá Neistanum og Kyndli eitt hóskvøld í 1968 vóru boðin at koma til Klaksvíkar at spæla fyrsta mansdystin í bestu deildini í nýggju høllini. Upplivilsið av teimum heilt stóru, tí vit spældu ikki fyrsta dystin í høllin í Hálsi fyrr enn fram ímóti jólum í 1970. Fantastiskt at spæla hondbólt fyri fullsettari høll í Klaksvík, har so nógv fólk vóru komin í høllina, at børnini, sum sótu á gólvinum, stungu føturnar inn um síðulinjuna. Vit høvdu jú ikki áður spælt innandura, og vit vóru bornir á lógvum hetta kvøldið bæði so og so. Nú minnist eg ikki nógv úrslit nágreinliga, sum vit spældu hesi árini, Men dysturin ímóti Kyndil í Klaksvík í 1968 stendur púra klárur í minninum. Orsøkin er uttan iva, at vit taptu 24-28 fyri Kyndli, men sjálvur skeyt eg tíggju mál hetta kvøldið. Tað lá heilt væl fyri serliga frá veinginum at blaka seg inn um linjuni og skjóta málini og ikki skursla seg, eins og vit gjørdu á asfaltvøllunum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Havnarlagið í Havn er nógv broytt síðani myndina niðanfyri

Áhugaverd mynd, sum eisini sigur frá stóra framburðinum í Føroyum seinastu hundrað árini. (Mynd: Verjir fyri Havnarvág)

Molin í Havn hevur sína søgu, og vilt tú vita alla søguna um Molan, so finnur tú alt tilfarið í bókini “Verjir fyri Havnarvág”, sum Mikkjal Helmsdal sáli gav út í 1994. Á blaðsíðu 155 í bókini stendur at lesa, at 18. februar 1922 verður sáttmáli undirskrivaður, og søgan um Molan byrjar. Søgan um Molan, sum broytti Havnina frá einum brimplássi til eina góða skipahavn, har skip kunnu liggja í øllum veðri. Søgan um Molan er býtt upp í trý høvuðsbyggistig. Myndin omanfyri sýnir fyrsta byggistig, har partur av Molanum er gjørdur og havnarlagið gjørt nakað heimeftir, sum plagdu at siga. Við nýggja havnarlagnum komu fleiri fyritøkur undan kavi, har millum annað timburhandlarnir Baldslev og Havnar Timburhandil komu at húsast á havnarlagnum, sum vit síggja á myndini. Annað byggistig var at leingja Molan nakrar hundrað metrar, og miðskeiðis í 1970-árunum longdu teir Molan út í fulla longd. Síðani er havnarlagið víðkað suðureftir, og vit fingu “Nyhavn”, sum uttan iva kemur meira til sín rætt, tá nýggja havnarlagið er liðugt. Áhugaverd mynd, má sigast, og eisini áhugavert at síggja Argir um hetta mundið. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Sildaveiðan norðanfyri gav eisini nógv arbeiði á landi

Vøkur sjón at síggja allar sildatunnurnar, sum í míni tíð lógu á vegnum heilt niðan í Hornabø.

Sum myndin omanfyri vekir nógv minni frá barnaárunum, sjálvt um eg ikki minnist júst hesa myndina. Fyrsti partur av Saltsøluni var tikin í nýtslu í 1956, og á myndini síggja vit hvørki Saltsøluna ella Bacolao. Eftir bilinum nærmast at døma, er myndin frá fyrst í 1950 – árunum. Vit fingu um endan av sildatunnunum, tí í 1962 slóðaði Júst í Túni skipari á Bresti/Beini at fiska sildina norðanfyri við nót. Hann hevði verið í Norra og kunnað seg um henda veiðuhátt, sum seinni bleiv slóðbrótandi fyri allan uppisjóvarfiskiskap í Føroyum. Havi júst lisið bókina um Júst í Túni, sum Helgi Jacobsen skrivaði. Eisini frálíkar myndir í bókini frá tíðini, tá Júst í Túni og teir setttu nót við lítlum nótabáti, teir høvdu umborð. Teir høvdu stóran glúp at fáa sildina úr nótini og inn á dekkið. Sildin var tá framvegis avhøvdað og saltað í tunnur. Sildaarbeiðið gav eisini nógv arbeiði til nógvar hendur uppi á landi, tí eg minnist, tá nógvir menn sum á myndina umsaltaðu sildina. Haldi teir eisini í mongum førum máttu skilja hana av nýggjum. Ja, síðani kom Saltsølan í 1956 og harvið eisini Tunnuvirkið á Vestaru bryggju, har nógvir mans arbeiddu. Myndin sigur eisini so nógv annað millum annað skipini við bryggju við sildahjallunum. Eingir stórir glastrevjabátar men deksbátar og smærri útróðrarbátar. Frálík mynd. (Vagnur)