Grótið frá Eysturoyartunlinum skal sjálvandi koyrast í havnarlagið í Havn

Sjálvandi skal grótið frá Eysturoyartunlinum koyrast á sjógv í nýggja havnarlagið í Havn. (Mynd Vagnur) 

Tá eg í gjár sigldi mær í Nólsoyarfjørð at hyggja at kappróðrarbátum, sigldi eg eisini nær brimgarðinum, har nýggja havnarlagið skal gerast. Grótbátar sigla alt døgnið av Glyvursnesi, og nú er økið avmerkt, so skip ikki mugu sígla fram við økinum. Eisini hevur maskina brotið hol í brimgarðin, so grót frá stórum lastbilum kann vippast í nýggja havnarlagið. Meðan eg í góðveðrinum lá útfyri, sóust tveir lastbilar vippa grót í nýggja havnarlagið. Hesa løtuna reikaðu tankarnir. – Hví í Harrans navni skal grót frá Eysturoyartunlinum koyrast á sjógv á Sundi og oyðileggja meira sjóvarmála, tá grótið kann koyrast í nýggja Havnarlagið í Havn. Klárt er at koyra grótið á sjógv í Havn, og lastbilarnir skulu bara snara til vinstru og ikki til høgru, tá teir koyra frá Eysturoyartunlinum og niðan á landsvegin. Ógvuliga einfalt. Í Sosialinum frá 28. juni er at lesa ævintýrakend ófullfíggjað umsókn um aling á landi á Sundi. Løgið, at umsóknin kom til kommuna bara fáar vikur fyri, at borgarstjórin undirskrivaði sáttmálan um grótið 27. apríl. Hvussu hongur hetta saman? Eingin lóggáva loyvir aling á landi, og landspolitikarar hava sagt, at skal einaferð alast á landi, skal alast á plássum, har lítil vinnu er frammanundan, og tað má fyrst og fremst vera í Suðuroynni og Sandoynni. Í greinini vera nevnd møgulig 50 arbeiðspláss, men hvat skal kommunan gera við 50 nýggj arbeiðspláss, tá fleiri hundrað útlendingar longu arbeiða í kommununi? Og hvat er endamálið at oyðileggja meira á Sundi til kanska útlendskan kapital og útlendska arbeiðsmegi? Málið um grótið á Sundi er ringasta politska handalagið, sum nakrantíð er farið fram í Tórshavnar kommunu. (Vagnur)

Tjóðveldi og Fólkaflokkurin áttu 75% av atkvøðunum í Kaldbak

Skammiligt at serliga Tjóðveldi og Fólkaflokkurin virða sínar áður so trúgvu veljarar í Kaldbak. 

Høvdu veljararnir í Kaldbak verið fleirii til seinasta kommunuval, so var grótið frá Eysturoyartunlinum ikki koyrt inn á Sund. Kaldbak er lítið valdømi við 150 atkvøðum, meðan í Havn eru túsundtals atkvøður. Tí fekk fyrrverandi samgongan á Vaglinum kaldar føtur um Skansan og broytti ætlanina, so Skansin ikki misti útsýnið suður í Nólsoyarfjørð. Í Kaldbak er øðrvísi, tí sjálvt um núverandi býráðsamgongan átti 77% av atkvøðunum í Kaldbak, har Tjóðveldi og Fólkaflokkurin áttu 75% av atkvøðunum, so komu kaldbaksfólk ikki til orðanna um grótið. Tey vóru skúgvað til viks, tí har vóru jú ikki so nógvar atkvøður at missa. Hendi hetta tildømis úti á Argjum, har sum fleiri enn tvey túsund fólk búgva, so var einki grót koyrt inn á Sundi. So einfalt er tað. Á Argjum eru alt ov nógvar atkvøður at missa. Av teimum 150 atkvøðunum í Kaldbak á seinasta kommunuvali fekk Tjóðveldi 72 atkvøður, Fólkaflokkurin 41, Javnaðarflokkur 23, Sambandsflokkurin 11 og Framsókn 3 atkvøður. Tjóðveldi og Fólkaflokkurin 75% samanlagt. Beinleiðis óhugnaligt, at hesir stóru flokkar gera slíkt ímóti sínum áður trúgvu veljarum. Edith Vang fekk mest sum allar atkvøðurnar hjá Tjóðveldi, men hon og trý onnur hava longu meldað seg úr flokkinum orsakað av grótmálinum. Mest skakandi orðini í grótmálinum eigur borgarstjórin, sum alment sigur, at tá hon undirskrivaði sáttmálan um grótið tann 27. apríl, vistu hon ikki, at Sjóvar – og Runavíkar kommuna og ein bóndi ynsktu at fáa grótið. Hetta sigur alt um grótmálið og tey á Vaglinum. Havi fylgt við býarpolitikki síðani ungdómsárini, men havi ongantið upplivað eitt so skakandi mál, sum tað inni á Sundi, sum byrjaði longu seinast í 1980-árunum. (Vagnur)

Teir brutu eina ár í sjálvum starttøkunum umborð Árnfirðingi

Rógvari umborð á Árnfirðingi rør við ongari ár, tí hon brotnaði í startinum. (Mynd Hvannrók)

Nú eru vit komin har til, at vit mugu bara góðtaka einaferð med alla, at klokkutíðir í føroyskum kappróðri kunnu ikki haldast. Flaggið skuldi upp til genturóðurin 14.50 og klokkan 15.40 hoyrdu vit startskotið. Tað er at leggja seg á sofuna klokkan 15.00, lata eyguni atfur og seta vekjaran at ringja hálva tíma seinni, so er kanska klárt. Orsøkirnar eru so nógvar. Ásigldur startur og snúvur í starti, tað er altíð okkurt. Tá hesar afturvendandi barnasjúkur eru komnar á pláss, so gongur bara væl at avgreiða róðrarnar. Annars sá eg barnaróðrarnar á Facebook í gjár, og eg haldi, at Róðrarsambandið og Kringvarpið áttu at funnið saman, so vit síggja barnaróðrar í steðginum millum hinar róðrarnar. Myndagóðskan á Facebook er ikki góð. Vit sóu aftur nakrar øgiliga spurtir í fjórða FM-róðrunum, sum komu at gera av serliga tveir róðrar. Læs resten

Kringvarp Føroya fær stórt herðaklapp fyri frálíkar myndir í Hósvík

Ormurin legði har út, men Klaksvíkingur kom aftur í øgiligum endaspurti. (Mynd Hvannrók)

Haldi ikki, at eg nakrantíð áður hava sæð betri myndir í Kringvarpinum enn tær mikukvøldið í Hósvík. Orsøkin var uttan iva, at ljósið var so gott. Mangan, tá róð veður seinnapartarnar hesa ársins tíð, stendur sólin høgt á himmalinum, at sólarvindur og sterka ljósið ger, vit fáa ikki nóg góðar umstøður at taka myndir. Eisini vóru nærmyndirnar av kappróðrarbátunum frálíkar og frásøgnin og viðmerkingarnar góðar. Eitt lítið minus skurrar í mínum oyru, tí teir benda av og á ikki bátanøvnini rætt. Tildømis eitur báturin Falkur og ikki Falkurin og Klaksvíkingur og ikki Klaksvíkingurin, men hetta dregur ikki niður frá frálíka avrikinum úr Sortudíki. Vit fingu ein nýggjan vinnara í Hósvík, men so sóu vit eisini serliga fýra áhugaverdir endaspurtir. Læs resten

Úr myndasavninum – í dag fyllir vinmaðurin Sverri Wang 68 ár

Maria Mikkelsen, Anetta Wang og Sverri uttan fyri hjá Sverra og teimum í Tróndargøtu.

Myndin omanfyri er heilt serlig fyri meg, tí smádrongurin í fanginum á mammuni Anettu Wang er Sverri Wang, sum á serligan hátt koma at hava ávirkan á mína longu hondbóltsleið. Eldra konan til vinstru er abbasystir mín Maria Mikkelsen, sum eg havi skrivað um á heimasíðuni. Sverri hevur langt lív búð í Danmark, men eftir at konan doyði, er Sverri ávegis aftur til Føroya. Hann er ikki so væl fyri, sum vit kundu hugsað okkum, Sverri ætlar sær at búgva í barndómsheiminum í Tróndargøtu.  Læs resten

Borgarstjórin eigur beinanvegin at taka “time out” um grótið á Sundi

Hví leggja grótið á Sundi og oyðileggja so nógv, tá eingin vil kennast við grótið. (Mynd Vagnur)

Skelkandi at hoyra borgarstjóran í Havn í Kringvarpinum mánakvøldið um grótið á Sundi. Hvørjar ferðir hon traðkar fram í fjølmiðlunum, vassar hon longur og longur út á sjógv. Borgarstjórin og samgongan eru nú um at drukna politiskt í hesum máli og hava stórar trupulleikar at bjarga sær í land aftur. Nú er so nógv ósannindi søgd frá byrjan um grótið á Sundi, at borgjarstjórin skal beinanvegin taka “time out” um grótið. Finna eina fyribilsloysn og seinni eina endaliga loysn um grótið. Ì sambandi við grundgevingar hví grótið skal oyðileggja sjóvarmálan á Sundi, hevði borgarstjórin bar eitt skot í byrsuni mánakvøldið, men krútið var vátt. Hon nevnir ferð eftir ferð vinnuna, men hetta keypa fólk ikki. Men hvør er tað, sum vil hava meira vinnuøki Sundi? Ikki kalbaksfólk, ikki havnarfólk og ikki vinnan, tí eingin hevur víst áhuga fyri økinum líka síðani 1980-árini. Ein nýinnkomin umsókn um aling á landi kann ikki brúkast sum grundgeving. Havnarlagið á Sundi kann heldur ikki brúkast sum bryggjuøki, tí so nógvur súgur er fram við bryggjukantinum. Politikarar eru valdir at umboða fólkið, og hví í Harrans navni skal samgongan trýsta grótimálið ígjøgnum, tá eingin vil hava grótið lagt á Sundi. Málið um grótið er nú farið so langt av sporinum, at kalbaksfólk og havnarfólk hava krav um gjølla kanning í málinum frá degi eitt. Vit hoyrdu í KVF mánakvøldið, at Runavíkar Havn ynskti at fáa grótið og gjalda fyri flutningin, og ein bóndi eisini vildi eisini hava grótið. Tá grótið frá Eysturoyartunlinum kann brúkast til havnarlag á Sundi, so kann tað sjálvandi eisini brúkast til havnarlag Havn. Hetta havi eg kannað í morgun, og mær er sagt, at sjálvandi kann grótið, sum nú fer inn á Sund eins væl fara í havnarlagið í Havn. Fólkini á Vaglinum, sum hava við grótmálið at gera, mugu hava misskilt okkurt grundleggjandi. Borgarin øtast um politiska handalagið í hesum máli. (Vagnur)

Av allar bestu róðrarlíkindum mikukvøldið í Hósvík

6-mannafarið Rádni vann allar róðrarnar í fjør,og vann eisini á norðoyastevnu, men á jóansøku gekk ikki. Her veður báturin flotaður á jóansøku. Vinna tær sær fyrsta plássið aftur í Hósvík?  (Mynd Hvannrók)

Veðrið er stórur viðspælari í kappróðri, og tá stundar til FM-róðrar er at hyggja at, hvat veðurgudarnir siga um veðrið. Eg havi í morgun ringt til staðkendan í Hósvík, og gerst tað, sum veðurgudarnir siga, so er ættin mikukvøldið landnyrðingur tríggjar til átta metrar um sekundið. Landnyrðingur er besta ætt til kappróður í Sundalagnum. Gerst lítið lot, so fáa bátarnir vindin inn á lærbekk aftan og kanska eitt sindur av undanvindi. Hvat kunnu vit so vænta okkum í Hósvík? Tá eg metti um úrslitini seinast í Hósvík, gitti eg ein nýggjan vinnara og í mesta lagi tveir. Á jóansøku fingu vit tríggjar nýggjar vinnarar, og í øðrum róðrum gjørdist nógv tættari. Manningarnar høvdu jú fýra vikur frá á norðoyastevnu at bøta sær um úrslitini. Mín meting er, at í Hósvík eru bara tríggir tryggar manningar, og tað eru Jallurin við kvinnum, Fípan Fagra við dreingjum og Klaksvíkingur. Vit gleða okkum til mikukvøldið. Læs resten

Jóansøkuróðrarnir seinkaðir ein tíma, men so gekk væl

Klaksvikingur vann aftur tryggjan sigur. Sama raðfylgja sum á norðoyastevnu.  (Mynd Hvannrók)

Allar fyrst skal eg heilsa og siga frá rógvarum og leiðarum í Àlakeri, at teir skulu takka fyri frálíka blíðskap á jóansøku. Góður matur og frálík fyrireiking á landi í allar mátar. Men so mugu fólk halda mær til góðar, tí tey fáu hárini, eg havi eftir á høvdinum, reisa seg, tá eg hoyri orð sum hanafótur, alibátar, snaraður og fløktur startur og boyur. Eg orki ikki longur at finnast at Róðrarsambandinum og stevnufyrireikarum, tí bara hesi orð: Undir alt lágmark, at jóansøkuróðrarnir vóru seinkaðir ein tíma. Sjálvur skal eg nokk fáa ein tíma at ganga við at spæla guitar, sappa á telduni, koyra abbabørn ella fáa mær drekkamunn. Tankarnir hjá mær leita serliga til gentumanningarnar, sum í meira enn ein tíma máttu damla og bíða á Trongisvágfjørði, tí menn fáa ikki startin at rigga. Vit skriva nú 2017, og eisini í 1980-árunum skrivaði eg um somu trupulleikar. Tá ein tími var farin, gekk alt eftir ánni at starta bátarnar, vit fingu “tíbetur” tríggjar nýggjar vinnarar á jóansøku.  Læs resten

Nú eru bert minnini eftir av Turkihúsinum úti í Hvannasundi

Tað gekk skjótt hjá gravimaskinuni at bróta niður betongveggirnar. Í gula húsinum til høgru goymdu teir eisini saltfisk. Seinni hevði Johannes Berg bilverkstað har. (Mynd Vagnur)

Gula turkihúsið við Heygsvegin rópti Turkihúsið úti í Hvannasund var tikið niður í seinastu viku. Nærmasti granni eru hús míni Hvannasundsgøtu 1. Tá fyrstu myndirnar komu á Facebook av turkihúsinum hálvt niðurtikið, spurdi lesara, hví húsið var rópt Turkihúsið úti í Hvannasundi. Hvat hevur húsið við Hvannasund at gera? Hetta er ein longri søga, og eg svaraði lesaranum stutt, hví so var. Hetta havi eg skrivað um áður, men vil leggja nøkur orð aftrat burturbeinta gulu turkihúsinum. Læs resten

Annika Olsen og Gunvør Balle hava sovið í tímanum um grótið á Sundi

Hetta er óbrúkiliga góðshavnin, sum kommunan endilga mátti byggja seinast í 1980-árunum. Ikki eitt kilo av mjøli er komið upp á land á Sundi. Økið er ljótt og órudduligt, og nú skal meiri oyðileggjast. . (Mynd Vagnur)

Sum orðini frá Anniku Olsen og Gunvør Balle á in.fo í gjár eru ússalig um grótið á Sundi, tí eingin undirskrift var sett á sáttmálan um grótið fyrr enn 27. apríl, og tá var ikki byrjað at bora. Núverandi samgongan kom jú til valdið á Vaglinum 1. januar, og var viljin til staðar um ikki at oyðileggja meira á Sundi, so var góð tíð at fáa málið broytt. Tí er ikki rætt, at Tórshavnar kommuna fyri 27. apríl kundi fáa endurgjaldskrav, tí hvat skuldi endurgjaldskrav heingjast uppá, tá sáttmáli ikki var undirskrivaður? Fólkaflokkurin selir sína sál fyri vinnuna, men at Tjóðveldi skal gera slíkt, sum í stevnuskránni leggur stóra áherðslu á at fara væl um okkara vøkru náttúra, er langt úti og ússaligt. Læs resten