
Drekin reyði í 2016. Rógvararnir umborð rógva altíð í vesti, og tað gera allar hinar manningarnar í felagnum eisini. Teir slóða fyri trygdini og teimum ungu. Og tað skuldi Ormurin sjálvandi eisini gjørt. (Mynd Vagnur)
Skakandi at lesa tað rógvarin Hjálmar Hátún førir fram á in.fo um trygd á sjónum. Nú havi eg síðani 2003 skrivað nógvar greinar um trygdina umborð á kappróðrarbátum. Tá Hjálmar sigur, at tað ber ikki til, at man bara knallar eina lóg ígjøgnum, ið onkur einaferð hevur gjørt og eingin spyr hví, so hevur Hjálmar ikki gjørt sítt heimaarbeiði. Tað er ikki onkur, men Fiskiveiðueftirlitið í samstarvi við Róðrarsambandið, sum hevur snikkað til lógina um trygd umborð á kappróðrarbátum. Og lógin er samtykt í løgtinginum. Tað kemur ikki óvart á meg, at tað er júst er Róðrarfelagið Knørrur sum endar í rættinum við málinum, tí persónar og eisini nevndarlimur í felagnum hava mótarbeitt reglugerðini frá fyrsta degi. At fara í rættin við málinum er ring “reklama” fyri Róðrarfelagið Knørr, tí vil felagið hava broytt reglugerðina, so skal hetta ikki gerast í rættinum men á aðalfundi hjá Róðrarsambandinum. Læs resten








