Myndin omanfyri frá á ólavsøku 1946 er stuttlig og áhugaverd at síggja. Fimleikarin, sum ber flaggið er Arni Olsen, og maðurin, sum slær á stórutrummu er Grægaris Gregoriussen, sum er pápi kenda fyrrverandi HB spælaran Brynjer Gregeroissen. Myndin er eisini áhugaverd, tí skrúðgongan fer oman Tróndargøtu og ikki sum nú oman Niels Finsensgøtu. Tá eg síggi slíka mynd, hyggi eg eisini eftir smálutum. Stuttligt at síggja dreingjamótan um hetta mundið. Mótin lítið broyttir frá vit vóru smádreingir í 1950 og 1960-árunum. Allir dreingirnir í hvítari skjúrtu, stuttum buksum og hosum upp undir knæ. Onkur drongur er í “plusfour” buksum, sum vit eisini gingu í. Læs resten
Nøkur heilt góð og minni góð minni frá ólavsøkuróðrunum 2018

Ormurin staðfesti á ólavsøku, at hann er besta 10-mannafarið í 2018. Spell, at fyrsti starturin var skotin av, tí hetta ávirkaði róðurin. Hvørki Klaksvíkingur ella Suðuroyingur fingu nóg góðan start í umstartinum. Her eru 10-mannaførini júst farin inn um Molan. (Mynd Hvannrók)
Klokkan er farin av níggju ólavsøkumorgun, og tú ætlar at skriva nøkur orð um ólavsøkuróðrarnar. Sólin skínur gjøgnum gluggarnar og frálíkt ólavsøkuveður. Til tess at fáa heildarmynd yvir ólavsøkuróðrarnar valdi eg at síggja róðrarnar í sjónvarpinum. Var mest sum bara spentur um tríggjar róðrar, tí seks manningar høvdu jú longu vunnið meistaraheitið. Einki óvæntað úrslit á ólavsøku í ár, tó at veðrið aftur í ár darvaði sunnastu bátunum, sum høvdu verri umstøður uttan fyri Molan enn bátarnir, sum lógu nærri Sandagerðsnesi. Men hetta eru nú treytirnar í føroyskum kappróðri. Men fyrst til 10-mannafarsróðurin. Læs resten
162 heiðursmerki eru higartil hongd um hálsin á rógvarum.
Meðan summar manningar fegnast um bæði silvur og bronsu heiðursmerkini, so eru aðrar manningar, sum halda seg hava tapt so dyggiliga, sjálvt um tær fáa silvur ella bronsuheiðursmerki um hálsin. 27 gullheiðursmerki eru handað rógvarum higartil.
Serliga eru tað summar yngri manningarnar, sum strála, tá tey vinna sær silvur ella bronsu heiðursmerki, tí tær rógva mangan ímóti eldri rógvarum, ja, eru kanska komin frá barnaróðri og rógva nú í dreingja-og genturóðrunum. Ólavsøkuaftan endar róðrarárið 2018, og vit gleða okkum. Læs resten
Bestu tíðirnar á ólavsøku síðani 1997 – Fimm manningar eru longu meistarar í 2018

Vøkur mynd av gentubátunum eftir róðurin í Sandavági. Vit síggja frá vinstu Sílið, Báruna, Drekin, Tambar, Falk, Blik og Frúnna.(Mynd Hvannrók)
Ikki øll fólk fylgja so væl við, hvørjir bátar longu vunnið meistaraheitið, og hvørjir bátar hava møguleikan at vinna meistaraheitið á ólavsøku. Við vissu vita vit, at Sølmundur við kvinnum, Páll Fangi við monnum, Erla Kongsdóttir við kvinnum, Firvaldur við gentum barnaróður hava vunnið allar róðrarnar, og tí longu eru meistarar. Argjabáturin er eisini meistari, tí hann hevur vunnið fimm róðrar, og 8-mannaførini er bara tríggir bátar. Niðanfyri bestu tíðirnar á ólavsøku aftur til 1997. Læs resten
Nakrar hugleiðingar um stigatalvuna og meistaraheiti í kappróðri.

Dreingjabátarnir Sílið, Jallurin og Drekin í Sandavági leygardagin. Ein av hesum vinnur meistaraheitið á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)
Á myndini síggja vit 5-mannaførini Sílið, Jallin og Drekan við sandin í Sandavági. Róðurin er júst rógvin, og endin var, at báturin, sum vinnur á ólavsøku er meistari, tí Sílið hevur 36, Jallurin 35 og Drekin 35 stig.
Havi skrivað á Hvannrok.fo, at ikki minnist meg at hava upplivað hetta áður, at tríggir bátar kunnu sjálvur gera av, um teir vinna meistaraheitið ella ikki. Fýra fólk hava vent sær til mín um slík onnur dømi, men í øllum fýra dømunum kundu bara tveir bátar gerast meistari uttan hjálp, meðan triði báturin mátti fáa hjálp frá øðrum bátum. Læs resten
Dreingjabátarnir Sílið, Jallurin og Drekin skrivaðu róðrarsøgu í Sandavági.

Vinkulin nakað skeivur og kringvarpsbáturin ov langt frammi. Sílið við VER merkinum er á odda, Drekin nr 10 mummar tvey og Jallurin nr 8 nummar trý. Síðani síggja við Royndina Fríðu, Tjaldrið og Ørnina. (Mynd Hvannrók)
Mær vitandi er ongantíð komið fyri áður, at tríggir bátar í sama róðri kunnu vinna meistaraheitið á ólavsøku. Sílið hevur 36, Jallurin 35 og Drekin 35, og báturin, sum vinnur ólavsøkuróðurin er føroyameistari í 2018. Áhugavert. Annars gekk væl at avgreiða róðrarnar í Sandavági, sjálvt um óslætt var í sjónum. Frásøgnin og viðmerkingarnar úr Sortudíki vóru frálíkar, men kringvarpsbáturin lág fleiri ferðir ov langt frammi, og so hava myndirnar aðrar tíðir verið betri. Men umstøðurnar at framleiða alt tilfarið var uttan iva ikki av teimum bestu leygardagin. Tøkk til tey ungu í HR, sum tóku myndirnar. Læs resten
V.U.Hammershaimb – faðirin at skriftmálinum
Tá ið eg var í Vágum seinasta leygardag, steðgaði eg eitt bil við minnisvarðan til minnis um V.U. Hammershaimb faðirinum at føroyska skriftmálinum. Hesa løtuna leitaðu tankarnir aftur í 60-árini og 70-árini, tá ið vit spældu hondbólt á grúsvøllinum í Sandavági. Vit vórðu altíð botnir heim til spælararnar til drekkamunn bæði fyri dystin og eftir dystin. Eg koma altíð niðan á Steig, har sonur í húsinum spældi hondbólt. Húsfólkini vóru altíð blíð, fyrikomandi og bóðu okkum koma skjótt aftur. Hetta eru góðar hendingar at minnast aftur á. Men aftur til V.U. Hammershaimb Læs resten
Bátarnir á fjarðastevnu í Vestmanna dugdu ikki eins væl at rógva í rennisjógvi

Genturnar umborð á Tambar dugdu best at gera sær dælt av rennisjógvinum. Falkur var annars fremst stóran part av teininum.
Tað gekk bara heilt væl at avgreiða róðrarnar á fjarðastevnu í Vestmanna, sjálvt um tað tók sína tíð at fáa avgreitt genturóðurin, har bátur hekk fastur, og róðurin skotin av. Og so kom dagurin, tá Klaksvíkingur vann, meðan Ormurin fór aftur tá triðja plássið. Áhugavert at síggja, hvat manningarnar fingu burturúr teimum tveimum vikunum millum FM-róðrarnar Men fyrst til dreingjaróðurin. Læs resten
Svimjikonurnar hjálptu mammu úr sálarligu trongstøðuni

Svimjikonurnar tóku væl ímóti mammu í uttandura svimjihylinum. Frá vinstru: Ása Michelsen, Bodil Wardum, Inga Haraldsen, Frida Holm Petersen, Ingibjørg Mikkelsen, Hilda Norðfoss og Josefina av Reyni.
Mangt áhugavert kemur undan kavi, tá eg práti við mammu okkara, sum býr á Ellisheiminum. Mamma hevur frá ungum árum svomið nógv, og nú ein dagin fall prátið á tíðina, tá hon gjørdist ein av svimjikonunum í gamla svimjihyli. Uttandura svimjihylurin, sum varð bygdur í 1959. Stór broyting gjørdist í okkara familju, tá mamma í 1963 mátti til Danmarkar at fáa sálarliga hjálp, tí eingin slík hjálp var tá at fáa í Føroyum. Hon var burturi frá 1963 til 1970. Afturkomin til Føroya gjørdist hon við tíðini frísk, og eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at svimjikonurnar gjørdust ein sálartryggleiki hjá mammu. Og mamma sigur, at hon hevur nógv at takka svimjikonunum fyri. Læs resten
Úr myndasavninum – Nýtt flakavirki kemur uttan iva ongantíð aftur í Havn
Mest sum hvønn dag gongur leiðin oman á Vestaru bryggju, og har er altíð okkurt áhugavert at síggja. Vit búðu uppi við Landavegin, men spæliplássið hjá okkum var heilt oman til sjóvarmálan. Nógv virksemið var á Vestaru bryggju, og hundraðtals fólk arbeiddu á Tórshavnar Skipasmiðju, Bacalao, Fiskasentralinum, Saltsøluni, Tunnuvirkinum og hjá báðum oljufeløgunum. Nú er mest sum øll fiskivinnnan burtur av økinum, tó er landingarmiðstøð í gomlum bygningi hjá Bacalao. Og Saltsølan er vorðin skúli hjá næmingum, sum ganga á Fróðskaparsetrinum. Søgan um fiskivinnuna í Havn er áhugaverd men eisini dapur. Læs resten



